Tað gjørdist ein blandað uppliving hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding tóku á heimavølli móti Lyngby.
Fimm minuttir undan steðginum legði Isak Tånnander Kolding á odda 1-0. Men so komu 11 svartir minuttir hjá Kolding í seinna hálvleiki. Í 71. minutti og í 78. minutti gagnnýtti Lyngby vánaligt verjuspæl hjá Kolding, og so var støðan 2-1 til Lyngby. Fýra minuttir seinni økti Lyngby til 3-1.
Men Meinhard E. Olsen fekk seinasta orðið. Í 87. minutti fekk Meinhard eina góða sending frá Christoffer Palm. Meinhard fór hegnisliga framvið einum verjuleikara hjá Lyngby, og sendi bóltin framvið málverjanum og í netið til 2-3, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Talan er um fyrsta málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið.
Kolding er triðfremst í deildini við níggju stigum fyri fimm dystir. Kolding hevur tvey stig upp til oddaliðið, Horsens sum hevur 11 stig.
Komandi mikudag klokkan 17 verður føroyingauppgerð á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus. Tá taka Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad móti Kolding á heimavølli.
HER ber til frá Viasat at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum millum Kolding og Lyngby.
Liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg, Hillerød tapti á heimavølli 0-2 fyri Hobro, ið skoraði fyrra málið beint undan steðginum, og seinna málið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hillerød hevði bóltin 64 prosent av tíðini, og hevði fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn Hobro, men tað sást ikki aftur á máltalvuni.
Glottin var tó, at í 77. minutti fekk Poul Kallsberg debut fyri Hillerød. Hann kom á vøllin fyri júst Adrian.
Hillerød er nummar sjey í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir.
Týskvøldið klokkan 18 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Lyngby.
##med2##