Anna Kristin Bæk hevur staðið fyri búnum, ið leikarar dansarar og tónleikarar eru í í Fame. Hon greiðir frá, at høvuðshugsjónin aftan fyri búnarnar er, at hetta hendur í 80unum.
- Vit, tað er eg og leikstjórin Jákup Veyhe vóru beinanvegin samd um, at vit skuldu brúka 80ara klæði. Í Fame filminum eru fólk ílatin eitt sindur 70arasligt. Hetta er eitt sindur kulari enn tað 80arasliga. 80arasligt er meira skeg og annarleiðis. Tað er nokkso ómoderna nú á døgum, Men eisini nakað, sum øll kenna aftur, sum verandi 80arasligt t.d. sovorðið sum beinvarmarar og trikot, sigur Anna Kristin.
Hon greiðir frá, at hon fekk hugskotið og, at Jákup var beinanvegin við uppá tað.
Hóast fleiri fólk síðan vóru ímóti tí, so hildu Anna Kristin og Jákup fast í 80unum.
- Størsta uppgávan hjá okkum var at fáa leikararnar at toga buksurnar upp á miðjuna ístaðin fyri at hava tær hangandi niðri á reyvini, sigur Anna Kristin.
Vogue er eitt gullnám
Eitt var hugskotið, men hetta skuldi eisini gerast veruleiki. At gera 120 ymiskar búnar, ið vóru 80arasligir krevur sítt. Her gjørdist tilvildin ein sera góður hjálpari. Anna Kristin var saman við nøkrum øðrum í ferð við at rudda upp á arbeiðsplássi sínum Husets Teater í Keypmannahavn. Har fann hon eitt eintak av amerikanska Vouge frá 1985. Tjúkka blaðið var sambært Onnu Kristin eitt satt gullnám av 80ara móta.
- Eg havi eisini leitað á netinum og spurt fólk um, hvat tey minnast úr 80unum og burtur úr hesum eru onkri góð ráð komin.
Okkurt av tí, sum leikararnir eru í, er seyma júst til teirra. T.d. tey klæðini, ið teir 11 dansararnir eru í. Men annars koma klæðini úr nógvum ymiskum støðum. Tjóðpallurin og Sjónleikarhúsið í Havn hava stórar klædnagoymslur, og her funnu tey nógv
- Vit gingu eisini inn í handlar og spurdu, um tey høvdu okkurt gamalt frá teirri tíðini liggjandi. Her var Joto 7 eitt gullnám. Men faktiskt hevði nýggja ungdómskollektiónin hjá Hennes og Mauritz eisini nógv brúkbart. M.a. gamasjubuksir og litir sum laksalitt, turkis og ein serligan grønan lit, sigur Anna Kristin.
Bestu búnar
Flott sær tað út, tá leikararnir eru á pallinum, men hvør sær best út? Vit hava biðið Onnu Kristina Bæk, um at velja teir fimm búnarnar, ið hon er best nøgd við.
Eitt tað besta lookið er tað hjá Jensinu Olsen í leiklutinum sum ensktlærarinnan Randi Dam. Hon hevur ein rættuliga gjørnumførdan 80arabúna. Reyða drakt við kempi akslapútum, hvítum stilettum og fantastiskum hári. Jensina er heilt sikkurt ímyndin av eini sterkari kvinnu, sum hevur "sine meningers mod"
Greta Bell, dansilærarinna
Leikari: Linda Petersen
Eg vil eisini nevna Lindu Petersen í leiklutinum sum dansilærarinnan Greta Bell. Hon hevur svartan dansibúna vid mintgrønum beinvarmarum, pannubandi og belti. Linda sær út, sum allir teir dansilærararnir, ið eg havi møtt, síggja út. Líka burtursæð frá, at tey mintgrønu pløggini ikki eru in longur.
Grundbúnin hjá dansarunum
Grundbúnin hjá dansarunum er skínandi gamasjur, fimleikadrakt og belti um miðjuna- Hetta er sambært handarbeiðsbløðum frá mitt í 80unum, allneydugt tá man íðkar ítrótt.´Dansararnir skuldu hava ein grundbúna, sum skjótt kundi varierast og umskapast til ein nýggjan búna. Tí tær hava nógv skift uppá stutta tíð.
tað svarta og hvíta var eitt sikkurt og fleksibult val, sum eg haldi fungeraði væl saman við teimum annars øgiliga litríku búnunum á pallinum.
Fimleikalookið hjá Fíu Hvanná og Iris Eiðislíð
leikarar: Rannvá Nónfjall og Unn Kragesten
Hetta eru tvey fín fimleikalook. Tann ultimativi 80ara liturin, grønblátt ella okkurt sovorðið sæst á fimleikadraktini hjá Rannvá Nónfjall sum Fíu Hvanná og samansetingin av hvítum og ljóasareyðum hjá Unn Kragesten sum Iris Eidislíd er eisini ein realistisk endurgerð av 80aralookinum. Hárið er eisini totalt 80arasligt við frunti, sum stendur beint upp í luftina. Tær spæla dullutir dansarar, og eg haldi, at búnarnir rigga væl til tær samstundis við, at tær absolut vísa nakrar av teimum hottastu farvunum frá 80unum.
Niklas Piazza
Leikari: Terji Djurhuus
Terji Djurhuus í leiklutinum sum Niklas Piazza, verður nevndur fyri steinvaskaða cowboyjakkan! Piazza er ein heldur sjálvhátíðarligur sjónleikararentusiastur. Tað bleiv undirstrikað við einum sonevndum sjónleikaraturriklæði og kiksaðum vaksnum klæðum. Cowboyjakkin vísir hansara roynd uppá at síggja smartur út, sum yvirhøvur ikki riggar... Fleiri mannfólk hava viðmerkt, at teir áttu ein líknandi jakka, tá teir vóru ungir. "Maa eg havi sæð býttur út"
-Ta effektina dámar mær væl at uppnáa.