83 ára gomul kvinna yvirkoyrd

Leygardagin varð ein 83 ára gomul kvinna yvirkoyrd av einum bili á R. C. Effersøesgøtu í Havn. Løgreglan biður bilførarar hava eitt vakið eyga við teimum eldru nú veturin og hálkan nærkast

Hóast júst farna vikuskiftið í høvuðstaðnum var merkt av, at B36 skipaði fyri Afturhvarv 98, so var tað kortini ikki hetta tiltakið, sum gav løgregluni mest at takast við, minni enn so.

Vikuskiftið var friðarligt burturav, tá sæð verður burtur frá, at fýra bilførarar vóru tiknir fyri at koyra við kenning.

Tað sum tó stendur løgregluni klárast í minninum er, at ein eldri kvinna varð yvirkoyrd á gonguteiginum í R. C. Effersøesgøtu, beint uttanfyri SMS.

Hetta vegastrekkið men verða eitt av teimum vegastrekkjum í øllum landinum, sum hava mest ferðslu yvirhøvur, og tá eingin ljósregulering er har á leið, so eru tað sum oftast bilarnir, sum eru við yvirlutan.

Tann 83 ára gamla kvinnan var á veg til hús eftir at hava verið í SMS leygardagin. Hon skuldi yvir um vegin og tað royndi hon so at gera. Tíverri fyri hana var ein bilur komin nakað nær, so hann fekk ikki støðgað og hann koyrdi tí á kvinnuna.

Sjúkrabilurin var boðsendur alt fyri eitt, men tá hann kom á staðið var kvinnan longu komin til viðgerðar. Fólk, sum vóru har á leið, og sum dugdu fyrstuhjálp, gjørdu skjótt av og tóku sær av kvinnuni beinanvegin.

Tann 83 ára gamla kvinnan var serstakliga heppin. Einasti skaði - tá vit ikki hugsað um sjokkið - var ein snuddur í knæði. Bíliga sloppið tá hugsað verður at talan er um eina rættuliga tilkomna kvinnu. Men tað er nú ikki so galið at eydnan er vi- okkum vi- hvørt.


Ansið eftir

teimum eldru

Í sambandi við ferðsluóhappi nýtir løgrelgan høvi til at minna allar bilførarar á at ansa eftir teimum eldru.

Tey gloyma ofta at hyggja seg nóg væl um áðrenn tey stíga út á vegin, og tí fáa fleiri teirra skaða um veturin.

­ Hjá bilførarunum er tað ein trupulleiki. Vanligt er, at fólk støðga á við vegjaðaran, fyri at hyggja seg um, men tey eldru hava ofta lyndið til at gera ov skjótt av. Hesum mugu bilførararnir vara seg fyri, sigur Suni Vinther, støðleiðari í Havn.


Fyrstahjálpin er

einastandandi

Í sambandi við óhappi á R. C. Effersøesgøtu komu fólk, sum dugdu fyrstuhjálp, á staðið beinanvegin. Hetta hevur sera stóran týdning, sigur Suni Vinter, støðleiðari, sum eisini er formaður í Reyða Krossi.

­ Eg haldi at eitt óhapp, sum hetta, vísir týdningin av, at so nógv sum gjørligt duga at geva fyrstuhjálp, sigur hann.

­ Tí hevði tað verið sera gott, um fleiri høvdu teknað seg til fyrstuhjálparskeiðini, sum eru.

Í løtuni er eitt skeið á kvøldskúlanum í Havn, men tað er óiva eisini møguligt, at taka skeiðið aðrastaðni í landinum.

­ Í øðrum førum kann ein venda sær til Reyða Kross, sigur Suni Vinter.

­ So gera vit eitt skeið, tá nóg nógv hava teknað seg, leggur hann afturat.