av. Havi næstan hug at hálsfevna ein annan, sum hevur nýtt tímar á vesinum og sum kemur forkroystur út aftur, og fortelir við gleðistárum í eygunum, at nú eydnaðist endiliga honum at fáa okkurt av sær. [...] noyddur at gálva og skrykkja frammanfyri fysioterapeutinum, fyri at sannføra hendan um, at hann var okey hóast alt. Knýtið nevan, tá hann greiðir víðari frá eyðmýkingini læknin hevði víst honum, við at flyta [...] 3 einsamallur og ferðabúgvin á sjúkrastovuni, búgvin at fara út í nýkomna fríska landsynningin, ið hevur sovorðnan skund í dag, at hann hevur hug at taka leyst úti á Glyvursnesi. Hendan dagbók stundar móti
sigur so, at tað eisini er týdningarmikið at duga at taka sær frí av og á. Annars er tað lætt at gerast troyttur av hesum, sigur hon. Hon heldur, at hon dugir rættiliga væl at kobla av, fara út við vinunum [...] Eg ætli mær at fara undir at selja accessories, við rót í tí føroyska. Eg fari at eksperiementera við at selja turrikløð o.a., sum mamma fer at hjálpa mær við. Hon fer at veva, og eg fari at dekorera. Men [...] væl at gera hetta, at eg veit slett ikki um eg tími ikki at arbeiða, sigur hon eftir at hava hugsað eina lítla løtu. -Tá eg eri mitt í einum projekti, verði eg ofta so upptikin, at eg gloymi bæði at eta
skoytt uppí, at Brynhild minnist væl, at høsnargarðurin hjá pápa varð umrødd millum manna. Tað sum Brynhild minnist best var, tá ið tey fingu at vita at høsnarungarnir komu úr eini maskinu! At hetta bar til [...] Íslandi at keypa ein nýggjan bát. Vit fóru út á Glettingarnes, um 20-30 fjórðingar úr landi at fiska. Skálaberg við gamla Mortan í Hvannasundi sum skipara var á somu leið. Tað var ikki loyvt at samskifta [...] ikki bilti. Hetta var á Halanum út fyri Vestfjarðum, vit undraðu okkum yvir ikki at síggja aðrar trolarar. Tað var ikki fyrr enn vit komu heim, at vit fingu at vita, at vit høvdu verið í minubelti. Hetta
til at fáa. Eg havi bakað breyð og verið í lastini í kvøld. Alt væl. Mikudagur, 2. juli Eg havi spulað dúrkið í kvøld. Nú vænti eg, at vit fara skjótt at fara at fáa okkurt bræv. Enn er tíðliga at vænta [...] skjótt fara at taka segl frá. Nú eru ringir fyristillingar, summir vænta at vit verða ikki heima fyrrenn um 14 dagar, aðrir um 3 vikur. Eg vildi nú, at tað skuldi blivið skjótt, tí provianturin fer at ganga [...] rokna meg at vera trúlovaðan! Takk og aftur takk fái tú Gud, at tað gekk gott. Á, tú Anna! at eg nú eigi teg, er fyri mær sum ein dreymur. Nú kann eg við góðum hug fara avstað. Eg elski teg, tú! At tú eisini
var ímeðan hann eygleiddi hendan seinra, at hann veruliga lærdi at brúka eitt myndatól, soleiðis sum ein yrkisfotografur eigur at gera tað. Tað hendi tíðum, at Luis Pierce Vier vitjaði í atelierinum. Teir [...] parfumo, hann klipti alt út og savnaði tað upp í sínar vaksandi myndagoymslur. Hóast sín unga aldur, var hann ógvuliga hugaður fyri at finna sær eitthvørt fyri hendurnar, og umframt at hann var hugagóður, so [...] sjónligt, at tað var meiri enn myndatøkan, sum so, ið roytti í sálina hjá hesum unga manninum Alberto Diaz, seinri kendur um allan heim undir navninum Korda. M.a. ein óbendiligur dráttur at sjálvari myndini
abstrakt bílæt?. Vit vænta og vóna, at Ingálvur fer at halda fram við á henda hátt at hugsa kritiskt og at mála og fram fyri alt vóna vit, at hann fer at halda fram við at ivast, tí ivin heldur lív í listini [...] Tað tykist sum um okkurt er við at henda; ljósið brýtur sær veg fram úr myrkrinum. Nú var tað ikki soleiðis, at Ingálvur av Reyni kom inn á nonfigurativa leið fyri at vera. Allatíðina hevur hann málað [...] heldur fólkatokka vera eitt tekin um, at myndirnar ikki eru nóg erligar og góðar. Men hvat er hent? Alt tað, eg minnist, var tað heilt vanligt at flenna eitt sindur at teimum gráu og myrku, abstraktu myndunum
Jakku segði, at hann kundi fara til systrina, men eg hevði onganstaðni at vera. Eg hevði ikki ráð at fara á hotell. So sigur Schmith við meg, at vit skulu fara oman til Havnina. Kanska fóru vit at síggja okkurt [...] nógv fólk. Eg plagdi at vera inni á skómakaraverkstaðnum hjá abba tínum Pola. Har kom so nógv fólk inn bert fyri at práta. Poli var kendur fyri at vera so hugnaligur, og hann dugdi væl at greiða frá. Eg kendi [...] plagdu skipini at landa saltfisk og taka útgerð, so sum segl, umborð. Síðan kom Høgakaj, sum er út frá Skeiva Pakkhúsi. Navnið hevur hon av, at hon var so høg. Skip, sum komu við koli løgdu at her, og lossaðu
børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving [...] fingið at vitað, at tað var ongin trupulleiki at fáa visum á flogvøllinum, men vit gjørdust klókari. Fyrst máttu vit standa í kø at veksla - tað tók eitt langt og annað breitt - og síðan aftur at standa [...] hugtakið ³at sita í andakt³, so var hetta júst tað øvugta. Orsøkin til at tað verður nevnt monkeytemple er, at her heldur ein rúgva Rhesusapum til. Tær liva av ruski frá ferðafólkunum. At rafta er at sigla
harmast nógv um, at Føroyar vóru so smáar. Hann segði seg øvunda íslendingum nógv, at landið var so stórt. Vit mundu hava almikið um at vera at røkja hetta land - ?og at røkja land er sum at fevna konu?, legði [...] Jógvan hevur ilt við at koma fram við tí, sum nívir sinnið, men prestur biður hann ikki smæðast. At enda fær Jógvan sagt tað, sum nívir hann. Hann spyr: Hvussu skal ein bera seg at við at fáa nýtt rossaslag [...] um tað ber til at siga, at Janus var tjóðskaparliga klovin. Sum yrkingin ?Fosturlandið? váttar, hevur fáur yrkt so heilhugað og reint um heimlandið sum hann. Kanska ber tað til at siga, at hann undir síni
Føroyum, at Natasha eisini er komin at duga lesa danskt flótandi, bara av sjónvarpi, bókum og bløðum - men tað er ringt at tosa, heldur hon. Men hon heldur at tað er ov vánaligt, at samfelagið krevur, at útlendingar [...] tað tekur tíð at koma á føtur og at standa á egnum beinum í einum fremmandum landi og at finna sítt pláss í samfelagnum. Hon sigur annars, at hon stúrdi fyri at koma til Føroyar og serliga at tosa við fólk [...] hugtakið rættartrygd at tað skal taka eitt heilt ár at fáa svar frá ovasta myndugleika. Men hon er eisini greið yvir, at honer ikki nakað eindømi, tí tað er í heilum, at vit frætta um, at fólk fáa ikki svar