Alberto Korda ? Maðurin handan myndina ? 1928-2001

Tað vóru kanska tey fægstu, ið løgdu tað til merkis, men fyri sløkum fýra árum síðani andaðist kendi kubanski myndatakarin Alberto Diaz Gutiérrez, vanliga nevndur Alberto Korda. Táið hann fór úr sínum foldarlívi, var hann staddur í París, og var blivin 72 ára gamal. Kubanar jarðaðu hann í Havanna 29. mai 2001. Teimum flestu man hetta navnið vera ókent, men siga vit, at tað var hann, sum tók hina kendu myndina av gitna guerillamanninum Ernesto Che Guevara, ið varð seld í millióna eintøkum um allan heim, so munna tað vera fleiri ið komast við mannin. Ódeyðiliga myndin hevur eisini gjørt kenda fotografin ódeyðiligan. Eftir eitt slakari tíðarskeið, í áttati og níti-árunum, er gitna plakatin nú aftur at síggja allastaðni. Tú fær valla farið inn í eina klæðnakrambúð í europeiskum metropolum ídag, uttan so, at tú sær eina T-skjúrtu, harið melankolsku eyguni á stóra byltingarmanninum stara út í alheimin. Lakoniskt kanst tú siga, at tað er eitt paradoks, at hesin ungi kommunisturin nú aftur er vorðin heit søluvøra í kapitalistiska heiminum. Og spurningurin er eisini um honum hevði dámt tað? Jaime Sarusky, sum eisini er kubani, hevur skriva hesa greinina til eina bók við myndum hjá Korda. Greinin er leystliga týdd úr enskum.

VANGAMYND
Týtt hevur Torbjørn Jacobsen

Hóast tað onkursvegna kann tykjast skaldsøgukent, so er tað ein sannroynd, at fyrsti ferilin av hugi fyri myndatøku, hjá Alberto Korda, var vaktur av einum so natúrligum fyribrigdi sum kærleika. Hann var 16 ella 17 ára gamal tá ið hann gjørdist forliptur í Yolanda, eini gentu úr sama býarpartinum í Havanna harið hann varð borin í heim, 14. september 1928, og harið tey bæði vuksu upp saman.
Í fyrstuni lænti hann myndatólið frá pápanum, eitt Kodak 35, og vanliga var tað Yolanda, ið sat sum modell, tá ið avtakast skuldi. Hon var hansara fyrsti kærleiki og samstundis hansara fyrsta modell, sum myndamaður. Tey ferðaðust víða í hesum heimskenda býi, og hann leiddi hana til øll tey kendu støðini, har ið hann tók myndir, so sum á Malecón-promenaduni, á Bosque og í urtagarðinum kring Nacional gistingarhúsið. Myndirnar av Yolandu gjørdust til endans so nógvar, at tær fyltu uppí eina heila myndabók, ið einans var halgað henni. Hóast hann tá ikki hevði varnast tað, so var tað longu týðuligt hvaðar hugurin, ella yrkisleiðin gekk. Tað var ikki bara sjálv myndatøkan, ið hevði hansara áhuga, men eisini alt tað, sum annars hekk uppi í og við henni. Tað var hetta sum gjørdi hann so kendan seinast í fimtiárunum: Skapanin og aftur skapanin av modellum.
Tað var sjónligt, at tað var meiri enn myndatøkan, sum so, ið roytti í sálina hjá hesum unga manninum Alberto Diaz, seinri kendur um allan heim undir navninum Korda. M.a. ein óbendiligur dráttur at sjálvari myndini. Hetta var sjálvandi eisini orsøkin til hansara vana, ella óvana hevði onkur sagt, at savna og goyma lýsingar úr ymiskum myndabløðum. Eygu hansara vóru drigin ímóti tí, sum hann helt vera vakurt. Og tað var líkamikið um lýsingin var fyri amerikanskar bilar ella franska parfumo, hann klipti alt út og savnaði tað upp í sínar vaksandi myndagoymslur.
Hóast sín unga aldur, var hann ógvuliga hugaður fyri at finna sær eitthvørt fyri hendurnar, og umframt at hann var hugagóður, so komst hetta eisini av tí, at hann onga fíggjarliga hjálp vildu hava frá foreldrunum. Pápin arbeiddi hjá einum jarnbreytafelag og mamman var vanlig húsmóðir. So hissini arbeiddi hann sum sølumaður fyri eina verksmiðju, ið framleiddi sápu, sum roknskaparhjálpari á eini konfektverksmiðju, sum gøtuseljari harið hann seldi bíligar gimsteinar og prýðislutir og sum sølumaður fyri eina medisinska serumroyndarstovu og ditto fyri Remington Rand skrivimaskinur og roknimaskinur annars.
Sjálvt um hetta vóru trongar tíðir, fíggjarliga, so var tað um hetta mundi, at hann keypti sítt fyrsta myndatól, - í eini veðbúð. Dagligani ferðaðist hann íkring við myndatólinum í skjalamappuni, harið tað lá, saman við rakstrarbløðum og serumroyndum, og tá var tað, at hann rættiliga fór undir at taka myndir av øllum tí, sum serliga gjørdi honum mun. Sum hann sjálvur tók til: ?Onkursvegna tóktist tað, sum varð eg eggjaður til hetta av sosiala órættvísinum, sum tá var í hesum landinum.?
Soleiðis kom hann at taka myndir av einum lutaseðlaseljara, av eini 4 ella 5 ára gamlari smágentu, ið longsulsfull stóð og hugdi at urum, gimsteinum og øðrum ríkmannalutum í søluglugganum í fremstu gimsteina-krambúðini í Havanna ella av eini mammu, við trimum børnum, ið lá og svav í eini uppgongd, tíðindabløð vóru hennara og teirra rekkjuváðir, ella hin gentan við teimum stóru vøkru eygunum, ið sat og ruraði einum viðabuli ístaðin fyri eini dukku, sum hon ongantíð fekk fíggjarligar møguleikar at hjúkla fyri. Seinri spurdi hann mangan seg sjálvan, hví og til hvørs endamál, hann mundi taka hesar myndirnar. Hann var jú ikki tíðindamaður, og ongin ynskti at keypa tær heldur. Svarið var bara, at hann ynskti júst hesar myndirnar, og tí vórðu tær tiknar.
Nógvir ymiskir faktorar høvdu tað við sær, at myndatøka ikki bara gjørdist hansara arbeiði, men eisini hansara lagna, - onkursvegna. Hann varð kring-settur av fotografering. Um hetta mótið hitti hann Mario Naranjo, ið var best kendi barnafotografurin í Havanna um hetta mundið. Tað var Naranjo, sum varnaðist góðu evnini hjá Korda, og hann beyð honum at arbeiða í atelieri sínum, eitt tað fyrsta av sínum slagi í Kuba har ið teir m.a. gjørdu myndafresko´ir. Har hitti hann eisini hin kenda Newton Estapa. Og tað var ímeðan hann eygleiddi hendan seinra, at hann veruliga lærdi at brúka eitt myndatól, soleiðis sum ein yrkisfotografur eigur at gera tað.
Tað hendi tíðum, at Luis Pierce Vier vitjaði í atelierinum. Teir gjørdust vinmenn og seinri partnarar í einum atelieri, sum teir skipaðu saman í fimtiárun-um. Hvørki hetta navnið ella Alberto Diaz verður brúkt um teir longur, av tí at teir fóru undir at nýta hjánavnið Korda, eftir ungarska filmsleikstjóranum í Zoltan og Alexander.
Alberto varð síðani bara kendur sum Korda (sum eisini líkist orðinum Kodak, og soleiðis varð hann á ein hátt bundin at mynda-alheiminum) ímeðan Luis, sum við sínum eyðkenda hvíta skeggi, mest álíkur Hemmingway, var kendur sum gamli Korda.
Tað gekk ikki long tíð, minni enn tvey ár, so var hetta nýggja atelierið gitið fyri at húsa teimum vakrastu gentunum í Havanna. Tær sótu ella stóðu, sum modellir hjá Alberto. Ein av teimum æt Norka. Hon hevði eina øgiliga atdráttarmegi og bar seg sjálva við slíkari elegansu, at tað endaði við, at hon og myndatakarin gingu saman í hjúnalag.
Korda nýtti nakrar av myndun-um sum satsupprit til lýsingaragentarnar, ið sjálvandi ynsktu at keypa tær. Hann var hin fyrsti persónurin, ið tók myndir av kubanskum móta, borin av kubanskum modellum. Eyðkennið hansara varð, at hann altíð nýtti tað natúrliga ljósið. Myndirnar vórðu brúktar í vikubløðum, og hetta gjørdi, at teir fingu fíggjarligan vind í seglini. Teirra nøvn vórðu viðurkend, menninir somuleiðis, teir høvdu longu kjølfest seg, sum teir alrabestu mótafotografarnir á oynni.
Eins og flestu kubanar annars, gjørdist Korda ein partur av sigursrúsinum, tá ið kollveltingin sigraði á hermegini hjá einaræðisharranum Fuelgencio Batista, hin 01. Januar 1959. Gøturnar gjørdust bæði miðdeplar og keldur í søguni, eisini í frásøguni, sum so ógvusliga og radikalt broytti lívið og dagligdagin hjá øllum kubanum. Ímillum myndamenninar, sum fyri ævina skjalfestu hesa sermerktu hending, var Korda, ið lat sínar myndir til ymsi tíðarrit, kanska serliga til blaðið Revolución, har ið eg tá var blaðstjóri. Onkrar av hansara mest týðandi myndum og royndum vórðu endurframleiddar í djúpprents-prosessini hjá blaðnum. Og tað var her at Korda og eg hittust aftur, eftir at vit ikki høvdu hitst í eini 20 ár, tað mundi ikki vera síðani 1942, minnist meg rætt, tá ið vit báðir gingu í einum protestantiskum fólkaskúla í Havanna.
Heilt frá byrjanini var Korda maðurin, sum tók myndirnar, tá ið Fidel Castro ferðaðist kring um á oynni, og eisini tá ið hann hitti týðandi personasjur sum Ernest Hemmingway og Jean Paul Sartre m.a. og harumframt tá ið hann vitjaði uttanlands í Venezuela, U.S.A, Sovjetsamveldinum og í øðrum londum.
Tá ið hann avmyndaði kollveltingina og Fidel, Che og aðrar oddamenn, ið vóru ungir og dragandi um hesa tíðina, brúkti hann somu hugsjón og somu tøkni, sum tá ið hann avtók mótamyndirnar av kvinnunum í Havanna. Serliga eyðkenni var hetta natúrliga ljósið, ið gjørdist fundamentala sermerkið í karrieru hansara, heilt til endans.
Korda játtaði, at eitt stríð fór fram innaní honum, ímillum hesar báðar áhugarnar, myndatøku av sosialum fyribrigdum og fotografering av mótafyribrigdum, og hann legði dent á, at markið harímillum var egghvast. Hansara hetja, í yrkinum, um hetta mundið, var Raúl Corrales. Hann virdi Corrales somikið, at hann í longri tíð granskaði myndir hansara. Og tað var einki hann heldur vildi, enn at nýtt somu tøkni og sama stíl sum hann, men tíðin og arbeiðið loyvdu hesum ongantíð. Teir báðir hittust tó í januar mánaða 1959 og gjørdust eftir tað professionellir samstarvsmenn og vinmenn.
Kubanska kollveltingin varð gjørd kend ígjøgnum myndina, byltingin gav myndatøku eina søguliga dimensión, ið lá væl hægri enn tað virðið, ið myndin hevði havt í vanligum tíðindaflutningi. Fotografering í Kuba gjørdist ongantíð aftur hin sama. Her byrjaði ein nýggj tíð í eini nýggjari listagrein í Kuba. Onkrar av myndunum hjá Korda og øðrum fotografum umboða søguligar løtur og gjørdust eitt slag av ímyndum. Hugsa bara um myndina av Fidel, har ið hann stendir uppi á einum heyggi, í olivengrøna herbúnanum, ryggsekkurin og riflan hanga um herðar hansara, hann lítur út í fjarleikan. Tá ið kollveltingin hevði sínar minni góðu løtur, varð hendan myndin nýtt við myndatekstinum ?Comandante en Jefe, Ordene?. Hon varð brúkt á gøtuuppsløgum, á húsaveggjum, í bløðum og tíðarritum, og hevði eina merkiliga megi, ið kundi fáa ógvuliga ymiskar sinnisrørslur fram í hyggjaranum, ið onkursvegna kom víðari úr mótstreyminum og dagliga stríðnum, tá ið hann ígjøgnum myndina varð sannførdur um at hann var partur av eini sera søguligari tíð.
Eitt dømi um eina serstaka mynd hjá Korda, er hon av traðarmanninum, sum klívur upp í ein lyktapela, einaferð tá ið ein av hesum stórfundunum eru á Plaza de la Revolución. Hetta ger hann líka lættliga, sum at klúgva upp í eitt pálmatræ. Traðarmaðurin á tindinum gjørdist eisini ein ímynd. Ímyndin av avtøku av allari tíð. Hann er tað farna, tað verðandi og tað komandi. Kringsettur av einum havi av lagsbrøðrum, partar av søguliga glaðustrokinum. Tað gjørdi einki um Korda nevndi myndina ?El Quijote de la Farola? ella ?Lyktapela Quijote?
Ein annar stórur myndamaður frá hesi serligu tíðini, áðurnevndi Raúl Carrales, segði einaferð uttan brá av stórlæti:
?Søgan um kollveltingina kann verða skrivað av einum ella fyri tann skuld av milliónum av menniskjum, men hon kann ikki lýsast, verður ikki farið aftur til Korda, Corrales og aðrar myndatøkumenn, ið vóru á staðnum við myndatólinum, tá ið hetta alt hendi í veruleikanum.?
Tá ið Korda varð spurdur um hann hevði ein varhuga av, at myndirnar av Fidel, Camilo Cienfuegos o.ø. skuldu gerast besta og gitnasta lýsingin av hendingunum, tá ið tær veruliga hendu, svaraði hann vinarliga, at tað hevði hann ongantíð hugsa um, hesin møguleikin var als ikki komin honum til hugs.
?Kanst tú siga tað sama um hina serliga gitnu myndina av Che Guevara, sum varð tikin hin 5. mars 1960, samstundis sum líkini vórðu jarðað av teimum, sum doyðu av vanlukkuni, tá ið damparin La Coubra varð sprongdur í luftina á vánni í Havanna?? ?Heldur ikki? svaraði hann. ?Eg tók ikki so nógvar myndir av Che. Hesa tók eg í hvussu er og kallaði hana ?Guerrillero Heroico?, men eg spurdi hann ongantíð um loyvi til at kalla hana soleiðis. Eg var staddur einar 8 ella 10 metrar frá røðarapallinum, harið Fidel greiddi frá smálutunum um spreingingina umborð í damparanum. Eg hevði eina semi-telefoto-linsu í myndatólinum. Knappliga varnaðist eg, at Che kemur fram ímóti rimaverkinum á røðarapallinum. Jean Paul Sartre og Simone de Beauvoir vóru har, og tú var eisini har, Sarusky, sum tíðindamaður. Eg minnist tað væl. Og myndirnar eru jú eisini til enn.?
Fram til hesa løtuna var Che staddur aftanvert hinar oddamenninnar, og Korda hevði ikki sæð hann haðani hann stóð. Myndamaðurin varnaðist hann beinanvegin tá ið hann kom fram fyri at hyggja at mannaflóðini, sum fylti hina 23´ gøtuna í Havanna. Hann tók tvær myndir. Fekk ikki fleiri, tí Che slapp sær burtur aftur við tað sama. Hann mundi ikki standa við rimaverkið í meiri enn ein hálvan minutt, og hetta var júst nógmikið til, at taka hesar báðar myndirnar. Tá ið filmurin varð framkallaður hetta kvøldið, helt hann sjálvur, at myndin av Che var serliga góð. Hann fór til blaðstjórnina á Revolución við jarðarferðarmyndunum, men teir prentaðu bara myndirnar av Fidel tá ið hann røddi og eina mynd av Sartre og Simone de Beauvoir, har var eingin mynd av Che.

Tað løgna við hesi myndini, ið uttan iva er heimsins kendasta, farin út í allar krókar heimsins, í endaleysum endurtøkum, er, at eingin legði nakað í hana tá ið hon varð tikin. Sjey ár seinri, táið hetjudeyðin í Bolivia gjørdi Che til eitt politiskt halgimenni, fekk myndin eina aðra dimensión, ein nýggjan mystikk, gjørdist halgimynd, fyri summi ein trúðarímynd og eitt kultokjekt hjá dyrkarum í mest óhugsandi pørtum av heiminum. Hendan myndin av kollveltingarmanninum er serliga hugtakandi, tí hann útstrálar ein strangleika, ein nærum pastoralan kvalitet.
Hendan kulsliga, gráa morgunin í Havanna hevði Che hálað snarlásið heilt upp undir hálsin á sínum svarta og olivengrøna jakka, og sum vanligt var hann í kendu alpuhúgvuni við gyltu stjørnini, sum Celia Sánchez gav honum, tá ið kollveltingarhirðin stríddist upp í Sierra Maestra fjøllunum. Eitt tekin um, at hann var ein av kommandantunum. Av oddamonnunum. Aftur til myndina. Tað tykist sum hann er beiskur í huga, fyltur av vreiði. Kanska hugsaði hann um sabotørarnar ella kanska um líkini, ið lógu har framman fyri honum, avleiðingin av hevndaratsøknini. Hesin samanhangurin og samband hansara við deyðan reflekterar aftur í tí spenta og djúpa í eygnabrái hansara, sterka høvuðburinum. Upprunin til myndina var ein tragedia, men hon fór hóast tað um allan heimin, í einum endaleysum tali, sum ímyndin av einum nútíðar halgimenni, eini mýtu, sum eini inkarnatión av rebellinum, ið eisini gjørdist partur av eini tragediu. Síni egnu.
Haydée Santamaria var ein av kollveltingarhetjunum í Kuba. Korda gav henni einaferð eitt tvítak av hesi kendu myndini. Ein vælkendur italskur útgevari, Giangiacomo Fetrinelli, vitjaði atelierið hjá Korda í 1967, tá var Che framvegis á lívi, og bardist við guerilla´ini í boliviansku frumskógini. Fetrinelli handaði Korda ein lepa harið Haydée hevði skrivað soleiðis: ?Hesin italski vinurin leitar eftir eini mynd av Che, ið honum dámar. Vís honum tínar.?
Korda hevði ikki fyri neyðini at vísa honum myndina, tí hon hekk har í atelierinum. Hann varnaðist hana sjálvur og dámdi hana alt fyri eitt og bað um tvey tvítøk. Hann fór framvið aftur dagin eftir og fekk myndirnar, spurdur hvussu mikið hann skuldi hava afturfyri tær, svaraði Korda, at hetta var ein gáva. Fetrinelli fór aftur til Italia og goymdi myndina burtur. Tveir ella tríggjar mánaðir seinri var Che skotin og deyður og um somu tíð prentaði italiumaðurin plakatina (1 X 0,7 metur), og soleiðis gjørdist myndin heimsgitin, kanska tann mest selda í heiminum nakrantíð. Bara teir fyrstu seks mánaðirnar seldi hann eina millión eintøk av hesi myndini, ið framvegis gongur sum heitt breyð ímillum nútíðarungdómar.
Korda var eitt slag av hovfotografi hjá Fidel Castro fram til 1968. Ljósmyndagerðin var nærum avløgd og Granma var komin ístaðin fyri Revolución og Hoy. Granma brúkti ikki myndir á sama hátt sum hini bæði bløðini gjørdu í byrjanini. Tíðirnar broyttust og eisini mátin sum tíðindamenninir taklaðu hetta ymiska uppá, kanska var hetta ein lættari máti. Har var kanska ikki eitt so ásýniligt mál longur, men sjálvandi var málið har allíkavæl.
Men hóast hetta, so var Korda framvegis sannførdur um, at myndatøka kundi ríka sál hansara og sinnisrørslur, á hesi blá-grønu oyggj, Kuba. Hann fór nú undir at taka myndir upp undir sjóvarmálanum. Hetta var dagdvøljan fram um aðrar, hann hevði myndatólini og soleiðis mundu mong vikuskifti fara á havleiðunum kring hesa kendu oyggj. Hann var tilelvaður at fremja ella kanska at skapa eitt undirvatnsmyndastýrið til vísindaligar rannsóknir á vísindaliga háskúlanum, og hetta fekk hann eisini frá hondini. Hann virkaði við hesum í 12 ár og í áttatiárunum, trúgvur sum altíð, ímóti sær sjálvum, vendi hann aftur til mótan og mótamodellini.
Tað verður torført at finna ein meiri margbroyttan og serligan myndamann, í allari myndatøkusøguni, enn Alberto Korda. Síggja vit burtur frá tí, at hann er skaparin av teimum kendastu myndunum, til allar tíðir, í einum landi ella kanska í øllum londum, so loyvdi hann sær eisini tann framíhjárætt, at gerast meistarin í glógvandi og tølandi mótaheiminum harið guðdómligu modellirnar umgirdu hann. Kanska er okkurt samanfall. Tá ið hann avmyndaði søguligar løtur og menn skapti hann kanska søguna í farnu øld, sum varð somikið meiri ókyrr enn so mangar aðrar, á sín egna hátt. Hann helt fram við at vera meistarin í litspælinum, tøgnini, sakloysinum, hugnaliga heiminum undir sjóvarmálanum og hann kom aftur í hæddina í sínum brennandi og professionella lívi, fullur av treystleika og vísdómi, tá ið hann vendi aftur, ímillum gomul minnir og nýtt ágrýtni, til ótamda láturin og eleganta blíðskapin hjá mótafrillunum í Havanna.
Alberto Diaz Gutiérrez, alias Korda, andaðist í París í 2001. Legendan ið skapti eina aðra legendu hevði róð sín seinasta róður. Hvørgin teirra fer nakrantíð í gloymskunnar hav. Tað tryggjaðu teir sær við at fylgja huga sínum og hjarta.

?????
Jaime Sarusky er høvundur og tíðindamaður. Hann varð føddur í Havanna í 1931. Hann hevur givið tvær skaldsøgur út: ?La búsqueda? (1961) og ?Rebelión en la octava casa? (1967). Partar av bestu greinum hansara er útgivnar undir heitinum: ?El tiempo de los desconocidos? (1977) og ?El unicornio y otras invenciones? (1996). Í eini aðrari av bókum hansara, ?Los fantásmas de Omaja? (1966), er savnaðir rannsóknir hansara av minnilutum í Kuba. Hesir eru m.a. norður-amerikanarar, sviar, japanarar, fólk av indiska sub-kontinentinum og meksikanarar av Yucatan hálvoynni. Sarusky hevur hildið eina røð av fyrilestrum á lærdum háskúlum og mentastovnum í m.a. Stockhólmi, Gøteborg, Keypmanna-havn, San Francisco, Gijón, Candás, Toronto og aðrastaðir við.