Sum vit sita og blaða gjøgnum dagbókina yvir tær síðstu vikurnar, skilja vit, at tað verður ógvuliga ringt at velja og vraka. Alt hevur verið so spennandi, og vit hava upplivað eina rúgvu. Vit hava verið í Nepal í 3 vikur, og hetta er eitt ógvuliga sermerkt land. Nepal, ið er eitt kongaríki í Himmalaya-fjøllunum, liggur norðan fyri India og sunnan fyri Tibet. Landið er merkt av sera høgum fjøll-um og sera djúpum dølum. Í norðara parti av landinum liggja tey hægstu fjøllini í heiminum, harav 8 eru yvir 8000 m høg.
Høvuðsstaðurin eitur Kat-mandu og liggur nøku-lunda mitt í landinum. Har búgva uml. 700.000 fólk, og fólkatalið veksur alsamt. Eitt tað størsta vandamálið hjá Nepal er júst tann stóri fólkavøksturin. Tad er mett, at í ár 2050 fer fólkatalið at
verða trífaldað, og orsøkin til hetta er tann mest sjálvsagda, tá hugsað verður um menningarlond: Tað er ongin sosial trygdarskipan, so tey eru noydd at fáa nogv børn, ið so kunnu taka sær av teimum, tá tey verða gomul. Nepal er eitt sera fátækt land og fær eina ta hægstu menningarhjálpina í heiminum. Hetta fátækra-dømið sært tú eisini aftur allastaðni. Fólk búgva í skúrum, ið vit vanliga høvdu kallað hol í jørðini. Tey ganga í gomlum, skitnum klæðum, og tú hittir alla tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving. Tað eru nógv sløg av biddarum, og ringt er at skyna millum teir ?røttu³ og hinar, t.d. gongur ein ?heilagur maður³ runt á Durbar plássinum í Kat-mandu (eitt stórt torg við templum) og tekur pening fyri at verða avmyndadur. Tað sigst, at hann er ein av teimum ríkastu monnunum í dalinum.
Ferðin byrjaði
Ferð okkara byrjaði í Kat-mandu, har vit lendu uml. á middegi ein mikudag. Vit høvdu fingið at vitað, at tað var ongin trupulleiki at fáa visum á flogvøllinum, men vit gjørdust klókari. Fyrst máttu vit standa í kø at veksla - tað tók eitt langt og annað breitt - og síðan aftur at standa í kø fyri at fáa visum stemplað í passið. Áðrenn vit komu so langt, hoyrdu vit tilvildarliga, at tú skuldi hava mynd av tær
sjálvum fyri yvirhøvur at fáa visum. Hetta vistu vit onki um, og høvdu sjálv-andi ongar myndir. Ongin møguleiki var at taka myndir á flogvøllinum, so vit vórðu noydd at oyði-leggja okkara ungdómskort, ið gevur okkum avsláttur ymsastaðni. Aftaná funnu vit útav, at vit bara kundu havt goldið eitt sindur meira, so hevði tað verið í lagi.
Tá vit komu út av flog-vøllinum vórðu vit álopin av taxasjaførum, ið allir vildu hava okkum at koma við júst tí og tí bilinum. Hetta kemst av, at teir hava avtalur við hotellini um at fáa ómaksløn, »commiss-ion«, fyri at koyra ferðafólk hagar. Vit fóru so við einum, ið koyrdi okkum beint til tann dýra partin av Thamel, norðara býarpartin, har vit so vórðu slept inn a eitt hotell, ið var alt ov dýrt til okkum. Vit vórðu tó verandi her ta fyrstu náttina, tí vit vóru ógvuliga móð av at ferðast.
Gøturnar í Nepal
Vit vórðu verandi í Kat-mandu í 3 dagar, og bæði vóru samd í, at okkum dámdi ikki so væl har. Vit búðu nú í tí bíligara part-inum av býnum - í tí víða-gitnu Freakstreet, har allir hippi¹arnir hildu til i 60¹unum og 70¹unum. Nepal er heimskent fyri sín ?fría³ hugburð mótvegis rúsevnum, hóast hesi eru bannað. Hetta gjørdi at hippi¹arar streymaðu til landið í Flower Power tíð-ini. Søgur ganga um, at onkrir av hesum eru aldrin komnir víðari og ganga enn og mala í gøtunum í Kat-mandu. Vit halda okkum kanska hava sæð onkrar av hesum - men - okkara hug-flog eru eisini í ordan.
Tú leggur beinanvegin merki til henda áðurnevnda hugburð, tí tú kanst ikki ganga 100 m eftir gøtuni uttan at verða steðgaður av onkrum, ið vil selja tær slíkt. Tað er lætt at skilja hví, tí nepalesar halda allir, at tað er einasta orsøk til at ferðafólk koma higar, og hetta kann ein ikki siga teir
ringar fyri.
Hindutemplið
Tann eina dagin í Kat-mandu bjóðaði ein ungur maður seg at vera guide hjá okkum, og vit fóru so til gongu móti einum templi, kallað Monkey-temple. Hetta tempul var til heiðurs fyri Buddah, og lá uppi á einum høgum heyggi. Vit høvdu roknað við, at her var eitt tempul, og onki meir, men tap vísti seg, at tað var í veruleikanum ein heil landsbygd inni í templinum. Hetta vóru vit sera bilsin um. Søgan um templið er long og torskild, so hana koma vit ikki inn á, men tað løgnasta vit upplivdu her, var, tá vit fóru inn í eitt hindutempul. Tað er soleið-is at flestu nepalesar eru hinduistar, men eru stórliga ávirkaðir av Buddismuni. Tí var tað eisini eitt hindu-tempul í hesum »Monkey-temple«, tað var har inni at vit upplivdu hetta løgna; vit sóu/hoyrdu hindumunk-arnar biðja, og tad var nakað annað enn har heima. Teir vóru kanska einir tíggju/tolv, og allir høvdu hvør sína trummu, og bóðu hvør í sínum lagi. Av hesum stóðst ein infernalskur larmur, ið tyktist alt annað enn virðing fyri einum gudi. Hugsar tú um føroyska hugtakið ³at sita í andakt³, so var hetta júst tað øvugta.
Orsøkin til at tað verður nevnt monkeytemple er, at her heldur ein rúgva Rhesusapum til. Tær liva av ruski frá ferðafólkunum.
At rafta er at sigla
í gummibáti oman
eftir eini á við
hørðum streymi
Tann fjórða dagin í Kat-mandu fóru vit tíðliga upp, tí vit skuldu avstað við ein-um bussi, ið skuldi føra okkum til annað Trisuli. Har skuldu vit so rafta oman eftir, og hetta var eitt satt upplivilsi. Vit vóru seks fólk í bátinum, og eingin hevði roynt hetta fyrr. At rafta er at sigla í gummibáti oman eftir eini á við hørðum streymi, leysliga umsett. Fólkini hava eina ár í part, og sita á sjálvum kantinum. Har er einki at halda í, tá skalt sjálvur syrgja fyri at halda javnvágina, annars dettur tú útí. Tú fært bjarg-ingarvest og trygdarhjálm at verja teg móti fallinum.
Vit lærdi tær fáu kom-mando¹nar, og so byrjaðu vit. Í fyrstani var tað torført at finna javnvágina, men tað lærdu vit skjótt. Aftaná at hava raftað eitt sindur út á seinnapartin, koma vit til eitt stað, har streymurin var sera harður. Guidin bað okkum halda fast, og so brustu vit í alduna. Vit komu skeivt fyri, og báturin reisti seg. Knappliga lógu vit bæði og tvey onnur í ánni, men áðrenn vit fataðu tað heilt vóru vit togað upp aftur í bátin.
- Áðrenn vit fóru, hevði guidin greitt okkum frá, hvussu vit skuldu gera tá vit duttu útí, men tað høvdu vit als ikki tíð til at hugsa um. Vit vóru í ánni, og so vóru vit uppi í bátinum aftur! Tað var rættiliga skelkandi at uppliva, men aftaná vóru vit øll samd í, at tað var hædd-arpunktið á túrinum.
Nationalparkin
í Nepal, Chitwan
Eftir hetta vóru vit í tveir dagar í tí størstu national-parkini í Nepal, Chitwan. Har liva øll møgulig sløg av djórum, kend sum ókend. Vit sóu nú ikki so nógv av teimum, men tað var tó nóg spennandi fyri okkum. Vit sóu tvær kroko-dillur meðan vit róu í kano, og tá vit vóru inni í jungluni hittu vit eitt nasahorn. Tað var ein í so spennandi løta. Vit komu gangandi eftir gøtuni, tá guidin knappliga biður okkum tiga. Hann lurtar eina løtu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vistu ikki, um vit skuldu renna av hundanum til, ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk. Vit bíðaðu so eina løtu, og so bað hann okkum koma frameftir aftur. Hann peik-aði inn millum trøini og runnarnar, og har sóu vit í afturpartin á einum nasa-horni. Seinni fingu vit at vita, at tað var sera sjáld-samt at síggja nasahorn, tá tú vart til gongu, og at tey kundu vera vandamikil. Á gongutúrinum sóu vit eisini frísk fótaspor av einum ógvuliga stórum tikara. Hondin hjá John passaði lættliga flott niður í tey.
Ferðin niðan
á Sarangao-fjallið
Eftir túrin í Chitwan fóru vit víðari til tann næststørsta býin, Pokhara. Hesin býur liggur eitt sindur vestari enn Katmandu, og tað er her at allir ?trekkarar³ halda til. Tað eru teir, ið dáma at ganga í fjøllunum eftir teim-um smáu gøtunum. Orsøkin til hetta er, at nógv av teim-um høgu fjøllunum liggja í námind av býnum, so hann verður tað ?nátturliga byrj-unarstaðið¹. Vit hildu okk-um ikki vera nóg sterk til at fara ein slíkan túr, so vit hildu okkum til tað meira ferðafólkavinarliga Sarangao-fjallið. Tað er uml. 1600 m høgt, og er víðakent, av tí at útsýnið er av tí allarbesta. Serliga væl-umtókt millum ferðafólk er at ganga niðan ein seinna-part, síggja sólina seta, og síðani verða verandi til sólin kemur uppatftur. Hetta høvdu vit hoyrt var eitt satt upplivilsi. Vit høvdu eisini hoyrt, at tað skuldi taka uml. 4 tímar at ganga niðan eftir vegnum, og vit bóðu so ein taxabil koyra okkum til har hesin vegur byrjaði. Hann flenti at okkum, tá vit fóru av, og helt okkum vera ør at vilja ganga niðan. Tá vit høvdu gingið eina lítla løtu, róptu tveir drongir úr einum træi á okkum. Teir peikaðu okkum á eina gøtu, ið gekk niðan frá vegnum, og søgdu at vit skuldu ganga tann vegin. Annars hildu teir eisini, at John hevdi so sera vakurt hár. (Hann hevði júst trimmað sær, og líktist ongum!) Eitt lítið sindur seinni hittu vit ein ungan drong, ið bjóðaði sær til at vísa okkum allan vegin niðan. Vit tóku av, tíbetur. Tað vísti seg, at gøt-an var so kringlut og løgin - gjøgnum tún og veltir hjá fólki - at vit høvdu aldrin í verðini funnið sjálvi. Hendavegin skuldi tað taka okkum uml. 2 tímar, og hetta var eisini nógv strævn-ari. Bratt og ringt at ganga. So tungt, at Halla í roynd og veru misti ondina eina-ferd. Tað tók eitt sindur av ?sjarmuni¹ við túrinum. Vit hvíldu okkum so við jøvn-um - og títtum - millumbili, og tá prátaðu vit eitt sindur við guidina um ymiskt. Eisini hann hevði onkra viðmerking til hárið hjá John; tað tyktist sum um hann hevði viljað sagt tað allatíðina, men hevði ikki torað. Tá vit so bara flentu, tordi hann eisini at flenna, og tað so hjartaliga! Tætt við endan á gøtuni vórðu vit aftur steðgað av einum manni, ið spurdi, um John var boksari! Um ikki annað, so fær hann gjørt vart við seg nú!
Á Sarangao-fjallinum
Komin upp á toppin tók tað langa tíð, áðrenn vit orkaðu at flyta okkum. Vit høvdu eisini fingið at vita, at gistingarhúsini har uppi vóru serstakliga bílig, og hetta passaði eisini. Vit fingu eitt kamar fyri 12,-, men tað var eisini ússaligt. Dýnan var ikki vaskað í ár, men sjálvt um hon luktaði og var skitin, so kom hon væl við, tí hon var sera tjúkk. Vit hava sleipað eina
rúgvu av heitum klæðum við, tí tað skuldi vera kalt í Nepal, men tá vit so fyri fyrstu - og einastu - ferð høvdu brúk fyri teimum, høvdu vit gloymt tey! Tá sólin so fór niður, gjørdist tað ísakalt, so har var onki at gera uttan at krúpa undir dýnuna. Næsta dagin fóru vit upp kl.5.30, og bein-leiðis niðan á sjálvan topp-in. Har er ein pallur bygdur, ið lyftir teg upp um tey høgu trøini, og har settu vit okkum so at bíða. Himm-alin var longu vorðin eitt sindur gulligur, men sól-strálur vóru ongar enn. Fjøllini lógu kavaklødd og tignarlig í nánd, tey flestu millum 6000 til 8000 m. høg. Knappliga náddu tær fyrstu sólstrálurnar fjalla-tindin á teimum hægstu og so við og við sníktu tær seg niður móti skógarmarkin-um. Himmalin gjørdist reyðari, og við eitt kom ein lýsandi appilsingulur blettur til sjóndar handan eitt fjall. Tá gekk tað skjótt - eitt, tvey, trý, so stóð sólin øll sum hon var á himni. Vit kendu tað, sum um vit høvdu verið vitni til skap-anina av fyrsta degi. Tað var ein løgin/góð kensla at síggja hetta undrið, ið tað veruliga er. (Sjálvt um tað hendir hvønn einasta dag!)
Túrurin oman aftur var munandi lættari, sjálvt um beinini vóru eitt sindur eym frá degnum fyri.
Stórt fátækdømi
Pokhara býur er nógv meira merktur av ferðafólki enn Katmandu. Hetta kemst kanska av, at tey eru meira miðsavnað í Pokhara, og meira spjadd í Katmandu. Felags fyri báðar er, at tað eru ávís støð, har tú ikki sær ferðafólk nakrantíð. Hesum støðum hava vit gingið eitt sindur runt í, nú vit eru komin aftur til Katmandu, og fátækradømið er sera sjónskt. Húsini eru í ringum standi, og tey flestu hava ongantíð havt rútar í vind-eygunum. Tá hugsað verður um, at her gerst rættiliga kalt um veturin, er tað ikki stuttligt at ímynda sær. Vit hava eisini verið inni hjá einum húski; tað var við tí dronginum, ið vísti okkum Mondey-templið. Hann tví-helt um, at vit skuldu koma við og fáa ein kopp av sitrónte, og vit vildu sjálvandi fegin. At vit so fingu cola ístaðin, gjørdi minni. Vit mettu ?íbúðina³ at vera uml. 20-25 kvm. Har vóru ein dupultsong og ein vanlig song, og so eitt spild-urnýtt og stórt sjónvarp. Nakrar hillar á vegginum, og aftan fyri eitt teppi, køk-urin. Eitt borð við ymiskum húsarhaldsvørum á. Inni í hesum lítlu rúmum búðu tey so øll, seks fólk! Vit vóru heilt ovfarin, men tað er í sovorðnum løtum, at tú skilir hvussu gott vit hava tad har heima, og vit vóru takksom. Síðani visti tað seg, at pápin seldi ymisk prýði, ið tey vildu hava okk-um til at keypa. Sjálvandi!
Nýggjárið
Í hesum døgum halda Newararnir - meirilutin av íbúgvunum í Kat-mandu - nýggjár. Nágreini-liga ár 1118! Tað er ein festivalur, ið varir í 5 dagar, og hvønn einasta dag biðja tey til okkurt ávíst. Tað verður ov rúgvusmikið at greiða frá her, men tað vit leggja mest merki til, er tann hugtakandi veitslu-dámurin, ið er yvir býnum. Um sammetast skal við okkara umhvørvi, so kann ein ímynda sær jól, nýggjár og føstulávint alt í einum. Tú hoyrir buldur og brak dag og nátt, og børnini halda tað vera ógvuliga stuttligt at kasta kinesarar beint aftan fyri okkum, tá vit ganga eftir gøtuni.
Nógv er eftir at greiða frá um okkara ?upplivilsir¹ í Nepal, men okkurt má vera eftir at fortelja, tá vit koma heimaftur. Sum nú er fara vit at siga takk fyri okkum her úr Katmandum, og ong-in ivi kann vera um, at vit hava tað gott. Vit vóna tað sama fyri tykkum øll har heima. Um nakrar dagar fara vit víðari til Thailand, hetta hoyra tit um næstu ferð!³
Halla & John