Kinna Poulsen
Tá Ingálvur av Reyni hevur myndir við á framsýningum, verða tær seldar beinanvegin. Hetta var til dømis galdandi fyri framsýningina, hann hevði á Galleri Trap í Keypmannahavn í 1997 og fyri framsýningina, hann hevði í Galleri Åhuset í Køge í fjør. Tá stóðu fólk í kø fyri at keypa. Á sama hátt var keypihugurin øgiligur á framsýningini, sum nú var í Listaskálanum . Nóg væl, at fólk ikki fóru til hendurs. Ingálvur er sjálvur harmur um sín stóra fólkatokka, tí hann ivast og heldur fólkatokka vera eitt tekin um, at myndirnar ikki eru nóg erligar og góðar. Men hvat er hent? Alt tað, eg minnist, var tað heilt vanligt at flenna eitt sindur at teimum gráu og myrku, abstraktu myndunum hjá Ingálvi, sum í øllum førum ikki líktust tí, sum heitið sipaði til, antin tað var útsýni yvir Nólsoynna, Miðvágsbygd, ella okkurt annað. Men eru vit so vorðin klókari øll somul, meira opin so at vit fata meir? Ella er Ingálvur veruliga blivin ?ov lekkur?, sum hann sjálvur spyr í filminum ?Svartur Sannleiki?. Ella er tað bara tí, at hann verður 80 ár mánadagin og eftirhondini er vorðin kendur sum ein tann besti klassiski modernisturin í norðurlendskari myndlist?
Læruár
Ingálvur av Reyni fór niður í 1938 at ganga á tekniskúlanum hjá Bizzie Høyer, har eisini m.a. Ruth Smith hevði gingið nøkur ár frammanundan og fyrireikað seg til upptøku á kunstakademinum. Ingálvur kom á akademiið í 1943 og fekk har Kræsten Iversen og síðan Axel Jørgensen til lærarar. Um hin fyrra sigur Ingálvur í bókini Rød Regn: ?Kræsten Iversen var en udmærket underviser og en god kunstner, som givet fik en vis betydning for min videre udvikling. Ligesom han, følte jeg mig i det hele taget tiltalt af traditionerne fra den generation af klassiske modernister, som talte Giersing, Weie, Isakson, Rude og Høst?. Í fyrstu syftu var tað tó Axel Jørgensen, sum var tann, ið ávirkaði tann unga málaran mest. Professarin kravdi av sínum næmingum, at teir uttan fyrivarni skuldu fylgja hansara vegleiðing meðan teir gingu á akademinum. Hansara frálæra skuldi seta síni ófravíkiligu spor á eitt heilt ættarlið av donskum listafólkum. Hann var ein sera miðvísur lærari, ið var sera bundin at teirri vísindaligu litskipanini, sum stavar frá fronsku nýmpressionismuni og sum er grundað á mótsetningslitirnar og viðurskiftini teirra millum: ?Farverne opstår for vor bevidsthed gennem vort øjes møde med to farver, som hver især kun får sin eksistens ved hinanden. Før man møder en farves modsætning eksisterer farven ikke? (Axel Jørgensen, Gnisten og Ilden). Við støði í hesi litskipanini málaði Ingálvur av Reyni sínar myndir, sum so líðandi gjørdust meira og merira litríkar. Tað tók honum mong ár at koma burtur frá tí, hann hevði lært og finna sín egna veg. Hann byrjaði at brúka brúnt og grátt; litir, sum Axel Jørgensen hevði bannlýst. Hann leitaði og fekk í tøkum tíma íblástur frá einum dana, sum av fyrstan tíð var komin Føroya við bretska herinum. Jack Kampmann búsettist í 1948 í Føroyum og fekk virðismiklan týdning fyri føroyska listaumhvørvið. Franski málarin Paul Cézanne var ein umráðandi fyrimynd hjá Kampmann eins og koloristiska flatumálaríið hjá danska listamanninum Immanuel Ibsen fekk stóran týdning, eisini fyri Ingálv av Reyni. Umvegis Kampmann og Ibsen skilti Ingálvur av Reyni, at ein einstakur litur kundi vera berandi í myndini. Tá henda høvuðstreyt var lokin, kundi eitt bjart litidæmi leggjast aftrat myndina, men ikki ov nógv. Myndirnar hjá Ingálvi gjørdust nú myrkari og støðugt einfaldari bæði viðvíkjandi litavali og kompositión. Spakuliga fann hann sítt egna stev og tordi at nærkast tí nonfigurativa.
Frambrot
Í 1961 hevði Ingálvur av Reyni eina framsýning, sum hann sjálvur metir vera avgerandi fyri sína listarligu leið. Á framsýningini hingu fleiri nonfigurativar myndir við heitinum Kurpali. Tann eina av teimum er avmyndað í stóru bókini um Ingálv, sum júst er endurútgivin. Á lítla løriftið (55 x 40 cm) eru málaðir fýrkantaðir og avlangir flatar, ið saman mynda eina vertikala kompositión, sum er sundurbýtt í trý avlong skap. Tey ytru eru myrk, svørt, brún og grá og rípan í miðjuni er ljósari eisini í gráum og brúnum litum. Nakað ovarliga koma bjartir litir undan; reytt og gult. Fyrst og fremst er myndin eitt frálíkt dømi um litskipanina hjá áðurnevnda Ibsen, men hon er sjálvandi annað og meira enn tað. Tann ljósari rondin gerst breiðari uppeftir, men myndin tykist allíkavæl halda eini javnvág m.a. av tí, at rondin eisini gerst breiðari niðast, har hon líkasum fær ein fót at standa á. Kompositiónin er harmonisk og vælskipað, men allíkavæl er einki støðufast yvir myndini. Tað tykist sum um okkurt er við at henda; ljósið brýtur sær veg fram úr myrkrinum. Nú var tað ikki soleiðis, at Ingálvur av Reyni kom inn á nonfigurativa leið fyri at vera. Allatíðina hevur hann málað landslagsmyndir við einum meir ella minni abstraktum myndamálið.
Flatumálarí
Landslagsmyndirnar fáa upp gjøgnum sekstiárini alsamt hægri sjónarring, sum meir og meri líkist eini rípu uttan dýpd. Eisini eru landslagsformarnir umgyrdir av tjúkkum, svørtum konturlinjum. Tessvegna er talan um nakrar rættiliga stiliseraðar og ónaturalistiskar landslagsmyndir, har dentur verður lagdur á sjálvan yvirflatan á løriftinum. Seinni í sekstiárinum verður henda stranga skipanin av myndevninum avloyst av fríari pensilsstrokum og ekspressivum sterkum litum. Hesar myndirnar hava í stóran mun givið nógvum føroyskum listafólkum íblástur.
Ein gátufør mynd
Ein onnur mynd, sum eg ikki kann lata vera við at nevna, er ?Gráur morgun? frá 1970, sum er ogn Føroya Listasavn. Hetta er ein merkiliga afturlætin mynd, sum við sínum margtýdni sýnist spæla við fatanina. Myndevnið er møguliga eitt landslag, men tað er rættiliga abstraherað. Sum so ofta í teimum vertikalu kompositiónunum hjá Ingálvi er myndflatin býttur upp í tríggir avlangir formar. Myndarúmið tykist ógviliga kompakt og tungt, forgrundin fyllir tað mesta og ikki hómast nógv, ið kann sambindast við luft. Ova-liga í myndini sæst ein strika við einum rundum skapi omanyvir. Ein sól oman yvir eini havsbrúgv? Tað er ikki vist, tí rúmdin í myndini tykist fleirtýðug. Havsbrúgvin kann eisini vera ovasta linjan í einum stórum avlongum skapi, sum tykist traðka fram og sum minnir um eina hurð, tú kanst lata upp. Myndin er gátufør og ógviliga ekspressiv. Grátt finnist í óteljandi variantum og Ingálvur av Reyni man hava granskað teir flestu. Hjá honum er tað gráa føroyska náttarmyrkri runnið saman við eini franskari litkenslu. Ein mynd sum ?Háfellislendið? frá 1983, sum plagar at hanga uppi í Listaskálanum gevur eina ábending um hvat tað er, sum Ingálvur av Reyni roynir at úttrykkja.Í staðin fyri at mála eftir og skráseta fjallið á eitt lørift, ger hann fjallið til eina mynd, sum er nakað í sjálvum sær. Hann stríðist við myndevninum, abstraherar inntil sjálvur essensurin er eftir. Sjálvur luturin er burtur, bert hugsanin og kenslan eru eftir.
Tey ganga á vegnum og bíða
Síðan sjeytiárini hevur Ingálvur roynt seg við stórum figurkompositiónum. Ein tann mest væleydnaða eitur ?Tey ganga á vegnum og bíða? frá 1988. Ein ótrúliga sterk mynd bæði listarligt, men eisini hvat viðvíkur innihaldinum. Myndin er lutvíst bygd á minnir hjá Ingálvi um tá hann var barn og sá tey gomlu, sum kanska høvdu mist onkran og nú gingu á vegnum og bíðaðu. Tá hann seinni las Prædikarin kom myndin, sum hann hevði sæð í fjøruti- og fimtiárunum aftur fram fyri hann og hann fór nú í gongd við at mála fólkini inn í eina stóra mynd. Ingálvur hevur í hesu mynd rakt sama dapra og stórsligna tóna sum merkir dapurskygda Prædikaran í kap.12,1-5: ?Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma og árini nærkast, sum tú fert at sig um: Tey líkar mær ikki!? Áðrenn sól og máni og stjørnur verða fjald í myrkri, og skýggini koma aftur eftir regnið, tá ið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, tá ið tær, ið á kvørnum mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja, tá íð báðar útdyrnar verða læstar, og ljóðið frá kvørnini minkar, so tað ljóðar ikki harðari, enn spurvur letur, og allar tær, ið syngja, verða lágmæltar, tá ið ein stúrir fyri hvørji brekku, og ræðslur lúra á vegnum, tá ið mandlutræið blómar, tá ið grashoppan ekur seg avstað, og kapersberið missir kraftina ? nú menniskjað fer avstað til æviga bústað sín, og hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða ??. Hetta er eitt koloristiskt meistaraverk. Tá tú stendur nakað frá og hyggur, savnast formarnir til einum ringi av fólki, sum við boygdum høvdum ganga runt í eini ævigari ringrás uttan byrjan ella enda. Myndin er skipað í trimum høvuðslitum, svart, reytt og hvítt, men fert tú nærri, sært tú hvussu ótrúliga rík palettin er við grønum, gulum, bláum, brúnum og gráum. Litirnir fáa alla myndina at skyggja á ein linnandi hátt, sum brýtur tað harða og dapra. Kvinnufigururin til vinstru í myndini er ótrúliga vakur, tykist onkursvegna umgyrdur av eini auru av kærleika.
Smáar og stórar myndir
Ingálvur av Reyni hevði einar fimm myndir við á Ólavsøkuframsýningini. Mær dámar væl hansara smáu myndir, bæði olju- og vatnlitsmyndirnar, sum ofta tykjast meira spontanar og kanska eitt sindur minni tryggar enn tær stóru. Onkrar eru góðar, aðrar kanska minni góðar og soleiðis má tað vera so leingi listamaðurin er opin og leitar. Eitt myndevni, sum Ingálvur hevur arbeitt nógv við seinastu árini er trolarin. Ein tann besta av hesum er ein monumental mynd við heitinum ?Trolaradekk?, sum eg sá fyri fyrstu ferð á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Til alla lukku hevur listasavnið keypt myndina, so hon er vorðin partur av føstu framsýningini. Á onkran merkiligan hátt minnir hon meg á eina av fyrimyndunum hjá Ingálvi av Reyni, sum hann skrivaði um í Braga herfyri. Tað er myndin ?Orrustan við San Romano?, sum Paolo Ucello málaði umleið 1455-60. Tað er tann sami dynamikkurin, sum merkir báðar myndirnar; tað figurativu hjá Uccello og tað abstraktu hjá Ingálvi. Í filminum ?Svartur sannleiki? síggja vit Ingálv standa framman fyri hesum meistaraverkinum og greiða frá myndini, sum hevur hugtikið hann í mong ár: ?Svart, kraftigt reytt og so hvítt í abstraktum formum. Hetta er í veruleikanum eitt øgiliga abstrakt bílæt?. Vit vænta og vóna, at Ingálvur fer at halda fram við á henda hátt at hugsa kritiskt og at mála og fram fyri alt vóna vit, at hann fer at halda fram við at ivast, tí ivin heldur lív í listini. Við hesum orðum vilja vit ynskja Ingálvi av Reyni hjartaliga tillukku á 80 ára føðingardegnum
Heimildir:
Finn Terman Fredriksen:
Rød Regn 1998
Svartur sannleiki (filmur):
Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen
Kinna Poulsen:
Hvørja ferð mynd.. Viðskerin 24. jan 1998










