1. partur
Langabbi æt Sámal Petersen. Hann var ættaður av Miðgerði í Kollafirði, og langomma Elsa Bergitta f. Jacobsen var slektað hiðani úr Havn. Hon var systir Jákup á Kamarinum, Koppa Jákup tey róptu. Tey hittust í Kvívík, hagar langomma fór at tæna, meðan langabbi var røktingarmaður hjá prestinum.
Langabbi gjørdist síðan uppsitari á amtmannsgarðinum í Horni. Prestur man hava lagt gott orð inn fyri tey.
Langabbi kom á Hornagarðin í 1867 og var har til 1885. Uppsitarahúsini vóru Hornahúsini úti við J. C. Svabosgøtu. Tey hevur kommunan sett í stand og nýtir sum móttøkuhús.
Børn teirra Magnus og Katrina vóru fødd í Kvívík. Hini børnini vóru fødd á Hornagarðinum.
Magnus var giftur, tá langabbi fór av Hornagarðinum. Kona hansara æt Elisabeth. Tey vóru foreldur Vilhelm, Magnus og Evu, konu Thomas Arge.
Katrina abbasystir varð gift í Kollafirði við Niclas inni á Heyggi. Tey vóru barnleys, men ein drongur vaks upp hjá teimu. Elisabeth fór til Klasvíkar og varð gift við Jákup bónda á Biskupstø. Petur bleiv bakari í Klaksvík og giftist við systir Jógvan Waagstein. Andrias bleiv so “bakarin í Horni”. Petur og Andrias lærdu til bakara hjá gamla Restorff heima á Áarvegnum.
Spældi óklárur við amtmannin
Upprunin til Hornahúsini í Tróndargøtu er ein heilt serliga søgu. Eitt skip var strandað í Álakeri. Langabbi bjargaði manningini og hýsti henni, til hon fór avstað aftur. Seinni koma 40 ríkisdalarar í gulli til langabba sum bjargingarløn. Amtmaðurin kravdi hendan pening til sín, tí hann átti Álaker, har skipið kom á land. Hetta var ein partur av garðinum. Onnur grundgeving var, at langabbi hevði nýtt bát og húskallar hjá garðinum til bjargingina. Hetta kom til sak, sum langabbi vann. Afturfyri misti hann tískil garðin. Men fyri peningin hann vann, bygdi hann í tí, sum nú kallast Tróndargøta. Í dag er hetta miðbýurin í Havn. Men tá í 1889 var hetta uttanfyri ”lóg og rætt” og kallaðist Nybo, sum eisini stóð sum bústaður á postinum. Hetta eru húsini, sum enn eru í Horni. Her búðu omma og abbi alla sína tíð. Johannes pápabeiggi giftist við Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu, og tey giftust inn. Johannes er deyður, og nú býr 96 ára gamla Petra her.
Fyrstu føroyingar við Smirli
Omma og abbi vóru Elsebeth og Dánjal í Horni. Omma var dóttir Palla í Skotinum. Hon átti tveir beiggjar, Jóan Magnus og Jóhannes. Jóan Magnus bleiv burtur á Vestaruvág í Havn, og Johannes doyði umborð á Surprice. Hann var motorpassari og varð roykeitraður. Johannes var giftur við Angeliku, sum sat einkja í 60 ár sum umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu. Ein sonur teirra var Palli Henriksen, sum var ein kendur politikkari í Havn.
Fyrsta skip abbi sigldi við var hjá Østrøm og kallaðist Enigheden. Tað sigldi uppá Leith í Skotland. Hetta var eitt dampskip, og hann byrjaði sum fýrbøtari. Hann kom at vera maskinmaður restina av síni tíð, hóast hann ikki hevði papír og mátti hava undantaksloyvi hvørt ár.
Hann var eisini við hvalabátum og við Isafold hjá Skipafelagnum. Abbi sigldi uppá England og Týskland og aðra staðni. Hann kom umborð í Smiril í 1898 saman við Niklas í Køk. Smiril kom til Føroyar í 1895 keyptur av Mortensen monnunum til ferðafólkasigling. Øll manningin var tá donsk. Skiparin kallaðist Clausen. Teir báðir vóru fyrstu føroyingar við Smirli.
Fyrst í 1900 byrjar bollafabrikkin hjá Jacob Lützen, og tá kemur abbi at arbeiða har. Har var nógv fólk til arbeiðis bæði kvinnur og menn. Til dømis kunnu nevnast Adolf hjá Rubekki, Dia á Lava, Tummas Juel Michelsen og Jákup Mikal. Tað vóru nógvir stórir arbeiðsgevarar tá. Teir vóru til dømis Restorff, Evensen og Handilsforeiningin, sum allir høvdu nógv arbeiði. Í Havn var tískil sera liviligt fyrst í øldini.
Abbi er fyrst og fremt kendur sum maskinmeistari á Ruth, sum var fyrsta ferðamannaskip hjá Mjólkaforsýningini, sum var stovnað fyri júst 100 árum síðani. Her sigldi hann við í nógv ár.
Pápabeiggjarnir
Pápi fekk sær navnið Norðfoss. Tað vóru fleiri við sama eftirnavni, Samuelsen, sum búðu á Tinghúsvegnum, har vit búðu eitt skifti. Tí kom ofta bland í postin, so neyðugt varð við einum øðrum eftirnavni.
Beiggjarnir hjá pápa vóru: Edvard, sum hevði spinnarí saman við Johan Evensen. Johan, sum var maskinmeistari og sigldu við donsku marinuni. Hann doyði 27 ára gamal í 1918 av sponsku sjúku. Herskip kom á Havnina við honum, og hann er grivin í gamla kirkjugarði í Havn. Honum varð eg uppkallaður eftir.
Dimmalætting skrivaði um Johan, at hann var lívsglaður, dámligur, evnaríkur og rættsinnaður ungur maður. Hann var Føroyar til æru, hvar hann ferðaðist.
Bernhard giftist til Fuglafjarðar. Hann var eisini bakari. Hann datt oman og doyði. Alex, Karl og Johannes búðu í Havn. Tað var ein systir, Magnhild, sum giftist við Gøtu-Jens. Hann var eisini kendur sum Bomm-Jens, tí hann hevði bommvirki.
Teir vóru sjey beiggjar og bert ein systir. Tað stuttliga var, at fleiri av beiggjunum, og serliga Bernhard og pápi, vóru sera húsligir. Teir kundu hjálpa mammuni bæði at vaska og rudda. Men tá hetta var »skomm« fyri ein drong, mátti eingin sleppa at síggja hetta í verki. Tí varð hurðin læst, áðrenn teir fóru til verka!
Ættin á Eiði
Mamma mín, Anna, var av Eiði, so har átti eg skyldfólk. Eg átti tríggir mammubeiggjar. Teir vóru Pedda, sum var giftur við Sannelenu, sum doyði í vár nærum 100 ára gomul, Jógvan, sum búði við Ljósá, og Poul, sum búði í Havn. Hann var pápi Bambus, kendur fotografur í Havn. Ein mostir var Jacobina í Pállshúsi, sum gjørdist 102 ár. Ein onnur mostir var Lena, sum var gift við Óla Jákup á Sandi og so Luffa. Í báðar ættir eru tey blivin sera gomul, ofta meira enn 90 og úti ímóti 100 árum. Abbi gjørdist 95 ár og var raskur til tað seinasta.
Uppvaksin í Horni
Eg eri uppvaksin í Horni í einum sera góðum umhvørvi, har tað altíð var nóg mikið um at vera. Har vóru nógv, sum høvdu ross. Hetta var eitt frálíkt umhvørvi fyri ein ungan drong. Tað var eisini ein á, sum rann niðri í Bø. Har var gaman at spæla. Í Bøgøtu beint við var bakaríið hjá Andreas abbabeiggja. Her luktaði væl. Her var eisini nógv lív við nógvum kundum. Í bakarínum varð javnan skipað fyri dansi. Har kom nógv fólk, eisini av Argjum, Velbastað og Kirkjubø.
Longri niðri vóru nógvar smiðir. Her var stuttligt at síggja eld og neistarok. Smiðurnar vóru hjá Magnus Sivar Simonsen, abbi Erling og Marner Simonsen, Sigmund á Argjum, Jens hjá Húsa-Poulinu, Askham og Hans Arge.
Í Tórsgøtu nærindis var eisini nógv lív, tí her var meiaríið við øllum tí trafikki, sum kom frá mjólkabátunum. Her komu eisini flestu havnarfólk at keypa mjólk í spannum. Longri uppi vóru handlar hjá Frants Restorff, Lamba Jóannes, Ludvig Poulsen og aðrir.
Har klædnahandilin hjá Kissa er í dag, var ein mjólkahandil. Her kundi fáast mjólk beinleiðis frá kúnni. Hendan handil átti eitt mjólkafelag, har millum aðrir Hornabóndin var uppi í. Hendan mjólkin var serliga ætlað børnum, sum ikki skuldu hava pasteuriseraða mjólk. Fólk í Havn, sum høvdu mjólk til avlops, kundu eisini lata hana inn har.
Í grannalagnum var eisini gamla Danmark, har Andreas seglmakarin var vertur. Har kom nógv fólk, tí har var kafé, har tey eisini seldu øl. Eisini var dansað. Har komu nógvir útlendingar serliga skipsmenn. Andreas var sonur Eiðis Poul, og hann gjørdist nærum 100 ár.
Konradsbrekka, sum nú kallast Gríms Kambansgøta, var høvuðsgøtan á okkara leiðum tá í tíðini. Tá var Dr. Jacobsensgøta ikki komin. Hon var tá bert ein smøl gøta. Í Konradsbrekku kendi eg eisini nógv fólk. Eg plagdi at vera inni á skómakaraverkstaðnum hjá abba tínum Pola. Har kom so nógv fólk inn bert fyri at práta. Poli var kendur fyri at vera so hugnaligur, og hann dugdi væl at greiða frá.
Eg kendi eisini tey hjá Agnas á Dul. Gekk í skúla saman við Bjørgu, sum giftist við enskum hermanni og flutti til Bretlands.
Hvør árstíð sítt eyðkenni
Tá kundi so ikki talast um ein deyðan miðbý, sum tað verður gjørt í dag.
Hvør árstíð hevði sítt eyðkenni. Um várið skuldu køstarnir tømast. Tá komu rossini til arbeiðis at fáa tøðini út á traðirnar. Skipini skuldu eisini riggast til, og tá var meira enn nokk at gera hjá smiðunum.
Á sumri var tað eplir og hoyggjing. Um heystið, tá ið skurðurin var, komu heili fylgi av seyði til Havnar av bygd, og tey vóru rikin oman eftir gøtunum til teir, sum skuldu slakta seyðin. Tá vóru tað serliga Lamba Jóannes og Karl hjá Vágaheina, sum tóku móti seyði.
Út eftir Bryggjubakka vóru nøkur pakkhús, her breiddu teir fisk. Vit spældu har og høvdu til fragd at renna upp og niður eftir hesum tøkum. Tað, sum nú eitur Karlsborg, var tað uttasta av hesum húsum.
Hetta var, áðrenn nakar brimgarður var komin. Her var ofta eisini brim, og tá hildu børnini tað eisini vera spennandi at spæla á sandinum. Hetta førdi eisini mangan karmin við sær, sum so mamman mátti taka upp.
Brúgvarnar
Eg minnist 12 brúgvar í Havn, har tað var ymiskt virksemi. Tann fyrsta brúgvin, sum var á vestaru síðu, var Shellbrúgvin, sum lá beint út frá Bacalao. Hetta var á Rundingini beint við Skipasmiðjuna. Hesa brúnna brúkti Christian Holm Jacobsen til oljusølu. Fyrst var oljan bert seld í tunnum, men sum frá leið fekk hann eisini oljutangar. Kendir havnarmenn, sum Johan Shell og Jóhannes í Króki, arbeiddu her. Ein kend kvinna, sum arbeiddi á skrivstovuni, var Maria Shell. Hon æt annars Lervig til eftirnavn og var ættað av Regni í Lorvík.
Müllers brúgv var, sum navnið sigur, undir Müllers pakkhúsi. Her plagdu skipini at landa saltfisk og taka útgerð, so sum segl, umborð. Síðan kom Høgakaj, sum er út frá Skeiva Pakkhúsi. Navnið hevur hon av, at hon var so høg. Skip, sum komu við koli løgdu at her, og lossaðu uppí trillubørur, sum so vórðu trillaðar inn á kolagoymsluna hjá Valdemar Lützen. Brúgvin varð tikin niður um veturin. Skipini komu nevniliga bert við koli á sumri.
Síðan er tað Lágakei, sum er við sunnara enda av gomlu fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, har tað nú er eitt kappróðrarneyst hjá Knørri. Beint við var kaiin hjá Østrøm. Her komu bátar við sild av Skálafjørðinum. Teir landaðu til Valdemar Lützen, sum hevði frystarí og ísvirki. Hann hevði ein træpir við krana. Niðan frá brúnni kundi koyrast eftir einum jarnbanaspori beinleiðis inn á fabrikkina. Tað var rættuliga framkomið.
So koma vit til Gomlubrúgv. Hon var útfrá har, sum Impo var, og Tannlæknastovan hjá Margit Svarrer nú er. Síðan var tað Vágsbotnur, sum gekk út til Uvak, har Annfinn Hansen nú hevur advokatvirki.
Rasmussarbrúgv var eitt sindur longri úti har, sum smiðjan hjá Wensil Petersen var. Longri úti var við Skinnarasker.
Tá vit koma yvirum, koma vit fyrst til Vippuna úti í Tinganesi. Tað er einki millum Sælingahelluna og Vippuna. So koma vit til Evensens brúgv. Har var fiskapakkhús. Fiskurin var førdur frá Rundingi við báti yvir til hetta pakkhúsi, eftir at hann var turkaður. Her var hann pakkaður og avskipaður. Har hevði Evensen eisini handil í Kristnastovu.
Síðan er tað Kongabrúgvin, sum hevur sítt navn frá kongavitjanina í 1874. Seinast er tað sjálv kaiin, sum kom í 1926.
Ósjónlig mørk
Hóast Havnin var lítil, hildu fólk seg á sínum »heimabeiti«. Vit komu tí ikki so nógv yvir á Eystaru Vág. Tá vóru ósjónlig mørk, og markið var Havnará. Hetta var eisini galdandi fyri teir vaksnu. Vanligt var ikki at fara um mark. Hvør helt seg á sínum øki. Menninir vestanfyri plagdu at standa undir húsunum hjá Heinesen, nú Miðlahúsið, í Vágsbotni, og eystanfyri plagdu teir at standa undir húsunum í Geil, har Tryggingarfelagið Føroyar nú er. Inni her var eisini Geilaklokkan. Her kundi fylgjast við, nær tíð var at fara til útróðrar við at lurta eftir sløgunum á klokkuni.
Millum teir menn, sum plagdu at standa har, vóru Poul á Kirkjuveg, Berint í Árnafirði, Hanus í Smiðjustovu og Hanus í Rituvík.
Hinumegin vóru tað Andreas á Kák, Agga, Kinamenninir, teir vóru Hanne, Kristian, Klæmint. Aðrir vóru Nigga hjá Fransinum og teir hjá Hósvíks Jákup, sum vóru Nigga og Dánjal.
Menninir høvdu tíðindini, sum teir prátaðu um, og ofta vóru tey broytt, sum tey fóru frá einum munni til annan.
Tað var stuttligt hjá einum smádreingi at lurta. Tað vóru nakrir fáir, sum høvdu radio, og hesir kundu bera tey tíðindi, teir hoyrdu, fram á heilt ymiskan hátt.
Mistu húsini
Fyrstu árini búðu vit í Horni heima hjá ommu og abba. Men pápi bygdi uppi í Tvørgøtu. Men hann kom til skaða umborð á einum enskum trolara og misti inntøku í eitt heilt ár. Úrslitið av hesum var, at vit mistu húsini.
Tá bleiv pápi eitt sindur trútin, og hann segði, at hann skuldi ikki aftur koma í eina slíka støðu, at hann skuldi skylda nakað. Tað gjørdi hann heldur ikki.
Tá fóru vit at leiga ymsa staðni í býnum. Millum annað leigaðu vit uppi hjá Skælingseinkjuni upp við gomlu brandstøðina í Tróndargøtu. Haðani fóru vit til Bil Óla, har Mimir er í dag. Vit búðu eitt ár uppi á loftinum og eitt ár í neðra. Harfrá fóru vit til Herthu Niclassen. Leigan var 20 kr. um mánaðin. Men tað var ikki lætt. Tað var einki arbeiði og harvið ongir pengar. So fóru vit niðan á Tinghúsvegin, og har vóru vit undir øllum krígnum. At leiga var sera strævið. Húsini skuldu ikki rørast. Tað bar ikki til so frægt sum at seta ein nagla í nakrastaðni. Tað var heldur ikki altíð, at húsini vóru í so góðum standi.
Tá vit bygdu herúti við Gráastein, átti pápi hesa trønna, sum hann fekk umleið 1936. Vit bygdu hús her og fluttu inn krossmessudag 3. mai í 1947. Við búðu saman alla tíðina, sum foreldrini livdu.
Pápi var so bangin fyri at koma í skuld, at tað vardi leingi, til vit fingu ravmagn. Tað var jú so øgiliga dýrt at brúka. Ein kilowatttími kostaði eina krónu ella tað sama sum eina tímaløn. Tá við so endiliga fingu elektrisitet, høvdu vit bert tvær perir, sum heldur ikki sluppu at lýsa óneyðugt.
Í skúla
Eg byrjaði at ganga í skúla hjá frú Mohr við Landavegin. Hon hevði ein av teimum mongu privatskúlunum, sum vóru í Havn umframt kommunuskúlan. Her skuldi gjaldast eitt skúlagjald.
Anna Sofía Mohr var dóttir Ludda í Dali. Hon var gift við Jens Martin Mohr, sum var av Sandi. Hann doyði ungur.
Frú Mohr hevði nógvar næmingar. Á onkrari næmingamynd síggjast um 50 næmingar. Hon hevði tvey hold av næmingum.
Petur Háberg, føddur 1914, gekk eisini í skúla hjá frú Mohr.
Hann greiðir frá hesi skúlagongd í Hugbirtingum. Har vóru tríggjar borðlongdir, og hon sat við endan á miðlongdini.
Petur greiðir eisini frá, at ein av merkisdøgunum var, tá ið frú Mohr gjørdi av, at nú skuldu tey fara ein túr til Velbastaðar – til gongu sjálvandi. Til eina slíka ferð slapp hann at keypa eina fløsku av nýggjum sodavatni, sum Ydun seldi, »Tutti-frutti«. Tað var dagur í viku.
Anna Sofía Mohr hevði privatskúla frá 1921 til 1943. Hon doyði 7. apríl 1952 og er jarðað undir liðuni á manninum í gamla kirkjugarði í Havn.
Har gekk eg eitt ár. Tá brúktu vit griffil og talvu. Men ráðini vóru ikki til at halda áfram.
Síðan fór eg í kommunuskúlan á Vaglinum, har býráðshúsini eru nú. Her var Poul Jensen yvirlærari, Waagstein var sanglærari, Hanus Kamban hevði søgu, gamli Kjeld hevði okkum í føroyskum og Sámal Erik Matras hevði rokning. So var tað frú Bajer til gentufak, sum seyming og fimleik. Frk. Sivertsen hevði teir yngru flokkarnar í skriving. Petur Snikk var sloydlærari. Hetta var ein stórur munar at koma frá einum skúla við bert einum lærari.
Við kommunuskúlan var eisini ein brandskúrur, har brandøvilsir vóru. Tá plagdu vit at vera við, og tá var tað stuttligt at fáa karm.
Eg var ongantíð í sætta klassa. Eg fór úr fimta uppí sjeynda klassa.
Eg tímdi so illa at ganga í skúla seinasta árið. Tá vóru vit bert tveir dreingir. Jógvan Johansen á Lag og eg.
Terping var loysnin
Skúlaskapurin var fyri ein stóran part terping. Kundi tú endurgeva fyri læraranum orðarætt tað, sum tú hevði havt fyri nakrar dagar frammanundan, so var sloppið. So tað ráddi um at hava eitt gott minni, og tað hevði eg eisini.
Tað var annars nakað lort at hava lopið ein klassa um. Tí tá ið kríggið kom, var eg púra sørur fyri søgu í Europa og Afrika, sum tað hevði verið hent at vita nakað um tá. Í fyrsta umfari vóru tað hesar heimspartar, kríggið snúi seg um.
Eg hevði lært um Amerika og Australia, sum var so nógv longri burtur. Danmarkarsøgu dugdi eg næstan uttanat.
Men eg vil siga, at tað var ein góður skúli, og lærararnir gjørdu nokk so nógv við tað.
Poul Jensen var ein so øgiligur sambandsmaður, og tað var danskt, eingin ivi um tað. Danskt lærdu vit eisini væl, og hetta kom til góðar, tá ið eg seinni fór á maskinskúla.
Men her var disiplin. Tann lúsingin, man fekk frá Poul Jensen, hann gloymdi mann ikki. Tað var fult drøn á kassan.
Tá skipini komu aftur av Suðurlandinum, og fiskaabeiðið byrjaði tað árið eg vildi verið 14 ár, stakk eg av úr skúlanum. Eg fór at arbeiða fisk Uppi á Nabb hjá Heinesen. Teir komu eftir mær og mestsum meldaðu meg, tí eg ikki gekk í skúla, men eg legði einki í tað. Tá ið tað var regn og ikki arbeiðandi, var eg kortini í skúla.
_____________________
Frásøgnin hjá Albert
Samstundis sum vit prenta frásøgnina hjá Johan fara vit eisini at endurgeva brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge hevði við Albert, pápa Johan, í 1980. Albert var 85 ára gamal tá. Hesar báðar frásagnirnar geva tilsamans eina góða mynd av lívinum hjá tveimum havnarmonnum í 1900 talinum
Fyrsti parturin av frásøgnini hjá Albert er um ættina og gomlu Havnina. Hetta er fyri ein stóran part nakað tað sama sum Johan greiðir frá. Vit taka fyrst nakað av tí, sum hann greiðir frá um, tá ið hann var smádrongur:
Eg fór sum smádrongur at bera breyð fyr Andrias í Horni við einum innilukkaðum leypi. Kann minnast, at eg fór niðan til Hans undir Kletti, sum hevði handil. Hjá Andriasi vóru nógv sløg av kakum, og vinarbreyðini hjá honum høvdu sera gott orð á sær.
Eg reiddi torv fyri ommubeiggja Jákup á Kamarinum, pápa Magnus, úti í Marknagili við rossi og leypum. Eg reiddi eisini tøð fyi Jákup á Lava umframt tað, at eg eisini gekk í skúla.
Eg arbeiddi eisini í fiski hjá Restorff í Álakeri, har Carl Bærentsen var formaður. Tá ið støðgur var í arbeiðinum, plagdu vit at spyrja, um vit kundu sleppa í Sandagerð at svimja. Tað var í lagi, men vit fingu boð um at vera skjótir aftur. Har vóru tveir hyljar. Ein var longri uppi, har eg lærdi meg at svimja.
Árini gingu, og mann skuldi konfirmerast. Vit vóru 30 konfirmantar, 21 dreingir 9 gentur. Presturin æt Mads Hansen. Hann var dámligur og fittur maður.
Konfirmatiónsmyndin er endurgivin á síðu 76 í Havnarbókini hjá Birgari Johannesen. Allar genturnar eru í svørtum kjóla, meðan fleiri av dreingjunum eru í matrósaklæðum. Aðrir hava stíva flippu.
Fari burtur í stóru verð
Í 1910 var eg 15 ára gamal og vildi sleppa at royna sjólívið. Nú kemur eitt havrannsóknarskip hjá danska statinum, Thor, á Havnina og manglar tveir menn, ein messudrong og ein matrós. Eg fór við sum messudrongur og Hans Jakku í Dalólastovu bleiv matrósur. Hann var 10 ár eldri enn eg og hevði siglt fyrr. Hann var befarin, dugdi væl at seyma segl og slíkt, og hann var eisini navigatørur.
Eg minnist, at hann lá á landnyrðingi, tá vit fóru. Vit royndu á Nólsoyarbankanum, men tað var bert við tættmeskaðum posa eftir yngli. Leiðari var kendi fiskifrøðingurin dr. Johannes Smith, sum hevði fleiri vísindamenn afturat sær. Skipari var Georg Hansen. Manningin var annars donsk.
Fyrsta pláss vit komu til var Stornoway. Vit skuldu taka hovmeistara umborð her. Vit fortsettu vestanfyri England og komu inn í Swansea, ein kolbýur, og her var fult av koldusti. Her tóku vit eisini kol. Thor var ein fyrrverandi trolari, og hann var ein rættiligur kolslúkur.
Eg slapp altíð í land saman við hovmeistaranum, sum fór í land at keypa proviant. Eg skuldi bera taskuna hjá honum. Hon kundi vera nokk so tung viðhvørt við øllum tí, sum varð keypt.
Tað var roynt á leiðini suðureftir, og so koma vit til Gibraltar við innsiglingina til Miðalhavið. Har lógu vit einar tveir dagar. Síðan inn í Miðalhavið og aftur at fiska yngul. Har var laboratorium umborð. Dekkið var nærum alt yvirbygt.
Vit fóru inn í Algier og Tunis og vóru eisini undir Korsika. Komu Aleksandria við innsiglingina til Suezveitina í Egyptalandi. Komu síðan til Smyrna í Líttlaasiu. Næsta havn var Konstantinopel í Turkalandi. Hann var skitin býur. Síðan inn í Svartahavið. Her lógu vit í átta dagar og gjørdu royndir og koyrdu uppí gløs. Hetta var sum eitt apotek at síggja.
Politiskur fundur í Grikkalandi
Næst var Pereus í Grikkalandi. Her høvdu vit eitt serligt upplivilsi. Eg og tveir av vinmonnum mínum vóru farnir ein túr í land. Vit spákaðu niðan eftir høvuðsgøtuni. Har hoyrdist brádliga nógv mannamál. Fleiri túsund fólk vóru komin saman á torginum, og millum teirra stóð ein maður á eini tunnu. Hann veipaði við ørmunum og talaði. Hetta sá út til at líkjast einum politiskum fundi.
Men løtu seinni kom órógv á fólk. Brádliga hoyrdist gangur frá hestahógvum. Jú mín sann. Nakrar hundrað metrar frammanfyri okkum komu fleiri hundrað politistar á hestbaki og spjaddu mannamúgvuna.
Vit tríggir vistu einki annað enn at sleppa okkum til beins. Eg kom umborð í øllum góðum. Tað sama var við øðrum dananum. Men hin fekk eitt slag í høvdið og svímaði. Men vit fingu hann kortini umborð í øllum góðum.
Síðan fóru vit so gjøgnjum Korintkanalina. Hon er smøl og bert til smærri skip. Her var høgt upp til báðar síður. Síðan til Neapel og Genova í Italien. So til Barcelona í Spanien. Vit komu veruliga runt alt Miðalhavið, til vit komu aftur til Gibraltar. Vit løgdu at í Lissabon, Biscaya, Brest, sigldu gjøgnum Kielerkanalin, og so koma vit til Keypmannahavn.
Drúgv ferð heim
Vit skuldu hava fría reisu heim, men gamla Tjaldur hjá DFDS var akkurát farið. Hans Jacob átti eina systir, Maria Mikkelsen, í Keypmannahavn. Hon arbeiddi á einum bóksavni. Hans Jakku segði, at hann kundi fara til systrina, men eg hevði onganstaðni at vera. Eg hevði ikki ráð at fara á hotell. So sigur Schmith við meg, at vit skulu fara oman til Havnina. Kanska fóru vit at síggja okkurt føroyskt skip. Hetta var nakað seint um heystið. Tá bar so á, at Frederiksvaag hjá Restorff lá har. Hon skuldi fara til Føroyar um einar tveir dagar. So eg slapp við har. Á reisuni hjálpti eg kokkinum. Vit høvdu eina langa reisu upp, heilar 21 dagar. Tað tók sína tíð at koma upp til Hetland, og tá fingu vit eina ringa høgætt. Vit fóru inn í eina vík í Hetlandi og lógu har leingi. Skiparin æt Christensen. Tað sama æt stýrimaðurin. Hann giftist seinni við eini føroyskari gentu, sum æt Karolina. Við var eisini hann, sum seinni gjørdist verfaðir telefonverksstjóran Eskild Christiansen. Manningin á Frederiksvaag var tá bert danir. Frammanundan høvdu føroyingar verið við, m.a. mammubeiggi mín Jóan Magnus og Hanus í Smiðjustovu. Johan Restorff, abbi Johan á Hafnia, hevði ført hana hvørt ár frammanundan, men hann var givin tá. Fyrsti skiparin eg minnist á Frederiksvaag kallaðist Larsen.
Tað var eitt sindur løgið at koma aftur til Havnar eftir at hava verið so langt úti i stóruverð. Knappliga sóu húsini í Havn so lítil út.