Samrøða
-Tá eg var liðug við studentaskúlan vildi eg bara sleppa avstað. Og eg vildi til London, tí eg helt tað vera ein rættuliga feitan bý. Tað var ongantíð ætlanin hjá mær at vera verandi so leingi her yviri. Og eg hevði so slett ikki hugsað um at fara í skúla. Men mær dámdi so heilt ótrúliga væl býin og lívið her yviri, at eg tímdi ikki heimaftur aftaná tað fyrsta árið. Tað sigur Elisa Heinesen, sniðgevi, tá hon verður spurd um, hví hon júst hevur valt at búseta seg í London.
Aftaná eitt ár sum servetrisa, søkti hon inn á ein sniðgevaraskúla í London. Umsóknin var eitt projekt, har hon fekk eitt leikrit í hondina, og varð spurd um, hvussu hon hevði sett leikin upp. So skuldi hon koma við tekningum og hugskotum til klæðir, pallmynd o.t. Hon legði fram og fekk beinanvegin munnligt ja. Hon slapp inn uppá standandi fót, meðan fleiri onnur, sum eisini sluppu inn, fyrst máttu bíða nógvar vikur eftir einum skrivligum svari.
-Hetta var ikki beinleiðis ein dreymur, sum gekk út, tí eg hevði sum so ongantíð havt ítøkiligar ætlanir um at gerast sniðgevi. Men mær hevur altíð dámt væl at staðið frammanfyri speglinum við teppum og dýnum, og hildið teimum um meg á ymsar hættir, so tað sá út sum eg var í fínum kjólum. Eg havi eisini altíð seymað uppá vinkonurnar, og so noytt tær at fara í tað, greiðir Elisa flennandi frá.
-Pápi er jú listamaður (Zakarias Heinesen, eys), so eg havi altíð málað og teknað. Tað, at skapa, er ikki so fjart frá mær. So eg søkti bara og slapp inn. Skúlin hevði eitt grundár, har vit høvdu alla list og gjørdu alt møguligt. So valdi man seg inn á special evni, og eg valdi at lesa til costume designer ella sniðgeva, sum tað eitur á føroyskum, sigur Elisa.
Lívið sum supermodell
Hon sigur, at av tí, at kostaðarstøðið er so høgt í London, kann tað til tíðir verða rættiliga strævið at lesa har, tí tað er so torført at fáa endarnar at røkka saman. Men, sum hon eisini sigur, -man klárar tað, hvis man vil. Hon fekk stuðul frá Stuðulsstovninum og SU, og so fekk hon sær arbeiði við síðunar av eisini. Men tað var ikki eitt og hvørt arbeiði hon fekk.
-Meðan eg gekk í skúla, arbeiddi eg sum supermodel. Og eg havi sæð alt innan modelheimin, sum man kann. Narkotika, anorexi, fotografar, sum útnytta modellir, designarar, sum útnytta modellir, alt! Faktiskt er tað so, at alt tað ringa, sum man hoyrir um modelheimin, tað passar, sigur Elisa og ristir við høvdinum. Hon greiðir frá, at tað var eitt rættiliga kontrastfult lív. Modellívið er glamourøst, við limosinum og sjampagnu, meðan lívið sum lesandi er fátæksligt við bønum og cola. Hon sigur, at síðstu tvey árini av skúlanum vóru rættiliga strævin, tí bæði skúlin og modellyrki bæði blivu meiri seriøs.
-Eg fekk ofta nógv styttri tíðarfreist til uppgávur enn hini í skúlanum, tí eg skuldi ein modelltúr til t.d. Italia. So eg noyddist at læra meg sjálvdiciplin og ikki bíða til síðstu løtu við øllum. Men sjálvt um tað var strævið, so eru royndirnar, sum eg fekk av at vera modell, gull verdar í dag.
-Tað, at eg setti mær sjálvari sum treyt, at øll skúlating skuldu vera liðug, áðrenn eg fór avstað til modelluppgávur, hongur við enn í dag, og eg dugi væl ikki at útseta tingini, men at fáa tey frá hondini beinanvegin. Eg havi lært nógv um hvussu tú skalt uppføra teg í mótavinnuni, -og so sanniliga eisini hvussu tú ikki skalt vera. Eg veit av royndum hvussu tað er at vera modell, og eg veit tí hvussu eg skal fara við teimum modellum, sum eg brúki nú. Hetta er ein rættiliga ?følsk? vinna, men eg dugi nú rættiliga væl at síggja hvør bara smikrar og leflar fyri sjálvur at koma fram, og hvør veruliga meinar tað sum tey siga.
Elisa sigur, at tað eru ófatiliga nógv fólk, sum bara liva eitt ?show?. Tey vilja so fegin koma fram sjálvi, at tey nýta alla orku at kyssa tey hægri standandi í afturpartin. Tað er ein lívsstílur, sum tey læra heilt frá tey eru smábørn. Altíð at vera glað og smikrandi við eini rósandi viðmerking. Og altíð rennandi aftaná tí, sum er heitasta navnið í løtuni.
-Tað vóru nógv fólk, sum blivu kløkk, tá eg segði mína meining beint út. Fleiri kundar hava hildið meg vera beinleiðis freka, tí eg av og á havi sagt nei til at gera okkurt ávíst ynski um t.d. ein kjóla. Men um kundin ikki klæðir tað, hann ynskir sær, so fari eg altso ikki at nýta tíð og orku uppá at gera tað.
Eg má eisini hugsa um, at tað, sum eg geri, er mítt vørumerki. Og mínir kundar eru faktiskt mínar modellir, mín sýnisgluggi. Tað má síggja gott út, fyri at vera góð reklama fyri meg.
Hetta er sum sagt ein smikrut vinna, men eg tími ikki hatta smikrið, tað er bara ikki eg at ganga runt og siga ting, sum eg ikki meini, sigur Elisa. ?Og eg tími slett ikki at nakar skal gera tað við meg. Havi við hvørt hug at kippa hesi smáu børnini, sum eru uppald at vera so følsk og smikrut. Eg klári tað ikki.
Kundar
-Eg havi ein megin kunda, sum bestillur eini 60% av arbeiðnum hjá mær. Tað er eitt Hair&Beauty firma, sum arbeiðir um allan heimin. Tey arbeiða við mótashowum á podiunum og hava brúk fyri klæðum allatíðina, fortelur Elisa. Hon sigur, at tá hon arbeiðir fyri hetta firmaðið, arbeiðir hon saman við einum teami. Tað skal ein long planlegging til, tá hon arbeiðir uppá eitt tílíkt mótashow. Tey byrja ofta upp til 6 mánar áðrenn showið skal á pallin. Elisa fundast fyrst við kundan. Hann kemur so við einum evni, t.d. surrealisma ella 1940?ini. Ella kann hann siga, at hann ætlar sær at nýta ein ávísan sang til showið, og so skal hon arbeiða út frá tí. So skal hon fundast við øll, sum hava nakað við showið at gera, t.v.s. makeupartistar, ljósmenn, koreografar o.s.fr. Tey tosa saman um hvussu tey skulu gera, soleiðis, at alt samsvarar og hóskar saman, tá deadline er.
-Men sjálvt um vit byrja so tíðliga, so havi eg ikki 6 mánar at tekna og seyma í. Tað eru so ómetaliga nógv fólk við, og vit mugu fundast aftur og fram til vit øll eru nøgd og heilt vís í hvat konseptið verður. Til eitt tílíkt show, skal eg gera eini 8-10 klædnasett, sigur hon.
Hon sigur, at tað ideella er at hava tveir mánar at tekna og seyma í, men tað verður sjálvdan til meiri enn 4 vikur.
-Nú byrjar tað at blíva frægari, men fyrr noyddist eg ofta at byrja heilt av nýggjum, tí tey góvu mær tað aftur sum eg hevði gjørt, og søgdu, at tað kundi ikki brúkast. Nú havi eg tó fingið eitt sindur fríari hendur til at sniðgeva, enn eg hevði at byrja við. So nú verður tað sum eg sigi góðtikið, óansæð um tey kanska ikki eru samd og ikki duga at síggja endaliga úrslitið. Um eg sigi, at tað verður gott, so trúgva tey mær nú, sigur Elisa.
-Eg verði eisini biðin um at vera við til castingina av modellunum. Tað var eg ikki í byrjanini, men nú havi eg arbeitt so mikið leingi, at tey byrja at stóla uppá meg.
Hon greiðir frá, at fyrsta sýningin av kollektiónini altíð verður sýnd í oktobermánaða í Royal Albert Hall. Síðani fer tað víðari úr í verðina, og ferðast frá landi til lands. Hennara klæðir eru sostatt at síggja bæði í Korea, Italia og USA.
-Restin av arbeiðnum hjá mær eru klæðir til fotoshoots, og so havi eg nakrar privatkundar eisini. Har geri eg serliga flottar kjólar til modellir og fólk, sum skulu í ball. Eg havi eisini gjørt ein brúðarkjóla. Men eg havi ongantíð selt nakað plagg í Føroyum. Klæðini hjá mær eru kanska eitt sindur for ber til ta føroysku beskeðinheitina. Man má jú ikki vísa for nógv har heima, sigur Elisa.
Hon sigur tó, at hon ofta verður tikin av bóli av mótanum her heima. Viðhvørt er føroyski mótin akkurát á internationala pulsinum, men onkuntíð eru vit ár aftanfyri. Og onkuntíð ganga vit í klæðum frá skandinaviska mótanum, sum hon ikki sær yviri í London.
-Føroyingar hava flutt seg ótrúliga nógv tann positiva vegin, bara síðani eg gekk í student. Tá var tað ikki talan um at fara út við berum ørmum. Í dag tora tey ungu nógv betri, og tað er gott.
Krøv til sniðgevar í London
-Krøvini eru ótrúliga stór. Tað eru jú so ómetaliga nógv fólk, sum gera tað sama sum eg, so um kundin ikki er nøgdur við meg, so kann hann jú bara fara víðari til tann næsta sniðgevan. Fyrsta reglan er, at man má halda deadline?irnar. Tað er fullkomiliga bannað at nýta longri tíð enn avtalað. Tað gjørdi eg av og á í fyrstuni. Men eg lærdi skjótt at tað ger man ikki, um man ætlar sær eina karrieru innan hetta yrki, staðfestir hon.
-Tá tú ert nýggjur, er ringt at fáa eina realistiska mynd av hvat er gjørligt at náa innan tíðarmarkið. Tá tú júst ert útlærdur, hevur tú fult av hugskotum og ætlanum, men tú klárar ikki at gera alt, sum tú gjarna vilt. Serliga tí, at tú so ofta mást broyta tað, tú gert. Tey eru eftir tær og tráðspyrja allatíðina, so tú mást kunna grundgeva fyri hvørjum lítla stingi, greiðir Elisa frá. Hon sigur, at spurningar sum: Hví hevur tú gjørt ermuna so ella hví er hálsurin seymaður á hendan hátt, eru púra vanligir. Og tú skalt kunna svara.
-Man má vera ótrúliga sterkur í hesum yrkinum. Tú mást vera fyrireikaður at fáa nei og at reisa teg aftur eftir tað. Skal man hava nakran møguleika at klára seg, má man bara blíva við og við. Elisa sigur, at research er ótrúliga týdningarmikið. Um evnið t.d. er 1940?ini, so mást tú vita alt um tað tíðarskeiðið. Tú kanst ikki bara gera okkurt tilvildarligt, alt má vera gjølla planlagt.
-Nógv av teimum, sum eg gekk í skúla saman við, valdu heldur at fara aðrar leiðir enn at arbeiða sum sniðgevar. Nøkur eru t.d. mótajournalistar. Tey orkaðu ikki at taka dystin upp við øll hini, sum leita eftir arbeiði her í býnum. Tað var eisini ótrúliga ringt at byrja við. Eg hugsaði ofta: hvussu skal eg loysa hesa uppgávuna? Men tú ert bara noyddur at bjóða teg fram, taka allar avbjóðingar og blaka teg útí tað. Gert tú ein feil, so lærir tú av tí, tað er ikki verri enn tað.
-Sum sjálvstøðugur sniðgevi eri eg í kapping við teir heilt stóru designararnar. Louis Vuitton og Gucci eru mínir kappingarneytar. Tað er ein rættiliga ræðandi tanki, so eg skilji væl, at fólk ikki ordiliga tora at satsa uppá hetta yrki. Men tey heilt stóru eru eisini byrjað onkustaðni, heldur hon vónrík fyri.
-Tú mást trúgva uppá teg sjálvan og skumpa jantelógina av sørunum til. Tað ringasta í míni verð, er at hava ein dreym og eitt ynski, og ikki tora at føra tað út í lívið. Man má satsa. Men eg trúgvi, at um man veruliga vil og hevur orku og vilja, so kann man alt.
Elisa hugsar eina løtu, og sigur so, at tað eisini er týdningarmikið at duga at taka sær frí av og á. Annars er tað lætt at gerast troyttur av hesum, sigur hon. Hon heldur, at hon dugir rættiliga væl at kobla av, fara út við vinunum og lata arbeiðið liggja eftir har heima.
Um 10 ár?
-Tá eri eg allarhelst enn í London. Havi í øllum førum ongar ætlanir um at koma heimaftur. Fólk halda tað vera so ótrúligt at arbeiða sum sniðgevi í London, men eg haldi tað veruliga vera ótrúligt at arbeiða sum sniðgevi í Føroyum! Tað haldi eg ikki at eg hevði klárað, so eg taki hattin av fyri teimum sum gera tað. Nei, eg havi funnið mítt stað og eg trívist so ómetaliga væl. Havi verið her í 9 ár nú, so eg havi líkasum funnið meg tilrættis, við vinfólki og einum gerandisdegi. Tað er eisini her í London, at eg fái alla mína inspiratión. Allir designarar hava basu í London, so man fær fylgt best við, um man er her. Eg komi kanska heim at pensjonerast, sigur Elisa og flennir.
Hon sigur víðari, at enn er hon tó ongan veg komin av tí, sum hon ætlar sær. Um hon arbeiðir hart í eini 10 ár afturat, so kann hon kanska, um alt gongur væl, seta fleiri fólk afturat sær, og so taka tað eitt sindur róligari og bara geva ordrar.
-Men mær dámar so væl at gera hetta, at eg veit slett ikki um eg tími ikki at arbeiða, sigur hon eftir at hava hugsað eina lítla løtu.
-Tá eg eri mitt í einum projekti, verði eg ofta so upptikin, at eg gloymi bæði at eta og alt. Tá fari eg upp tíðliga um morgunin, og áðrenn eg veit av, er klokkan blivin nógv um kvøldi. Tað er deiligt at hava eitt slíkt arbeiði, sum tú veruliga elskar!
-Men hóast eg ikki ætli mær heimaftur, so havi eg ikki gloymt mínar røtur. Mítt næsta projekt hevur faktiskt eitt sindur við Føroyar at gera. Eg ætli mær at fara undir at selja accessories, við rót í tí føroyska. Eg fari at eksperiementera við at selja turrikløð o.a., sum mamma fer at hjálpa mær við. Hon fer at veva, og eg fari at dekorera. Men eg kann ikki taka vanligu føroysku t.d.bundaturrikløðini, tí har tað í Føroyum verður gjørdur stórur munur á t.d. myrkamorreyðum og ljósamorreyðum, verður tað her yviri bara sæð sum brúnt, óansæð. Tað er ræðuliga ringt at sláa ígjøgnum við dempaðu føroysku litunum, sigur hon. Hon fortelur, at henni dámar best at arbeiða við sterkum áleypandi litum. Serliga tá hon arbeiðir við klæðum til mótashow, tí tá skulu klæðini geva eina sterka uppliving. Tað skal vera yvirdrivið.
Serliga eftir mótashow, dámar Elisu tó væl at koma heim í feriu.
-Føroyar eru verðins besta stað at slappa av í. Har er so deiliga stilt, og alt gongur seint fyri seg. Tað er ikki so stressandi sum her. Tað er fantastiskt at koma heim og við góðari samvitsku sløkkja fartelefonina. Men eg klári tað ikki for leingi í senn, so sakni eg at hava ferð á gerandisdegnum aftur.
Hon sigur, at hon av og á gloymir hvussu heldig hon er og hvussu langt hon í veruleikanum er komin.
-Man hyggur sjálvandi altíð frameftir og setir sær nýggj mál. Tað ger, at man av og á gloymir hvar man er beint nú. Fyrstuferð klæðini hjá mær vórðu sýnd í Royal Albert Hall, mátti eg klípa meg sjálva í armin, tí tað kendist so stórt og óveruligt. Men nú er spenningurin líkasum farin eitt sindur av, tí eg havi roynt tað so mikið ofta eftirhondini, sigur hon.
Klæðini hjá Elisu hava verið um allan heimin, og ótrúliga nógv fólk hava sæð tey. Men tað er ikki nakað, sum hon hugsar um dag og dagliga.
-Tað eru nakrar løtur, har tú bara hugsar, wauw eg eri komin langt allíkavæl. Seinastu ferð eg hevði mótaframsýning í Føroyum, hugsaði eg knappliga, at hesi klæðini hava verið um allan heimin, í øllum stórum mótabýum, tey eru øll seld, og nú eru tey her í Havn. Tað kendist fullkomiliga absurd.
-Tí ein vanligan, keðiligan mánadag, tá einki riggar hugsi eg ikki um hvussu langt eg eri komin. Tá má eg taka meg saman og siga við meg sjálvan, at hetta faktiskt er dreymurin hjá onkrum øðrum sum eg livi. Tað fær meg at seta prís uppá gerandisdagin aftur. Eisini tann gráa, keðiliga mánadagin, tá einki riggar, endar Elisa við at siga.