Útlendingamál
? Eg vil so gjarna sleppa til arbeiðis, Men eg sleppi ikki. Tí noyðist eg at liva av almannahjálp, hóast eg havi fleiri tilboð um arbeiði.
Natasha Vukotic í Hvalba er ein av mongum útlendingum í Føroyum, sum eru komin í klemmu.
Tað er nú meiri enn eitt heilt ár síðani at hon søkti um at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum. Men hon fekk ongantíð nakað svar. Í mars í ár mátti hon søkja av nýggjum, tí hon hevði skift arbeiðsgevara.
Men hóast innlendismálaráðið í landsstýrinum lovaði at viðgera umsóknina skjótt, hevur hon enn hvørki hoyrt orð ella eið aftur.
? Eg havi ringt og ringt, men tey starvsfólkini, sum hava við mítt mál at gera, eru aldrin at hitta. Eg havi givið teimum mítt telefonnummar og biðið tey ringja aftur, men tey øna mær ikki svar.
Natasha Vukotic veit tí framvegis ikki um hon er keypt ella seld og hvørja lagnu hon og 11 ára gamla dótturin, Vanja, fáa.
Og so seint sum mánadagin mátti hon tískil siga enn eitt arbeiðstilboð frá sær. Hon hevði fingið arbeiði at vaska skúlan í Hvalba upp og niður í summarfrítíðini, men tann møguleikan misti hon eisini.
Sostatt kann Natasha og dótturin ikki gera annað enn at stilla seg upp í kórið av útlendingum í Føroyum, sum hava fingið eina heilt órímiliga viðferð av Føroya Landsstýrið, tí tað kann neyvan koma undir hugtakið rættartrygd at tað skal taka eitt heilt ár at fáa svar frá ovasta myndugleika.
Men hon er eisini greið yvir, at honer ikki nakað eindømi, tí tað er í heilum, at vit frætta um, at fólk fáa ikki svar.
? Tað tykist eisini sum um at fólk ikki vera viðgjørd eins, tí tað tykist sum um at ítróttarfólk fáa nógv betri sømdir í Føroyum enn aðrir útlendingar.
Borgarakríggið gjørdi enda á øllum
Natasha Vukotic sigur, at tá ið hon var barn, var sera gott at búgva í Jugoslavia og at fólkið líktust nógv føroyingum.
? Men so kom borgarakríggið og gjørdi enda á øllum. Alt bleiv korrupt og lógloysi fór at gera um seg av álvara so at tú kundi síggja nøkur fólk blíva millióningar upp á onga tíð. Øll hini livdu í størstu neyð og alt gekk út uppá at sætta sær og sínum.
Tá ið Vanja varð fødd í 1994 høvdu vit bara streym seks tímar ísenn og so var sløkt í seks tímar og vit høvdu hvørki varma ella heitt vatn í húsunum.
? Hetta var onki lív at bjóða einum barni, so vit tóku av, tá ið maður min fekk møguleikan at koma til Føroyar at sparka við Royn í 1997. Tá var Vanja trý ára gomul.
? Hvalbingar tóku ótrúliga væl ímóti okkum og hjálptu okkum í allar mátar.
Tey fóru aftur til Jugoslavia árið eftir, men tá fóru hon og maðurin hvør til sítt.
Hetta var um sama mundi sum NATO fór at bumbað í Jugoslavia, og sum flest øll onnur har um leiðis, høvdu Natasha og tey tað ikki serliga gott hesa tíðina.
? Tað var ikki so nógv hernaðarligt virksemi í býnum, sum vit búðu í. Har brustu bara tríggjar bumbur, sum oyðilegði eina radarstøð og onkur fylgissveinaútgerð hjá herinum.
? Men ongin kann hugsa sær, hvussu tað er at hoyra buldrini av bumbum og kanónum nakað burturi. Eg minnist eisini, at vit onkuntíð fóru útfyri dyr, tá ið vit hoyrdu eitt flogfar yvir høvdinum á okkum og vit spekuleraðu í um fogfarið var á veg at bumba, ella um tað hevði verið og bumbað og tí var vandaleyst.
? Hetta var ein ómetaliga strævin og slítandi tíð og ikki ein tilvera at bjóða einum lítlum barni.
Ein mynstur-integratión
Tað endaði við at góð vinfólk í Hvalba hjálptu henni við einum ferðaseðili heim til Føroyar og sostatt komu hon Vanja aftur hendavegin í 1999. Hvalbingar høvdu eisini syrgt fyri bæði innivist og arbeiði.
Síðani tá hava Natasha og dótturin búleikast í Hvalba og tey hava ongantíð aftur verið í Jugoslavia og vitjað.
Ì næstsíðstu viku vóru rumensku hjúnini Rapa í Vestmanna tikin fram sum dømi um eina mynstur-integratión í føroyska samfelagnum.
Tað sama má heilt avgjørt sigast um Natashu Vukotic og dóttrina, tí kki skerst burtur, at Natasha hevur verið meiri enn vælkomin í lokalsamfelagnum í Hvalba.
Hon hevur arbeitt, tað hon hevur kunnað. Hon er stóran vinaskara og hon er enntá tvær ferðir staðið gumma at einum lítlum hvalbingi. Er tað ein spurningur um at hjálpa til í Roynhøllini antin at vaska ella at varta upp í eini veitslu, er hon altíð til dystin fús og hon situr javnan dadda fyri ymisk foreldur tá ið brúk er fyri tí. Eina ferð um vikuna venur hon óvitar at spæla flogbólt. Lívrætturin er fyltur lundi, men ræstur fiskur glíður sanniliga eisini væl niður. Skerpikjøt og ræst kjøt er hon ikki so óð eftir, ið hvussu so er ikki um tað er alt ov sterkt.
Hon tosar at kalla flótandi føroyskt og hon hon dótturin tosa føroyskt sínamillum. Og tá ið hon longu sama árið hon kom higar í 1999 fekk høvi at keypa tey lítlu fittu, gulu húsini heilt uttarliga bygdini, var tað ein stórur dreymur, sum varð uppfyltur.
Og tað er ikki dagur, at ikki okkurt av føroysku vinfólkum hennara eru inni á gólvinum.
-? Tað einasta, eg vildi, var at fá umstøður til at geva dóttir míni ein tryggan uppvøkstur. Tær umstøðurnar havi eg fingið í Hvalba, tí her er Vanja glað og hevur tað gott. Eg hevði satsað uppá at verða verandi í Føroyum og tað var eisini tí, eg keypti okkum hús at vera í.
Tað sama kann sigast um dóttrina, Vanju. Hon er júst liðug í fjórða flokki í Hvalba, har hon fær tað skoðsmál í skúlanum, at hon er ein framúr dugnaligur og gløggur næmingur. Hon tosar flótandi føroyskt og hevur nógv spælivinir í bygdini. Hon var dansigenta hjá einum sangara í Nósabarnaprixinum, men hon er eisini sera røsk at dansa føroyskan dans. Hon dugir fleiri kvæði og hóast hon bara er 11 ára gomul, dugir hon longu at skipa onkran lítlan tátt og onkra lítla vísu.
? Vanja dugir betri at tosa føroyskt enn hon dugir at tosa sítt egna móðurmál, sigur Natasha. Hon trívist sera væl bæði í skúlanum og ímillum vinir eftir skúlatíð. Tað, sum hon kallar "heim" er húsini hjá okkum í Hvalba. Men í veruleikanum hevur hon búð er so leingi, at hon kennir ikki til nakað annað heim.
Men tað kemur heldur ikki av ongum, at Natasha og Vanja eru fallin so væl til í Hvalba, tí tey hava sjálvi gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at gerast partur í samfelagnum.
? Eg helt frá fyrsta degi, at skalt tú koma til eitt annað land at búgva og arbeiða, skalt tú læra teg málið.
Men skipað undirvísing fyri útlendingar finst ikki í Føroyum, so tað vóru arbeiðsfelagarnir á flakavirkinum í Hvalba og vinfólk, sum lærdu hana føroyskt. Tað gjørdu tey við bara at tosa føroyskt við hana og at noyða hana at tosa føroyskt, so tað var uppá tann harða mátan. Men tað hevur givið gott úrslit og nú skalt tú lurta væl fyri at varnast, at Natasha ikki er innføddur hvalbingar.
Til stuttleika kann nevnast, so so inngrógvið er danskt mál í Føroyum, at Natasha eisini er komin at duga lesa danskt flótandi, bara av sjónvarpi, bókum og bløðum - men tað er ringt at tosa, heldur hon.
Men hon heldur at tað er ov vánaligt, at samfelagið krevur, at útlendingar skulu integrera seg, men at samfelagið hinvegin púra onki ger fyri at hjálpa útlendingum til at integrera seg.
? Hóast eg havi verið her í átta ár tilsamans, hevur hon enn ongantíð fingið tilboð um at læra føroyskt. Tað mátti hon klára sjálv.
? Men tað tekur tíð at koma á føtur og at standa á egnum beinum í einum fremmandum landi og at finna sítt pláss í samfelagnum.
Hon sigur annars, at hon stúrdi fyri at koma til Føroyar og serliga at tosa við fólk.
? Men eg føldi meg frá fyrsta degi hjartaliga vælkomna í Hvalba. Hvalbingar hava tikið ímóti mær sum einum av sínum egnu. Eg havi aldrin merkt, at nakar hevur gjørt mismun á okkum fyri tað um vit eru útlendingar og eg føli, at vit eru fullkomiliga góðtikin av bygdarfólkinum.
? Eg havi ongi skyldfólk í Føroyum, men nú havi eg so nógv góð vinfólk, at tað gongur av tí besta og vit stórtrívast.
Men Natasha leggur afturat, at hon dugir ikki at seta orð á, hvussu takksom hon er fyri alt, sum hvalbingar hava gjørt fyri hana.
? Teir hava hjálpt mær ótrúliga nógv og eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan tey.
Onki svar í eitt heilt ár
Hon hevur síðani endurnýggja arbeiðsloyvi tá ið tað hevur verið neyðugt og seinast, hon sendi inn umsókn, var í apríl í fjør, saman við øllum neyðugum skjølum.
? Seinast eg sá passið hjá mær var í apríl í fjør, sigur hon.
Natasha arbeiddi so á flakavirkinum í Hvalba, men tá ið tað fór á heysin í januar í ár, hevði hon onki arbeiði.
Men longu vikuna eftir fekk hon arbeiðsboð á fiskavirking á Tvøroyri og har var hon so í nakrar vikur.
-? So komu boð frá ALS at hon hevði ikki rætt at arbeiða hjá Fiskavirking á Tvøroyri, tí hon hevði bara C arbeiðsloyvi og tað merkir, at hon er knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara.
Tað hjálpti onki, at ført varð fram at talan var um sama arbeiðsgevara, tí Fiskavirking átti eisini virkið í Hvalba.
Hetta skilir Natasha ikki so nógv av, tí í 2001 var hon akkurát í somu støðu: Virkið í Hvalba fór á heysin, men tá kundi hon fara á Tvøroyri at arbeiða.
? Tá var eg í akkurát somu støðu, men tað er stórur munur á, hvussu eg verðið viðgjørd í 2001 og hvussu eg verðið viðgjørd nú.
Men har var ongin vegur uttanum. Hóast eg ikki hevði fingið svar uppá umsókn mína frá apríl í 2004, mátti eg aftur í mars í ár søkja innlendismálaráðið um arbeiðsloyvið, hesuferð til Fiskavirking á Tvøroyri, saman við eini váttan frá arbeiðsgevaranum um, at hon hevði arbeiðið har.
? Tá ið eg sendi umsóknina inn, lovaði tey at viðgera umsóknina skjótt, eftirsum at arbeiði bíðaði eftir mær.
Men heldur ikki hendan umsóknin gav nakað úrslit og hóast tríggir mánaðir eru farnir, er enn onki svar komið.
Av tí sama hevur hon heldur ikki rætt at til stuðul úr ALS, tí bara við einum C-arbeiðsloyvi, er ikki tøk á arbeiðsmarknaðinum.
? Hetta hevur sett meg í eina rættiliga knípu, tí eg havi lán í húsunum og eitt barn at forsyrgja.
Pínir hana
Natasha sigur, at tað einasta, hon fekk at vita, er, at hon kundi søkja Almannastovuna um hjálp og tað hevur hon gjørt.
? Sostatt noyðast vit at liva av Almannastovuni, tí eg sleppi ikki til arbeiðis, hóast eg havi trý arbeiðstilboð.
Natasha sigur, at hetta pínir hana, tí hon ætlaði ikki at liggja samfelagnum til byrðu og hon heldur at tað er heilt burturvið at hon ikki kann sleppa til arbeiðis, tá ið hon er biðin at koma til arbeiðis.
? Eg vil bara sleppa til arbeiðis, so skuldi tað nokk gingið. Eg helt, at tað, sum hevði størstan týdning, at eg ikki lá samfelagnum til byrðu, men kláraði meg sjálva. Eg vil fegin arbeiða og betala mín skatt, men tað sleppi eg ikki. Ongin sigur, at tað skal vera ein dansur á rósum, men bara eg slapp til arbeiðis, skuldi eg nokk klára meg.
? Hesa seinastu fýra vikurnar havi eg ringt og ringt til Innlendismálaráðið, men tað ber ongantíð til at fáa fatur á rætta viðkomandi. Eg havi eisini givið innlendismálaráðnum mítt telefonnummar og biðið tey ringja aftur, men alt til fánýtis.
Stúrir fyri at vera rikin av landinum
Natasha heldur lítið um slíka viðferð. Men tað, sum fekk bikarið at flóta var viðmerkingin hjá Jógvani við Keldu um Rapa hjúnini í Vestmanna.
? Eg má siga, at sum útlendingur í Føroyum var eg ikki sørt errin av Rapa hjúnunum, at tey kundu klára seg so væl í einum fremmandum landi, at tey kundu taka læraraprógv her. Men eg fekk ilt av teirri viðmerking tey fingu við á vegnum frá landsstýrismanninum í innlendismálaráðnum.
Innast inni stúrir Natasha fyri at vera koyrd av landinum aftur og hon sigur, at tað er ræðuligt at skula liva í slíkari óvissu so leingi.
? Tað hevði verið ein vanlukka fyri okkum at verðið send heimaftur, tí vit hava onki at fara heimaftur til, onki at búgva í, onki arbeiði og nú hava vit verið burtur so leingi, at vinirnar, eg hevði, havi eg eisini mist. Eg havi ikki verið á arbeiðsmarknaðinum í Jugoslavia, tí eg var so ung, tá ið eg kom til Føroyar, so er eri ikki í nakrari av teimum skipanum, sum eru har. Og møguleikarnir at fáa tak íbúð eru so slett ongir.
Hon søkti eisini fyri tveimum árum síðani um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Men tað kundi hon ikki fáa, tí fyri at fáa tað, skal eg hava búð í Føroyum í sjey ár, uttan íhald og tær treytirnar havi eg ikki uppfylt.Tað árið eg var her frá 1997 til 1998, telja sostatt ikki við.
Fjórða juni var tað seks ár síðani hon kom aftur til Føroya og hennara inniligasta vón at hon kann verða verandi her, so at hon kann søkja um varandi uppihaldsloyvi.
? Føroyar eru eitt gott land at búgva í. Eg haldi, at føroyska samfelagið gevur okkum nógv, men eg haldi eisini, at vit royna at geva nakað aftur.
-? Men tað er ikki lætt tá ið vit ikki sleppa at geva nakað frá okkum aftur til samfelagið, sigur Natasha Vukotic.










