Vit hava nú í tveimum Miðvikum greitt frá lívinum á Sundi og frá sambandinum við Norðradal og Kaldbak. Men nú er Jakku vaksin, og tíðin er komin at fara til skips sum hjá øðrum dreingjum. Hetta er beint áðrenn 2. heimsbardaga og Jakku kom at sigla við Norðbúgvanum stóran part av krígsárunum. Men fyrst fer hann at sigla við tvøsti við pápa sínum, sum eisini var ein úrmælingur sum útróðrarmaður
Pápi róði nógv út. Hann hevði ein 5 tons bát, sum kallaðist Mot. Tað var mest kalvi, hann royndi eftir við línu. Ein kalvalína hevði tá einar fimm favnar millum húkarnar, og varð egnd sum onnur lína í stamp. Í dag hava vit einar 12 favnar millum húkarnar, og tá ber til at egna, so hvørt tað verður sett, og hetta lættir nógv um.
Pápi var fyrstu tíðina á síni kalvaveiðu avmarkaður av, at hann ikki hevði línuspæl, og tí mátti línan dragast við handakraft, og hetta kundi vera sera tungt. Tí mátti ansast eftir ikki at seta ov djúpt ella í ov hørðum streymi.
Tá ið bátarnir fingu línuspæl, var hetta nógv lættari og roynast kundi alla staðni fyri tað. Agnið var ofta sild, men fekst hon ikki settu vit línu eftir brosmu, sum eisini var óført kalvaagn. Tað vísti seg, at tann stóri kalvin ofta var á húki við brosmuagni. So er spurningurin, hvussu vit fingu agn til brosmulínuna, tá ið eingin sild var. Jú, hetta var fuglur, mest havhestur, sum varð skotin, o var sera gott agn. Tað kundi fáast heilt fitt av brosmu inni við land, og tað kundi vera brosma á hvørjum húki.
Vit vóru ofta við sum dreingir, og pápi ansaði væl eftir okkum. Hann bant nevniliga ein enda í okkum, so vit vóru lættir at hála umborð aftur, um tað gekk galið.
Kalvin var avreiddur til Jens Reinert, pápabeiggja, sum hevði handil í Havn. Tað stóð næstan ikki á at selja kalva til havnarfólk. Pápi avreiddi eisini kalva til Gynnu- Jóannes í Havn, sum keypti kalva og sendi hann niður.
Pápi fekk sær í 1947 ein størri bát, sum var 14 tons, og sum hann kallaði Helena eftir mammu.
Dánjal Norðberg, hvalbingur í Havn, minnist væl, tá ið pápi plagdi at koma við sínum báti inn á Hvalba at egna og eisini at sova. Hetta var vorðið sum upplivilsi hjá bygdarfólkinum, at síggja hesar knassar baksast við hesar stóru kalvarnar. Teir royndu um Lítlu Dímun og annars eystanfyri Suðuroynna, har tað kundi vera nógv at fáa. Dánjal minnist eisini, hvussu teir plagdu at dyrgja eftir seiði uttanfyri Hvalba og Sandvík. Hann varð brúktur til agn.
Sigldi við tvøsti
Í 30-unum fór pápi um sumrini at sigla nokkso nógv við hvalatvøsti, sum hann keypti á hvalastøðini hjá Gudmund Mortensen í Lopra. Fyrst og fremst varð siglt til Havnar at selja “fongin”, men eftir fleiri túrar upp í slag minkaði keypihugurin, tá ið fólk vóru forsýnað. Selt varð í Vágsbotni, og var onkur sum ikki stóð so væl i tí plagdi pápi at geva góða vekt.
Siglt varð eisini aðra staðni at selja tvøstið og farið var til bygdir ymsa staðni í landinum. Vit beiggjarnir plagdu at vera við sum smádreingir, og eg minnist eisini sjálvur at hava verið við Gjógv við tvøsti. Tá minnist eg, at vit sóðu Jákup Paula Biskopstø, sum varð so illa brendur við Acorn í 1928, sum fyrr er greitt frá í Miðvikuni í frásøgnini hjá Dinnufíu frá Gjógv. Eg hevði ikki sæð hann fyrr, og hetta gjørdi eitt øgiligt inntrykk uppá meg. Hann var nevniliga serliga illa farin í andlitinum.
Pápi hevði ein 10 tons bát tá. Tvøstið var sera bíligur matur. Teir á hvalastøðini høvdu eitt mál, tá ið hann keypti. Eg minnist, at tað smalkaðist upp eftir. Eg haldi, at tað tók 200 pund. Men ofta varð lagdur ein lutur omaná til góða vekt. Hvalatvøst svann tó nógv, tí tað rann nógv úr tí sum frá leið. Fólki dámdi sera væl at fáa tvøst. Tá kundi ikki frystast sum nú, so nógv av tvøstinum var saltað til vetrarføði. Men havnarfólk keyptu tó sjáldan meira enn til at kóka so hvørt.
Hvalatvøst var bíligur matur. Teir, sum róku hvalaveiðu, skuldu lata 600 krónur fyri hvønn hvalin til landið, men um teir lótu fólki bíligt tvøst, sluppu teir undan hesum. Og bíligt var tað. Fyrst í øldini fekst tað fyri einki. Seinni kundi tvøst fáast fyri 2 krónur upp í eina rokaða tunnu. Teir sum seldu tvøst eins og pápi gjørdi tóku fyrru tíðina 5-10 oyru pr kg, og so seint sum í 1949 var prísurin ikki komin longur upp enn 40 oyru.
Tann 90 ára gamla Brynhild Absalonsen av Viðareiði minnist væl, tá ið pápi plagdi at koma norður til Viðareiðis við tvøsti, og hon minnist, hvussu fólkið í bygdini gleddi seg til, at hann kom. Hon minnist eisini, at tvøstið kostaði 4 oyru kg. Tá í tíðini var tímalønin um 50 oyru, so tað fekst nógvur matur fyri eina tímaløn. Tað kann eisini verða skoytt uppí, at Brynhild minnist væl, at høsnargarðurin hjá pápa varð umrødd millum manna. Tað sum Brynhild minnist best var, tá ið tey fingu at vita at høsnarungarnir komu úr eini maskinu! At hetta bar til var púra nýtt.
Tá ið eg fór úr skúlanum, fór eg ikki til skips beinanvegin, tí eg fór at sigla fast við pápa við hesum tvøstflutninginum.
Fór við Norðbúgvanum
Tá ið eg var 18 ár, fór eg í 1939 við Norðbúgvanum, har Esmar mammubeiggi var skipari. Hetta var trolari, sum beint frammanundan var keyptur av Christian Holm Jacobsen til Føroya fyri kr. 110.000, sum hevur verið nokk so nógvur peningur tá ið tíðini. Norðbúgvin varð roknaður sum ein framkomin trolari eftir tátíðar viðurskiftum. Hann var nýggjastur av teimum seks trolarunum, sum vóru eftir í 1942, tá ið hinir fýra vóru søktir av krígsávum. Hann var eitt stak væl hildið skip, men tó kanska nakað mjáur.
Vit fiskaðu við Noreg, og vóru á veg hagar í apríl 1940. Tá vit vóru komnir inn móti Lofoten, hoyra vit í útvarpinum 9. apríl, at Noreg var tikið av týskarum. Vit løgdu róðrið í borðið, fara heim og síðan fara vit til Íslands.
Eg var 33 túrar út í eitt við Norðbúgvanum. Vanliga plagdu menn at skiftast at vera við, men tað bar ikki til at skifta allar í senn. Tað var mangul uppá trolmenn, og eg varð mettur at vera ein slíkur, og mátti vera meira fast við. Hans Pauli Johannesen gjørdist skipari í 1942, og Esmar fór við trolaranum Leiv Øssurson hjá Arbejdernes Trawlerdrift á Tvøroyri.
Fólkið varð næstan altíð sett av í Føroyum, tá ið farið var til markna. Tað vóru bert nakrir fáir mans, sum fóru niður við, og eg var næstan altíð ein av teimum. Eg havi hugsað seinni, at eg var stakur tá, og teir hava ikki vilja havt familjumenn niður við vegna tann vandan sum var. Annars var fólkið nógv skift, eisini fyri at kunna hjálpa flest møguligum at fáa eina inntøku. Tað kundu vera upp til 100-150 mans við í einum ári, hóast manningin í senn bert var góðar 20 mans.
Tá ið vit komu á Havnina, máttu vit altíð á Skansan at fáa siglingarordrar, og fingu vit tá at vita, hvar vit kundu sigla fyri at vera fríir av minum, sum bretar høvdu lagt sum verja móti týskum herskipum.
Vit fiskaðu bara ein túr undir Føroyum, annars fiskaðu vit altíð undir Íslandi.
Norðbúgvin var fyrsta útlendska skip, sum landaði fisk í bretskari havn undir krígnum, og hetta var byrjanin til ein serligan part í okkara siglingarsøgu, har føroyingar stóðu fyri stórum parti av tørvinum fyri fiski hjá bretum.
Eg var ongantíð í nakrari beinleiðis vandastøðu. Men eina ferð sigur Esmar, at nú hevði eg verið so nógvar túrar niðri við, hesa ferð skuldi eg sleppa sleppa undan. Tá varð Norðbúgvin álopin av týskum flogførum saman við Stella Argus, sum var á somu leið. Tá mundu teir farið. Norðbúgvin var so gjøgnumgataður av kúlum, tá ið hann kom aftur.
Vit plagdu at vera 21 mans til fiskarí, og tað fóru kanska 7-8 niður við. Fyrru árini plagdu vit at fara til Fletwood, vestantil í Skotlandi, men tey seinnu árini var tað mest Aberdeen.
Teir síðstu sum sóu manningina á Tór 2
Vit vóru í Fleetwood samstundis við Tór 2, tá teir landaðu teirra seinasta túr. Eg minnist væl manningina. Vit vóru saman inni á matstovu í Fleetwood og fingu okkum fish and chips. Tað var merkisvert, sum manningin á Tór 2 tyktist at vera friðarlig og álvarsom, og tað var lítið um teir. Gud viti, um teir kendu nakað á sær.
Vit skuldu fylgjast á veg til Íslands. Teir sigldu frammanfyri, og teir høvdu eitt lítið kámt ljós á hekkuni. Men so kom eitt æl, og tá sóu vit teir ikki aftur. Tá vóru vit framvegis fram við bretsku strondini. Vit fóru eins og teir beinleiðis til fiskiskap, og vit frætta einki aftur, fyrr enn vit endaðu túrin og komu inn á Reykjavík at fáa siglingarordrar. Tá fáa vit at vita, at Tór 2 er søktur av einum týskum kavbáti, og 18 av teimum 21 monnunum umborð doyðu.
Her kann verða skoytt uppí, at FF-blaðið hevði í 2004 eina samrøðu við Malmberg Simonsen úr Sørvági, sum var ein av teimum trimum monnunum, sum bjargaðust. Tá sigur Malmberg millum annað:
Í 1942 fóru vit avstað aftur, vit lógu á Kollafirði. Tá ið kvøldið kom fóru vit heim á Stykkið, Karl svágur og eg. Vit fóru so av Stykkinum aftur og oman til Kollafjarðar og umborð. Men tá sigur Karl: »Malmberg, tú kemur at liva og eg komi at doyggja.« »Tvætl,« sigi eg. Hann hevur havt okkurt ánilsi, tí hann segði hetta við meg aftur seinni á túrinum. Men sum tað sæst við øðrum líknandi frásagnum, kundi hetta ikki steðga honum at fara.
Tað gekk júst sum Karl hevði sagt, og spurningurin er, um tað er sama kenslan, sum hevur merkt manningina, tá ið vit hittust í Fleetwood.
Vit hava helst verið heilt nær Tór 2, tá ið teir vóru søktir. Niels Juel Arge skrivar í síni bókarøð um bardagaárini, at teir á týska kavbátinum høvdu sæð royk av einum skipi. Kavbáturin var farin at sigla eftir roykinum, men misti hann burtur. Hetta kann væl hava verið Norðbúgvin.
Seinni kom eg at kenna Malmberg Simonsen, sum var ein av teimum trimum monnunum sum yvirlivdu. Hansara søga hevur verið prentað í FF blaðnum. Tað má sigast at vera eitt undur, at hann og hinir báðir vóru bjargaðir. Malmberg var á veg til botns, tá ið hann flotnaði upp aftur, og saman við hinum báðum kom uppí ein bát. Síðan nýttu teir meira enn eitt samdøgur at sigla inn til Vestmannaoyggjarnar. Øll søgan hjá Malmberg til sjós kann síggjast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
gamla heimasíðan, bløðini 312 og 313.
Norðbúgvin var kolfýrdur sum flestu trolarar, og av saltfiski tók hann eini 200 tons ella nakað minni. Annars varð fylt mest møguligt í lastina, tá ið siglt var við ísfiski. Hillar, sum tekur vektina av ísfiski í lastini, vóru næstan ikki brúktar undir krígnum. Undir krígnum vóru keypararnir ikki so kræsnir.
Hesir trolarar vóru altíð vátir, og dekkið var ofta undir í sjógv. Sjálvt, tá ið teir fóru avstað, vóru teir fult lastaðir av ísi og koli.
Kundi verið stór vanlukka
Hesa tíðina fór eg so einaferð á háskúla í Havn. Hetta var í 1941. Men tá lá Norðbúgvin. Tað var ein tíð undir krígnum, tá ið skipini ikki vildu sigla, tí tað var so vandafult. Á háskúlanum var eg tveir mánaðir. Tá sendu teir boð eftir mær aftur fyrst í desember.
Hesa tíðina, eg lá heima, var eg eina ferð sunnan av Borðuni við Mot saman við pápa við kalvalínu. Tá kom eitt troppaskip inn móti Havnini. Tað vóru 700 hermenn umborð. Nú kemur ein flúgvari inn av havinum, eg sá, at hann kom so tætt niður eftir sjónum. Vit vóru tveir fjórðingar suður úr Borðuni, og troppaskipið var ein fjórðing sunnanfyri okkum. Flúgvarin fór móti troppaskipinm og lyfti seg upp, so lágt fleyg hann, og so kastaði hann bumbur, men tær brustu ikki. Tað ljóðaði, at bumburnar høvdu verið saboteraðar. Har hevði verið ringt skil eisini hjá okkum við so nógvum fólki, um tað gekk eftir ætlan hjá týska flogfarinum. Tað hevði verið ringt at bjarga eisini, tí báturin var bert fimm tons stórur.
Vóru við til at sleipa Carolina Thordén
Ein av teimum nógv umrøddu hendingunum undir krígnum var týska bumbingin av finska farmaskipinum Caroline Thordén í 1941. Skipið var á ferð úr Finlandi til USA og var komið inn á Havnina á leiðini. Finland var uttanveltað land, so hetta skuldi ikki verið nakar vandi.
Umborð vóru 35 ferðafólk. Við manningini vóru 78 fólk við. Men á veg avstað aftur verður skipið bumbað í fleiri umførum av týskum flogførum, og eldur kemur í tað. Eldurin var so stórur, at tað var ljóst í Nólsoy á nátt. Fólkið umborð varð bjargað í land. Roynt varð at sløkkja eldin, men tað munaði lítið.
Skipið lá eina heila viku í Nólsoyarfirði og brendi framvegis, og nú var skipað fyri at fáa tað burtur. Avgjørt varð at fáa tað sleipað norð til Hvalvíkar. Tískil varð avtala gjørd við reiðaríini á Stellu Argus og Norðbúgvan um at sleipa Carolinu Thordén norður hagar og at seta skipið fram á sandin. Hetta dámdi hvalvíkingum einki, men tí varð ikki lurtað eftir.
Við Esmari Fuglø umborð á Norðbúgvanum og Kvívíks Tummasi umborð á Stella Argus var farið at sleipa.
Hetta skuldi eisini fyrireikast, og tað var ikki bara sum at siga tað. Skipið lá uppankrað, og tað var ringt at koma framat tí brennandi skipinum fyri varma. Símun Askham, skipaði fyri, og hann var uttan iva tann rætti maðurin til hesa uppgávu.
Teir kom út við báti at brenna akkersketurnar av og at sjekla veirarnar í skipið til sleipið. Skiparin á Carolinu Thordén var umborð hjá okkum. Avbrendu akkersketurnar liggja vist enn á botni í Nólsoyarfirði.
Manningin var ikki umborð, so tað máttu í skundi útvegast manning, sum var tøk. Eg var so eisini við. Eingin kokkur var, so Esmar bað meg um at kokkast. Eg minnist, at ein av monnunum umborð hjá okkum var Grækaris Madsen úr Kvívík, sum var kendur sum ein ramligur sjálvstýrismaður. Synirnir hjá honum Thorstein og Arngrim vóru annars við Norðbúgvanum. Tað hevur ikki ligið fyri hjá teimum at koma við, og so er pápin komin í staðin.
Tá ið vit eru komnir norður um Staksoyruna seta vit fulla ferð á maskinuna og stýrdu inn móti landi nakað sunnan fyri kajuna, sum nú er. Vit slakkaðu av, og lótu Carolinu renna seg fram í sandin. Hetta gekk heilt væl.
Tað brendi framvegis, og nú var eftir at basa eldinum. Hetta var eisini uppgávan hjá askhamsmiðjum við Símuni á odda. Símun var giftur við Onnu, sum gjørdist 104 ára gomul, og hvørs lívssøga eisini hevur verið í FF-blaðnum. Tað kann verða nevnt, at smiðjan hjá teimum var har, sum Gourmet og Glitnir eru nú.
Teir fingu Carolinu Thordén at halla so mikið, at hon drakk sjógv fyri at lætta um sløkkingina. Tá byrjaði sløkkingararbeiðið, men tað gingu fleiri dagar, til eldurin var køvdur. Tíverri rann olja úr skipunum og dálkaði illa.
P/f Uvak og p/f Kimbil, sum áttu trolararnar, høvdu lagt kr. 10.000 á til hvønn trolara, um royndin ikki eydnaðist. Eydnaðist hon, skuldi gjaldið vera tað dupulta, og tað fingu skipini eisini. Hetta gav eisini manningini ein fittan part.
Carolina Thorden lá her eina tíð og varð síðan vist sleipað til Bretlands.
Samanstoytur
Eg havi eina ferð verið við til ein samanstoyt. Hetta var, tá ið Esmar var skipari við Norðbúgvanum og var á brúnni. Vit arbeiddi á dekkinum, og Esmar var vist durvaður. Vit rendu inn í síðuna á einum av teimum ensku trolarunum, sum fiskaðu undir Íslandi. Hetta var á Eysturlandinum. Hol kom á trolaran, men tó omanfyri vatngangin, so vandi var ikki fyri, at hann fór at søkka. Skiparin á enska trolaranum var sjálvsagt í øðini, Esmar kundi einki siga, tí hann hevði skuldina. Enski skiparin vildi hava Norðbúgvan at fylgja teimum inn á Seyðisfjørðin. Tað var gamaní, segði Esmar. Men hann fór ongan veg, fyrr enn hann hevði havt morgunhálið, sum ofta var tað besta til fisk! Teir fara so inn á Seyðisfjørðin. Her varð skjótt atborið. Smiðir komu umborð við plátum at tetta holið. Tað varð hildið sjóforhoyr. Og nú vóru báðir skipararnir so fyrndar blíðir, og Esmar bjóðaði sínum starvsbróðuri umborð, áðenn báðir fóru út aftur uttan at hava mist tað stóra.
Nógv kol
Tað bleiv altíð pressað við fullari ferð, tá ið siglt var millum lond, og hann kláraði 10 míl. Brennievnið hjá skipinum var kol, og undir sigling brúkti hann 10 tons um samdøgrið. Hetta var øgiliga strævið hjá fýrbøtarunum, onkuntíð tók eg eina vakt fyri at hjálpa teimum.
Tá ið siglt varð, máttu vit altíð hava útkikk eftir minum. Vit sóu eisini nógvar fara framvið, uttan at tær gjørdu skaða. Um náttina varð siglt, uttan at lanternurnar vóru tendraðar. Hóast tað stórt sæð var ómøguligt at síggja minur í myrkri, hildu vit kortini útkikk.
Kolið var virðismikið. Einaferð minnist eg, at Hans Pauli veddaði við ein av manningini um okkurt, sum teir vóru ósamdir um. Hans Pauli lovaði viðkomandi eitt tons av koli, um hann hevði rætt. Tað hevði hann eisini, hann fekk kolið og gjørdi kvetti.
Mistu bjargingarbátin
Hans Pauli greiðir frá í sín bók Jól á Halanum frá fyrsta túrinum, hann var við Norðbúgvanum. Hetta var í oktober 1942, vit fóru av Vestmanna móti kvøldi í ruskveðri. Annar báturin hekk í davidunum við síðuna. Vit fingu ein skvamp, og báturin hvarv. Ein kappi reyk eisini saman við øðrum leysum á dekkinum. Farið var inn á Seyðisfjørðim í Íslandi at keypa ein nýggjan bát. Vit fóru út á Glettingarnes, um 20-30 fjórðingar úr landi at fiska. Skálaberg við gamla Mortan í Hvannasundi sum skipara var á somu leið. Tað var ikki loyvt at samskifta í telefonini, tí hon var bert til neyðarbrúk. Teir kundu geva boð millum sín við floytuni. Komu teir nóg nær, kundu teir rópa millum sín.
Hendan fyrsta túrin hjá Hans Paula varð landað í Fleetwood, har tað stóð eitt nýtt spæl vit skuldu hava um borð. Vit seldu hendan túrin fyri 12.000 pund. Fyri ein slíkan túr fekk manningini 2-3.000 krónur, og var hetta frálík inntøka fyri teir 14 dagarnar, ein slíkur túrur vardi.
Tóku ís av Leitisvatni
Vit tóku ofta ís niðri, tað var ikki nóg mikið av framleiðsluorku at gera ís í Føroyum. Men viðhvørt tóku vit ís í Føroyum, og eina ferð var tað í Sørvági. Tá høvdu teir samlað ís av Leitisvatni. Stóri Martin á Vatnsoyrum hjálpti til at knúsa ísin. Tað mundu vera eini 30 tons av ísi vit fingu. Tað varð ísað so lítið tá, tí túrirnir vóru so skjótir. Hetta gjørdist ein av teimum skjótu túrunum. Eg haldi, at tað gingu sjey dagar frá tí, vit fóru av Sørvági og inntil, vit vóru aftur á Havnini við fullari last.
Tað vanliga var at fiska eina viku og onkuntíð 4-5 dagar. Tað var so stutt at sigla yvir á Suðurlandið. Veðrið kundi sjálvsagt eisini spæla inn. Tað varð nærum altíð lagt at í Føroyum á veg til markna. Hetta var fyri at seta fólkið av og eisini fyri at fáa siglingarordrar.
Komu í minubelti
Tá ráddi um at halda seg uttanfyri minufeltini, men tað kom eisini fyri, at skipini kortini komu á stongdar leiðir, og einaferð funnu vit út av, at vit lógu í minufeltinum og trolaðu. Eg stóð eina ferð afturi á hekkuni, og tá kom ein mina í veirarnar. Eg haldi, at hon var 14 favnar aftanfyri okkum, tá ið hon brast, men ikki bilti.
Hetta var á Halanum út fyri Vestfjarðum, vit undraðu okkum yvir ikki at síggja aðrar trolarar. Tað var ikki fyrr enn vit komu heim, at vit fingu at vita, at vit høvdu verið í minubelti. Hetta høvdu vit eingi boð fingið um. Esmar greiddi frá hesi hending, tá ið vit komu aftur at fáa siglingarordrar. Tann vakthvandi gjørdist púra paff, tók seg um høvdið og sigur við Esmar: »Tú stendur her?« Ja, svarar Esmar, har stóð hann. Tá sigur tann vakthavandi bretin: »Tit hava togað á einum øki, sum er minulagt, og tað er eitt undur, at tygum standa her.«
Eina ferð vit vóru komnir niður móti Skotlandi komu vit í eina konvoy. Tað ljóðaði, sum at tað varð skotið eftir konvoyuna, men meira hendi tíbetur ikki. Men so lítið nervaði tað meg, at eg svav trygt fyri tað.
Halin var lumpisligur
Eg havi verið við til at fiska nógv á Halanum, sum er fiskileið út frá Vestfjarðum í Íslandi. Her kundi vera sera lumpisligt veður. Eg minnist einaferð, at vit høvdu gott veður, og tað var mestsum stilli. Tá fer sjógvurin knappliga at øtla. Vit arbeiddu á dekkinum, og vit fingu boð um at skalka lúkurnar beinanvegin. Sjógvurin gjørdist beinanvegin so ringur, hóast tað var stilli. Knappliga kom ein sjógvur aftani frá, og breyt frá hekkuni og fram um brúnna, men vit vóru fyrireikaðir og einki hendi.
Á halanum var so sera nógvur fiskur. Tað kundi vera nógvur toskur, men vit fingu eisini full trol av kongafiski, sum eisini hevði góðan prís í Aberdeen. Tað kundi eisini vera nógvur upsi í trolinum.
Royndist illa undir Føroyum
Eg kann skoyta uppí, at roynt varð viðhvørt at kasta undir Føroyum, men lítið kom burtur úr. Eina ferð royndu vit við Norðbúgvanum við Hans Paula sum skipara at fáa túr undir Føroyum, men tað gekk illa at fáa uppí hann. Vit royndu í 14 dagar, men hann bleiv ikki ordiliga fullur. Hetta var heldur ikki dámt av útróðrarmonnum, sum roknaðu trol fyri at vera ein oyðandi reiðskap. Tað var nakað heilt annað at royna undir Íslandi. Tað var tað sama galdandi tá sum nú, at tað er nógv meira fyri av fiski undir Íslandi enn undir Føroyum. Tað líknar ikki saman.
Kolldømdur fiskur kortini góðan prís
Eina ferð vit komu inn í Scrapster, lá Bjørn Ólason har við fullari last við maskinskaða. Vit skuldu skjótt avstað, men teir bóðu so Hans Paula um sleip. Hann var grúiliga trekur. Eitt sleip tók jú eisini tíð, og júst í hesi vinnu merkti tíð pengar, ofta nógvar pengar. Men Hans Pauli eftirlíkaði kortini, vit tóku hann so uppá sleip til Aberdeen. Teir landaðu, fiskurin var gamal, og tað varð alt kolldømt, meðan vit fingu góðan túr. Jens av Reyni hevur verið niðri tá. Hann kom oman á fiskamarknaðin og sá skilið. Hann hvarv ein løtu aftaná. Hvussu var og ikki, men hann hevði so fingið orðnað fyri, at fiskurin í hvussu er skuldi seljast. So varð gjørt, og teir fingu ein góðan túr kortini. Teir seldu fyri eini 6.000 pund. Tað vóru nógvir pengar tá, pundið var omanfyri 20 krónur.
Í 2005 hevði FF-blaðið eina røð av samrøðum við Sofus Poulsen, sum hevur verið okkara umboðsmaður í Aberdeen í meira enn hálva øld. Hann greiddi frá, at tað var sjáldan, at fiskur varð kolldømdur í Aberdeen. Um heldur vánaligan fisk segði Sofus, at hann kundi væl skerast til flak, men hann varð tó ikki skrællaður. Hann varð lagdur í saltlaka, viðhvørt við eitt sindur av gulari liting í. So varð fiskurin royktur, og hetta riggaði heilt væl.
Tað var annars altíð hampiliga friðarligt, tá ið vit lógu inni í Bretlandi. Tað var bert eina ferð vit vóru í landi, at tað var luftalarmur. Tá vóru vit koyrdir í onkran kjallara. Onkur flúgvari varð tó niðurskotin. Vit sóðu seinni um dagin rovini av einum flogfari í einum lastbili.
Tá ið eg hevði siglt 33 túrar, fór eg av Norðbúgvanum. Verður roknað við 15 dagar uppá túrin verður hetta um 500 dagar.
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Jakku frá tí ringasta illveðrinum, hann hevur upplivað. Hann fer við Fiskanes, og so byrjar lívið sum útróðrarmaður. Vit hava eisini meira av tilfari frá bóndagarðinum. Greitt fer at verða frá Müllerættini á Sundi.