Kokkurin á Nólsoy: Bernhard og Anna fingu bert fýra ár saman

Hetta er seinasti partur í hesi røðini um Nólsoy og Neptun, sum gingu burtur í 1934 fyri 75 árum síðani.

Í hesum parti verður eisini lýst tann stórhending tað var, tá ið skipini fingu radio, og kundu hoyra útvarp

10. partur

 

Endiliga á veg heim

Fríggjadagur, 9. mai

Kom upp kl. 6 í morgun. Tað var av allar fínasta veðri, stilli og sjógvurin stóð sum ein sveiti. Soleiðis hevur veðrið verið allan dag. Um kl. 6 tíðina í kvøld kom eitt lítið fleyr av landnyrðingi. Nú er landsynningur - okkara ringasti fíggindi. Vit hava nú spílað hvønn klodda fyri hana, hon gongur o.u. 2-3 míl. Í dag hava teir staðið við snørini til kl. 3 seinnapartin. Teir hava o.u. 900 fiskar. Nú er mest sum liðugt á dekkinum. Teir ríva um í lastini. Hevði nú vindurin trilkast og ført okkum heim, heim!

 

Leygardagur, 10. mai

Passeraðu Kap Reykjanes kl. 6 fyrrapartin, tá vóru 3 skip har eisini. Tað var eitt lítið fleyr av land­nyrðingi. So bleiv hann aftur landsynningur. Um middagin stilti av. Kl. 6 í kvøld kom aftur eitt fitt lot av landnyrðingi. Nú siga teir, at hann skallar aftur. Teir royndu eftir fiski, meðan vit lógu í stilli. Nakrar fiskar fingu teir. Sjógv­urin er kolasvartur her. Eitt skip sigldu vit framvið, sum lá avhálað. Tað siglir nú við okkum. Hini skipini, sum hava passerað okkum í dag, eini 6 í tali haldi eg, høvdu øll motor, men hetta eru vist deyð­siglarar. Í morgin aftur at stríðast við lundar til døgurða. Barometrið er fallið nakað. Alt væl.

 

Sunnudagur, 11. mai

Tá eg kom upp í morgun høvdu vit passerað (Vestmanna)oyggjarnar, og kós var sett móti Føroyum. Vit lógu ikki upp í og verri enn so. Ættin var at byrjað við landsynn­ingur, men skakaði sær á, til hann bleiv lágur eystan og harvið bleiv tað so. Tað verður nokk ættin fyri tað fyrsta. Tað er nokk so tung alda, so smátt gongur. Veðrið hevur annars verið gott í dag. 2 skip sóu vit, tá vit passeraðu oyggjarnar. Annað legði bakk, og annað sigldi nakað við okkum, men vendi so inn á aftur.

Lestur høvdu vit í dag á middegi og andakt í kvøld. Kokkar­íið hevur gingið gott. Alt væl.

 

Mánadagur, 12. mai

Í dag er ikki nógv at skriva um. Vit sigldu fyrst suðuryvir, so vendu vit norðuryvir aftur. Ættin er tann sama, eystan. Einaferð seinnapartin sóust tvey skip sigla aftan á okkum. Teir hildu seg kenna annað fyri "Silver Spray". Vit mistu tey so skjótt burtur. Í kvøld er veðrið ruskað, hon gongur sum á gróti. Nú munna teir skjótt fara at taka segl frá. Nú eru ringir fyristillingar, summir vænta at vit verða ikki heima fyrrenn um 14 dagar, aðrir um 3 vikur. Eg vildi nú, at tað skuldi blivið skjótt, tí provianturin fer at ganga undan. Mjølið og rísið blivu uppi í dag. Nú bleiv vent suðuryvir aftur í kvøld.

 

Týsdagur, 13. mai 1930

Í morgun, tá eg kom upp, var meira ónosligt. Stormur av landsynningi suður. Vit lógu við fokkuni miðskips. Breiðfokkan var tikin og størsti klyvari og ein fimmdúkur stóð fyri. Tað hevur verið óróligt har frammi í dag at kokkast. Júst áðrenn eg kom fram høvdu vit fingið ein skvamp, sum hevði knúst tríggjar rútar í skylettinum. Har hevði alt ligið og flotið á dúrkinum. Tað var meira óhugaligt at taka upp arbeiðið, men tað gekk gott kortini. Nú tørni eg inn aftur og vænti, at vit liggja betur upp, tá eg tørni út aftur í morgin.

 

Hósdagur, 15. mai

Fyrrapartin av degnum var hann landsynningur. Sjógvurin hevur verið ringur, hann hevur flaksað allar vegir. Eina tíð um seinna­partin var stilli, so kom hann av útsynningi suðri, tað er ættin í kvøld. Enn er lítil vindur og lítið gongur hon eisini av tí, at sjógvurin er so tøssutur. Einaferð í dag var regn. Fartoy hava vit eingi sæð uttan ein trolara. Lundar høvdu vit til døgurða í dag. Nú er lagið betur innanborða, tí vindurin er komin til vildar. Eg havi sitið og lurta eftir søgum alt kvøld inntil nú kl. er 11 seinnapartin. Gævi tað bleiv góður vindur, tá eg kom upp aftur í morgin. Spulað bæði dúrkini í kvøld. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 16. mai

Høvdu vindin á tvørs, tá eg kom upp. Hon hevði tá eina sámiliga ferð. Seinni á fyrimiddagsvaktini bleiv meira vindur, og eftir­middags­­vaktina grópaði hon seg fram gjøgnum sjógvin. Hon hevur so javnan gingið sínar 7 míl. Ónossligt hevur tað verið. Ofta hevur tað verið nær við, at eg havi verið vátur. Kl. 7 í kvøld sóu vit land, Mykines. Vit lógu ikki omanfyri tað og hildu tí undan á Djúpini. Nú eru vit komnir undir land og nú er eisini sukrið uppi. Tað hevði kanska strekt til í morg­in afturat. Loggið hevur logið 30 fjórðingar. Alt væl. Gud havi lov.

 

Koma á Havnina

Leygardagur, 17. mai

Komu inn á Havnina kl. 6 fyrra­partin. Nógv skip komu inn í dag. "Ondina" kom í nátt, "Prinsessan" í morgun. Reiðarin var væl fornøj­aður við fiskiskapin. Tey væntaðu okkum 25.000 (fiskar) í hægsta lagi. Ebba (reiðarin) var so blíð, at hon visti ikki hvat hon skuldi. Hon bjóðaði okkum bæði eitt og annað. Fólkið fór tað mesta norður í kvøld. Nú er so friðarligt í kvøld, vit liggja fyri fortøjning.

 

Sunnudagur, 18. mai

Vóru bara 6 mans umborð. Hinir vóru heimfarnir. Gott veður. Eg var í landi í kvøld til møti í Meinigheitshúsinum. Rasmussen heilsaði uppá meg, men kendi meg ikki. Síðani var eg eisini í plantasjuni, har sá eg tríggjar tamar svanar. Vit spákaðu til kl. 10 um kvøldið. Tá var eg kaldur og fór umborð. Í dag hevur verið so friðarligt. Sandal og eg fóru umborð á "Marshall" við J. Paula, har funnu vit ein bát á ferðini inn aftur við tveimum smádreingjum. Teir lógu og rókust við ongum tolli í øðrum borðinum. Vit hjálptu teimum til lands. Alt væl.

 

Mánadagur, 19. mai

Fór ikki upp fyrr enn kl. 9 í morg­un. Sendi Sandal í land at keypa skerpikjøt til døgurða. Vit hava tað gott umborð í dag. Var í landi einaferð í kvøld og inni hjá Hans Jákupi, tey vóru blíð. Á Müllers kontórið vóru vit einaferð og fingu okkum pengar. Síðani spákaðu vit aftur og fram. Janus kom til Havnar í dag. Vit gingu nakað leingi í landi og sótu síðani og prátaðu umborð eina tíð. Kl. 12 tørnaði eg inn. Alt væl.

 

Týsdagur, 20. mai

Kl. 5½ fóru vit upp í morgun at landa. Eg landaði eisini. Veðrið av tí allar fínasta. Vit landaðu gott 200 skippund. Kl. 7 góvust vit og so í land. "Tjaldrið" legði at kajini, og har kom ein rúgva av skipsfólki frá Suðuroy. Tað var hugnaligt at síggja hetta vakra skip, ið føroyingar eiga, koma til kaj. Og hugnaligt var eisini at hoyra hesar flottu menninar kommandera á føroyskum.

 

Mikudagur, 21. mai

Byrjaðu at landa kl. 6 í morgun. Tað var sirm í morgun, men seinnapartin var gott veður. Tað gekk ikki skjótt at landa, men ferdigir blivu vit kl. 6 s.p. So í land at keypa. Har runnu vit úr einum handli og aftur í ein annan, og fingu akkurát gjørt okkum lidnar áðrenn lukkitíð. Kollfirðingarnir fóru norð í kvøld. Eg var einaferð umborð á Ellu og prátaði. Síðan fóru vit í land og tóku okkum ein biltúr niðan á Sanatoriið – umborð kl. 11. Eg fór so at pakka niður. Tørnaði inn kl. 2. Martin bleiv so uppi. Gott veður, ættin vestan. Alt væl.

 

Hvat man hon fara

at siga?

Hósdagur, 22. mai

Fór vestur til Sandavágs við Álkini (rutubátur). Kom hagar o.u. kl. 10 f.p. Veðrið var gott tá, alt var sum tað skuldi vera. Vildi so illa sova, at eg legði meg. Eg svav heilt til kl. 4 s.p. Fór so út á Trøð til J. Paula og tey við millummála. Velti eina løtu. Tá var mjørki og regn. Vit hava tað, Gud havi lov, øll gott. Tað menniskja, sum eg helst vildi sæð, sá eg ikki í dag. Eg leingist eftir at kunna siga tað við hana, hvussu nógv hon er verd fyri mær. Radio er ikki komið, eisini eitt skuffilsi. Einki bræv frá brævskúlanum, so einki bleiv av tí, sum eg gleddi meg til. Enn er eitt eftir, skal tað eisini blíva eitt skuffilsi???

 

Fríggjadagur, 23. mai

Í morgun fór eg upp sum í óðum verkum kl. 9.

Veðrið var av tí allar besta. Jákup Pauli hevur verið og skotið í nátt, so eg má at velta, meðan hann svevur. Eg sá hana í dag. Hon smíltist, tá eg bað góðan dag. Hon er her. Eg veit ikki, hvat eg hugsaði, men eg sá hana. Og tað var so nokk fyri fyrst.

Vit góvust kl. 8, tá vóru vit lidnir. Eg gekk úti alt kvøldið, men eg bar ikki eyga við hana. Hevði tað ikki verið so strævið, so skuldi eg farið niðan, men tað tori eg ikki. Hon er her, og eg skal tosa við hana, um tað, sum liggur mær á hjarta. Alt væl.

 

Sunnudagur, 25. mai

Veðrið av tí allar fínasta. Sólin skínur bæði oman og niðan. Havhesturin kom kl. 10 við 200 fundargestum, m.a. Hans A. Djurhuus. Eg var í kirkju, har var lítið fólk. Fundurin byrjaði kl. 4 s.p. Eg mátti ganga, tað var ikki hugsingur um at fáa bil, t.v.s. teir koyrdu fullir í heilum. Fundin dámdi mær væl. Av øllum røðarunum dámdi mær best Djurhuus, mín gamla kennara.

John Brown var her við fólki og ein bátur var úr Kvívík, tveir ella tríggir úr Kirkjubø, tríggir úr Skopun. Í kvøld hevði nokk borið til hjá mær. Eg síggi, at eg kann hava hop, men eg eri for smæðin. Eg hevði chance, men brúkti hann ikki.

 

Mánadagur, 26. mai

Í dag fór eg seint upp. Bilurin fór við torvfólkið, men vit fóru ikki við av tí, at vit høvdu ongar hakar lánt okkum. Tað var kanska til held, tí tað bleiv áarføri. Í dag havi eg so koyrt grebini uppá, so nú fara vit í morgin við bil á suðurtriðing, tí vit fáa ongan bát.

Eg havi fingið boð í dag at koma fríggjadagin (til skipið) og ikki havi eg hitt hana, tað verður trist. Eg havi í kvøld bíðað uppá tjans, men ongan fingið. Gongur alt væl, so skal tað verða hósdagin. Alt væl.

 

Endiliga forlovaður!!!!

Hósdagur, 29. mai

Veðrið var av tí allar fínasta í dag. Eg var í kirkju og til altars. Møtið var kl. 6. Nógv kom í vegin, men til endan eydnaðist tað. Kl. 11-12 seinnapartin fekk eg fatur í hana. Vit fóru niðan til teirra. Alt gekk gott. Eg kann nú rokna meg at vera trúlovaðan! Takk og aftur takk fái tú Gud, at tað gekk gott. Á, tú Anna! at eg nú eigi teg, er fyri mær sum ein dreymur. Nú kann eg við góðum hug fara avstað. Eg elski teg, tú! At tú eisini ert góð við meg, er tann størsta lukka eg kann ynskja mær á jørðini. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 30. mai

Í morgun kl. 10 kom Álkan aftur, og eg fór so til Havnar. Hon og pápi hennara komu út til Miðvágs í bilinum. Ferðin til Havnar gekk væl. Tað var eitt lot av lands­ynn­ingi. Konu­fólkini, sum við vóru, høvdu tað ringt, m.a. Alvilda, hon var rætti­liga ring av sjóverki.

O.u. kl. 1-2 vóru vit so í Havn. Skiparin kom nakað aftaná okkum. Um kvøldið var eg í landi og vitjaði Binu. Kl. 11 bleiv farið umborð at sova.

 

Leygardagur, 31. mai

Í dag hava vit málað hana innanborða og uttanborða. Eg havi málað, Sandal var kokkur. Í dag mitt sum vit málaðu uppá tað allarbesta, tá var eldur í King Arthur. Vit fóru umborð við pøsum at sløkkja, men tá vit komu hagar, var eldurin longu minkaður, so vit nýttust ikki longur at vera har. Eldurin var komin av eini tjørupøs, sum hevði staðið úti á kabyssunni. Eldur var komin í hana. Kokkurin var illa brendur, hann fór á Hospitalið. Eina løtu var eg í landi.

 

Rigga til at

fara avstað

Sunnudagur, 1. juni

Eg fór seint upp í morgun. Tá eg kom á dekkið, eftir at eg hevði sett ketilin útá, tá kom Janus rógvandi inn eftir við einum báti. Hann var komin um náttina við Dúgvuni. Hann bleiv so verandi umborð hjá okkum. Eftir døgurða fóru vit so í land at spáka. Eina tíð vóru vit inni hjá Vestmanna-Hans Jákupi. Síðani vóru vit á møtinum. Heilsaðu har uppá Pastor Rasmussen og Petru, tey eru nú gift. Kl. 10 fóru vit umborð og fóru so ongantíð í land aftur.

 

Mánadagur, 2. juni

Í dag hava teir so sligið segl und­ir. Seinna­partin í dag komu allir til skipið uttan norðan­menn­inir. Eg var eisini í dag í landi. Vilhelm var komin. Vit tóku okkum so ein gongutúr. Í morgin skulu vit til Stabban. Eg havi reinsað kabúss­una í dag, tað

var eitt ringt tørn.

Alt væl.

 

Týsdagur, 3. juni

Í morgun fóru vit so til Stabban. Í dag hava vit so tikið salt. Proviantin hava vit eisini sett av. Í kvøld er tað spent í okkum, at vit skulu fáa okkum radio. Hvussu tað kemur at verða veit eg ikki.

Eg var í landi til andakt í kvøld. Alt væl.

 

Mikudagur, 4. juni

Tóku proviant og kol. Strævið var í dag. Kl. 6 fór eg upp. Kl. 7 mátti eg til at stúgva í kolkjallaranum. Tá tað var gott og væl liðugt, mátti eg aftur at stúgva proviant­in av. Sveittin úr hvørjum hári, men teir hjálptu mær tó væl. Teir stúgvaðu eplini og keks og annað.

Nú er mjølið so komið. 1400 pund, tað er ein góð rúgva. So hava vit eisini gingið eitt sindur í landi í kvøld.

 

Fingið radio

Hósdagur, 5. juni

Tóku vatn og stúgvaðu av. Í dag hava vit so fingið radio. Wellejus var sjálvur og stillaði tað inn. Í kvøld hava vit lítið annað gjørt enn at lurta í radio. Tað verður nokk snedigt at fáa tíðindi frá útheiminum í summar gjøgnum tað. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 6. juni

Bara bíða eftir sild og ísi.

Var í landi eftir sovorðnum, sum eftir var, og keypti breyð. John førdi eg eisini umborð. Hann skuldi til Kollafjarðar, har væntaði hann at koma at liggja høgtíðina. Tað var áarføri, meðan vit sigldu norður. Dimmligt veður. Radioið hevur ikki steðgað í allan dag. Komu til Selatrað um 8-9 tíðina í kvøld. Alt væl.

 

Leygardagur, 7. juni

Tóku sild, ís og vatn. Vórðu lidnir um 7-8 tíðina s.p. Eitt lot var høgt f.p., so skiparin var í iva um, hvat hann skuldi gera, um hann skuldi steðga ella ikki. Seinnapartin kom aftur eitt lot av útsynningi. Tá hildu vit uppá at fara út, men tóku okkum aftur og fóru bara yvir á Hósvík. Her blivu vit so liggjandi fyri høgtíðina. Eg eri í ringum lag, tí hetta hevði verið tjansur at farið heim at ferðast, men eingin vil koma til gongu, so eg tími ikki einsamallur. Hetta verður nokk ein trist høgtíð.

 

Sunnudagur, 8. juni

Lógu á Hósvík. Veðrið ringt, storm­ur og regn. Vit torgaðu okkum ongantíð í land, men høvdu tað fittligt kortini. Radioið gekk allan dagin. Hoyrdu prædikur allastaðni frá. Kl. 9 í morgun settu vit tað at skralla, og tað hevur gingið í allan dag. Vit hava hoyrt (kirkju) klokkurnar allastaðni frá og musikk sjálvsagt. Eg væntaði ikki, at tað fór at verða so mikið fittligt um Hvítusunnuna. Tað hevur verið so friðarligt, tí veðrið hevur verið so ringt.

Hevði ikki radio verið, so hevði tað verið keðiligt.

 

Mánadagur, 9. juni

Veðrið frægari, men ælaði illa. Fólkið var nógv umborð. Kahúttin varð altíð full av fólki, sum lurt­aðu eftir radio. Var í landi í kvøld. Var inni hjá Magnus Paula og Hans Dávidi. Vóru og sóu kirkjuna og til møti í skúlanum. Áarføri í kvøld.

Í dag hevur ikki verið so friðar­ligt sum í gjár. Tað hevur næstan hvørt fólk í Hósvík verið umborð. Kahyttin hevur verið stúgvað í allan dag. Alt væl.

Og so verður farið

 

Týsdagur, 10. juni

Tá eg kom upp vóru vit longu útfarnir. Teir loystu kl. 1 í nátt. Veðrið toluligt, nakað av vindi av útsynningi. So byrjar hesin túrur av álvara, Jesus fylgi okkum! Tað var heldur ónossligt at leggja á blotan, regn hevur eisini verið. Eg skrivaði eitt bræv heim, men tað slapp ikki í land, so nú havi eg bara sent tað í havið. Har liggur tað væl. Alt væl.

 

Kundu nú hoyra gudstænastur í radio

Sunnudagur, 15. juni

Vit hoyrdu eina gudstænastu úr Stockhom um 10-11 tíðina. Kl. 8 í morgun hoyrdu vit eina úr Fin­landi og Týsklandi. S.p. hoyrdu vit eisini eina úr London. Einki hoyrdist úr Danmark. Tað er óført, sum tey syngja væl. Frá Stock­holm hoyrdu vit eisini eina gudstæn­astu kl. 4 s.p. Hon var so skillig, at eg skilti næstan hvørt orð.

 

Mánadagur, 16. juni

Í dag hoyrdi eg Íslendaran í radio­n­um, hann segði frá veðrin­um. Hann var mest útsynn­ing­ur um alt Ísland, á vestur­landi­num var kalt, og regn á suðurlandi­num. Vindurin var avtakandi allastaðni.

Tað verður hugaligt, tá ið Altingsfestin (í samband við 1.000 ára haldið) byrjar, at hoyra frá teimum. Ellers var alt væl.

 

Týsdagur, 17. juni

Havi bakað breyð í dag. Eg eri ikki væl tilpassar, eri for linur, vil bara sova. Men hvat skal tað vera, eg kann ikki vera hugaður í einum arbeiði, sum mær ikki dámar. Eg eri á eini skeivari hill, men tað gerst nú ikki við. Nú skuldi tað tó verið hugaligari, nú eg havi eitt mál at náa. Eg má spíla meg meira út nú.

Eg gleði meg til at koma heim aftur til... Alt væl.

 

Hósdagur, 19. juni

Eg liggi nú í koyggini og skrivi, meðan musikkur frá London ljóð­ar frá radionum. Tað er nokk so hugna­ligt at hava radio, man fær mangt at hoyra. Nú er annar akku­mulatorurin næstan liðugur, so vit mugu spara, vit hava bara ein eftir. Við kokkarínum gongur tað toluligt. Eg baki mær breyð niður fyri, so eg kann gera okkurt annað upp ímillum, fiska ella steikja. Nú gera teir reint. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 20. juni

Í dag hoyrdu vit í radionum frá London eina kappflúgving ella okkurt sovorðið. Tað ljóðaði í hvørt fall sum flúgvarar. Frá Stockholm eitt fyridrag um ein festning og Bjørgholmen. Tað var nokk so forvitnisligt. Ættin er landsynningur.

 

Leygardagur, 21. juni

Vit hava nú sligið tað nýggja battar­íið undir til radioið, nú hoyra vit aftur Keypmannahavn. Frá Íslandi hava vit eisini hoyrt í dag. Alt væl.

 

Sunnudagur, 22. juni

Tjúkt í toku, men ikki nógvur vindur. Tað hevur ikki verið nakað nossligt veður í dag.

Kl. 10 seinnapartin hoyrdu vit Stockholm í radio, og nakað fyri tað, o.u. 9 tíðina, Finland. Har høvdu tey gudstænastu. Av tí svensku skiltu vit alt.

Vit høvdu lestur um middagin og eina andakt eftir middagin. Skip sæst einki. Her er nógvur fuglur, mest havhestur. Alt væl.

 

Týsdagur, 24. juni

Eg fari nú at leingjast eftir at frætta heimanífrá, tað verður hugna­ligt at fáa bræv. Hevði tað nú bara gingið betur enn í fjør. Alt væl.

 

Mikudagur, 25. juni

Í dag var gott veður at byrja við, men ruskaði s.p. Nú er sjask­ut veður og toka – f.p. var klárt. Fyrimiddagsvaktina preiaði “Docea” okkum, teir høvdu 12.500. Teir stóðu býttir og gløddu upp til vejrs eftir antennuni hjá okkum.

 

Beistast umborð

Leygardagur, 28. juni

Í dag hevur verið gott veður, men eingin fiskur. Vit hava nokk o.u. 200 fiskar. Í dag hava vit bara beistast. Einaferð bleiv ein línusteinur knýttur á hjá Martini. Teir stóðu við øllum hakunum uttan um hjá honum og við eini svintu til flagg. Eitt hamarshøvd og ein avlippaðan tosk knýttu vit á hjá Herlufi. Har bleiv skotið og skutla, vrelað og krøkt. Klæðini hjá Geytanum høvdu vit pyntað til ein mann. Hann stóð so andbráður á beinkinum, tá teir purraðu Geytan út. Alt væl.

 

Sunnudagur, 29. juni

Fínt veður. Ættin er landsynn­ing­ur. Vit høvdu lestur um middagin. Um 10 tíðina f.p. hoyrdu vit eina gudstænastu frá Stockholm, eg skilti hvørt orð. Um middagin hoyrdu vit eisini eina svenska frá Finlandi. Ein íslendingur for­taldi frá Tingvellum eisini um middagin. Í kvøld hava vit havt besøk av “Lauru”. Hans Jákup, Leon og Kristian vóru umborð um 6 tíðina í kvøld. Seinni kom skiparin og ein annar. Í kvøld hava vit aftur beistast. Eg rendi eitt kaffikrúss í eyguni á einum av manningini, og seinni fekk eg eitt aftur frá viðkomandi og blindaðist.

 

Mánadagur, 30. juni

Tað er hugnaligt at tørna inn við musikk frá London o.ø.

Radio gongur hvørja ferð skaffað verður. Í dag var højtalarin á dekkinum meðan allir stóðu við snørið. Alt væl.

 

Týsdagur, 1. juli

Ája! Nú er Julimánaður byrjaður, nú hava tey nokk skrivað bræv heima. Tey gleði eg meg til at fáa.

Eg havi bakað breyð og verið í lastini í kvøld. Alt væl.

 

Mikudagur, 2. juli

Eg havi spulað dúrkið í kvøld. Nú vænti eg, at vit fara skjótt at fara at fáa okkurt bræv. Enn er tíðliga at vænta tað, men eg vænti tað kortini. Alt væl.

 

Fríggjadagur, 4. juli

Nú ætla teir at seta gørnini út av bógnum. (Hetta man vera fyri at veiða sild til agn.)

Hjá mær hevur gingið gott við kokkarínum. Mær hevði dámt betur at farið undir (Langa)nesið, nú vit skulu fáa okkum agn. Har hevði eg kunna væntað mær eitt bræv, men her fái eg so einki, og kann heldur einki vænta. Kanska eg kundi skrivað her!

 

Inn á Siglufjørðin.

Leygardagur, 5. juli

Veðrið hevur verið gott í dag. Eitt lítið lot av norði. Vit hava o.u. 1000 fiskar í dag. Nú hava vit um 9500 tilsamans. “Vestmanna” preiaði okkum, hon hevði 13.000.

Nú sigla vit uppá Siglifjørðin eftir sild og ísi. Nú eru vit komnir nakað nær Grímsoynni. Munnu vit fara at fáa nøkur brøv? Eg vænti ikki. Ikki enn, men eingin kann ætla.

Í radionum hoyrdi eg í kvøld, at “Ísland” fór úr Føroyum í gjár­kvøldið kl. 9. Har munnu brøv vera í til okkum. Alt væl.

 

Sunnudagur, 6. juli

Vit hava hoyrt Stockholm við eini gudstænastu fyrrapartin. Seinna­partin hoyrdist einki. Vit høvdu lestur í dag og andakt í kvøld. Nú er eingin uppi. Alt væl.

 

Mánadagur, 7. juli

Gott veður, mest sum for gott. Hava ligið í stilli mest sum alla nátt. Í dag hevur verið eitt lot, men ímóti seinnapartinum kom hann til vildar. Vit vóru ikki inni fyrr enn kl. 5 seinnapartin. Lýsi-Gudmund kom umborð við tað sama. Koyrdu livur í land, og so fóru vit í land til møti. Jógvan Hans ( trúboðarin Simonsen) er her, og eisini Jóanes Sigurdsson (kendur føroyavinur.)

Einki bræv. Vit fingu einki at frætta heimanífrá hesaferð. Alt væl.

 

Týsdagur, 8. juli

Hava tikið ís, sild og vatn. Vit koyrdu okkum akkumulatorarnar í land at lada upp. Fóru í land kl. 7 seinnapartin. Eg var á sjómans­stovuni. Keypti mær sovorðið smávegis. Annars havi eg gingið og travað eina tíð.

Eg var tað mesta av tíðini á sjómansstovuni. Spældi uppá orgul. Kom umborð kl. 1. Nú fara teir aftur at lossa vatn. Vit fara ikki út fyrr enn einaferð í morgin. Veðrið er gott. Alt væl.

 

Mikudagur, 9. juli 1930

Gott veður, stilli fyrrapartin. Um 10 tíðina kom eitt lot, men vit fóru ikki út fyrr enn kl. 1 av tí, at akku­mu­lat­orarnar vóru næstan tómir. Alt væl.

 

Sunnudagur, 13. juli

Gott veður má tað nokk kallast at vera, men ikki so gott sum eg kundi ynskt mær. Tað er toka og nakað av vindi, ónossligt sunnu­dagsveður. Tá sunnudagurin ikki er heilt góður er vikan fyri ongum. Í radionum hoyrdu vit fyrrapartin, men seinnapartin hoyrdist ikki eitt kis. Eg veit ikki, um tað man vera í óordan. Høvdu lestur um middag og andakt í kvøld. Ættin er tann sama. Alt væl.

 

Mánadagur, 14. juli

Radio er spilt.

Tað hoyrist einki ígjøgnum tað longur. Vit hava hugt í apparatið, men duga einki at síggja. Tað var keðiligt, tí tað hevur verið nokk so hugnaligt at hava viðhvørt.

 

Bernhard var serligur

Hetta er tað sum vit á hesum sinni koma at hava um Bernhard. Tað er greitt, at hann var serligur. Sum nógvir hevði hann hug at gerast annað enn fiskimaður og kokkur, og so var tað lívið saman við Onnu! Men allir hesir dreymar brustu við Nólsoy í 1934. Men minnið um hann kemur so at liva, eisini takkað verið hesi røð!

Anna giftist ongantíð.

 

---------------

 

 

Komandi partur

Komandi Miðvikan verður um ein deyvan fiskimann, tann 98 ára gamla Hilmar Heinesen