eini føroyskari lisensrundu, um ikki Hvíta økið er við, men tað fara at vera fleiri oljufeløg og samtøk, sum ikki sleppa Føroyum, líkamikið um semja er gjørd um markið ella um lisensrundan verður nakað útsett [...] útbjóðing, er ósemjan við bretar. Spurningurin er so aftur, hvør parturin - føroyingar ella bretar - hevur mest skund at fáa loyst marknatrætuna. Tað veldst sjálvandi um við hvørjum brillum tú sær hetta. Eina [...] norska ynskið ella kravið um miðlinjumark. Og hetta mark varð sett uttan hjálp frá fylgisveimum og kom at liggja væl nærri Bretlandi enn ein verulig miðlinja vildi verið, um hon varð ásett í dag. Men hvussu
skeiðið er útrunnið. HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta um. Men sjálvandi er møguleiki fyri, at verandi minnilutastjórn heldur fram. Tó er eisini [...] Noregi ger um seg. Tvs. at flokkar í miðjuni og til høgru skipa eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javnaðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta [...] Føroyum, og tað er okkara hugsan, at Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av innbjóðing at vitja her og tøgn Nyrups um somu innbjóðing síðani er ikki við til at økja um álitið á danska
avloysara til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant fyri mong, men útviklingurin gongur so mikið skjótt, at í øðrum [...] eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir. Saman við evnaríkum [...] skúlaflokkur gera uppgávur um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi oljuland, um grindamálið osfr. so er bert at uppgeva leitiorðið og tú fær allar greinarar á skíggjan. SJÁLVANDI er endamálið við hesum fyrst
flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol [...] seinastuni um støðuna hjá Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so. NÚ er tað fyrst [...] at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land
fyri hvørjar 100 krónur, pensjónisturin hevur í inntøku. Um hetta er rætt - ella um hetta ikki er rætt, kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men um tingmenn ikki vilja játta fleiri pengar til eldraøkið, soleiðis [...] kjak um eldraviðurskiftini sum heild. Hesin partur av politiska kjakinum hevur í alt ov stóran mun ligið á láni, og kann tað eisini verða partvís orsøk til, at fólkapensjónin er afturúrsigld. Hetta er eitt [...] komandi tíðum eiga at hava so góða pensjónskipan, at øllum kann verða tryggjað góð ellisár. Tað er ikki annað, enn ein mannarættur. Hinvegin so vilja vit heldur ikki afturvísa uppskotinum hjá landsstýrismanninum
Netanyahu vil heldur brúka musklarnar enn friðarsins diplomati. Við at tvíhalda um framhald av búsetingum bæði í hersettum økjum og í Jerusalem ger Netanyahu einki mætari enn at skriva undir eina krígsavbjóðing [...] allan tann arabiska heimin. TAÐ fyrsta, ið kemur einum til hugs í slíkari støðu, er, at maðurin er ikki í ordan. Hann er ikki rættsiktaður. Tí eingin hevur loyvi til at spæla hasard við mannalagnum á henda [...] meklari og politi um somu tíð, so hevur landið eisini skyldu til at tvinga høgravenda ísraelska leiðaran til at lurta eftir fornufti. Tí tá alt kemur til alt er tað ikki bert talan um ísraelar kontra palestinum
hesin ótti er ógrundaður - um so er at vit bera okkum rætt at - tí størri ríkidømi frá eini oljuvinnu kann vera við til at geva mentan, list ol. nógv betri gróðrar- og tilverulíkindi enn støðan er í dag! Og [...] av kommunum er ein gongd leið. Lat okkum tó her leggja aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja [...] og løgd lamin í skjótt fýra ár er Sandoyggin raknað við aftur. Tað er sum at síggja blómur spretta móti vári - nú at síggja hesi fryntligu sníðini heiman av Sandi gleðast um, at tey nú loksins hava fingið
i hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank. ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í fólkatinginum, har [...] leggja prógv fram, sum vísa, at Tinganes hevur verið kunnað um málið. OG er tað so, at politikarar og embætismenn í Tinganesi hava vitað um hetta, tá er spurningurin, hvørjar fylgjur tað eigur at fáa. Og her [...] nýggj kanning gerast! Hvat nú um kanningin gevur føroyingum viðhald! Og hvat nú um hon fríkennir bæði Den Danske Bank og donsku stjórnina! Spurningarnir eru nógvir og ilt er í verandi løtu at gera sær eina
fyri bakka. NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin [...] so allar húsast í somu lon yvir við Strond í Havn sigur kanska eisini alt um hetta stóra og fyri Føroyar so týðandi samtak. Nú er lagna teirra aftur í hondunum á okkara politikarum STÓRUR spenningur hevur [...] Spurningurin um eina misálitisváttan á løgmann hevur verið frammi áður. Tað hevur ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan hann er burturstæddur. Vit ivast tó stórliga í, um tingmenn tora
ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar [...] ina. EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at [...] at vera sterkar røddir frammi um at leggja enn størri sjógv millum hesar báðar partarnar av ríkinum, enn støðan er í dag. VIT síggja hetta longu nú á veljaratølunum, har loysingarvongurin í føroyskum politikki