teimum áhugaverdu viðurskiftum, tú hevur tikist við. Tó er tað, sum liggur okkum nærmast á sinni, tey virðir, sum tú hevur staðið fyri, sum tú hevur lagt okkum í beinini. Tú hevur altíð verið okkara fyrimynd [...] hetta sum nú er nevnt, hevur tú verið og er ein pápi og abbi sum fáur. Fyri okkum børn hevur onki verið nóg gott. Altíð hevur tú viljað tað besta fyri okkum. Fyri okkum systkin hevur tú verið pressarin, sum [...] myndina. Tú skuldi tó eina langa leið í politiska landslagnum, áðrenn tú fann títt gróðrarfesti í Fólkaflokkinum, har tú óivað hugsjónarliga altið hevur hoyrt til. Við Fólkaflokkinum fekst tú samantvinnað
lætt at vera góð við teg, og tað sigi eg ikki bara, tí tú var mín verdóttir. Tú var altíð so hjálpsom, líkamikið hvat var, tók tú eina hond í. Tú og Leif vóru ofta og vitjaðu í Mammulág, í kjallaranum [...] allir tímarnir tú hevur bíðað eftir Hjørdis. Tú vart so tolin við henni, tí Hjørdis hevði altíð góða tíð – um tað var ein býtúrur ella okkurt annað hon/tit skuldu. Tað vísir bara hvussu góður tú vart við hana [...] børnini fyri ikki at gloyma. Tá familjan hittist og tú ikki vart við - ella Leif kom á vitjan, bleiv beinanvegin spurt eftir tær, tú átti bara at vera har. Tú dugdi og tímdi so væl at fjasa við børnini og tað
av at brúka olju at hita hús og bygningar við og leggja um til varandi orku, ella grøna orku, sum tað ofta verður nevnt. Í hesum sambandi hevur hann ført fram, at oljuprísurin er ein tikkandi bumba undir [...] kostar einar 30.00 - 40.000 krónur, men so ert tú sloppin heilt undan oljuni. Tað ber eisini til at keypa minni og bíligari tangar, sum har tað ber til at sleppa partvís av við oljuna. Almenna við Magni [...] Klaksvíkina upp. Har tað ber til, er ætlanin at veita orkuna ígjøgnum netið hjá SEV. Har tað ikki ber til, verða kaðalir lagdir í húsini. Eitt tað besta økið at leggja til brots við eini vindmylluætlan
minstumørkini fyri, hvussu nógv skal til av fluroevnunum, áðrenn tað hevur negativ árin á immunverjuna, eru alt ov lágt sett. Phillipe Grandjean, granskingarleiðari, mælir tí til, at hesi mørkini verða lækkað [...] eru skelkaðir. Ein granskingarbólkur frá Syddansk Universitet, sum hevur fylgt 431 føroyskum børnum, sum eru fødd umleið ár 2000, hevur júst kunngjørt síni úrslit í vísindaliga tíðarritinum »Environmental [...] sjúkurnar fara at herja aftur nú, ella at tað eru fleiri, sum verða rakt av sjúkunum enn vanligt. Sambært kanningum hjá Dansk Seruminstitur er nógv, sum bendir á, at kroppurin hevur aðrar hættir at berjast móti
umstøðurnar vóru so góðar sum tær eru. Her er alt og tú fær tað, sum tú hevur brúk fyri, og hópurin er fantastiskur. Hetta er nokk tað besta tú kann koma til í Føroyum, sigur nýggi motorurin á miðvøllinum [...] mortorurin trívist í HB Heini Vatnsdal flutti í vetur til HB frá FC Suðuroy. Hann hevur leingi verið mettur sum eitt risa talent í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt seks dystir á U21 landsliðnum og nærkast [...] álvara. Hann er komin til HB fyri at menna seg sum fótbóltsspælara og hann trívist í leiklutinum sum oddalið í føroyskum fótbólti. – Tað hevur verið heilt fantastiskt at koma til HB. Eg hevði ikki væntað
nakað sjálvur. Hevur tú húsdjór? Eg havi gæs og eg havi seyð, men um tú kanst kalla tað húsdjór, veit eg ikki. Hvat er tín lívrættur? Egin framleidd gás, helst jólaaftan. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum [...] ferðast uttanlands, er tú tá til aktiva feriu ella sólbað á strondini? Sólbað á strondini er ikki akkurát eg, eg vænti, eg smelti; so tað verður meira til aktiva feriu hjá mær. Helst okkurt, har eg kann gera [...] Hvt ger tú í frítíðini? Nokk so nógv av mínari frítíð fer við at spæla fótbólt, og tað er eisini fyri at røra seg fysiskt. Ferðast tú nógv í egnum landi? Alt ov lítið, tíverri, alt ov lítið. Tá tú ferðast
og klædnapløgg. So hevur tú smiðin, sum fólk heita á, tá okkurt skal gerast, og tú hevur familjuna, sum syngur, tá brúdleyp er ella jarðarferðir. So fáa tey eitt oyra fyri tað, ella verða goldin á annan [...] Norska Missiónin hevur verið í Mali í 30 ár, og hevur sæð sína uppgávu í landinum ógvuliga breitt. - Talan er ikki bara um at renna eftir sálum, men hugsa ógvuliga breitt. Uppgávan hevur verið at verið Guðs [...] reint vatn, at dykra ymsan góðan mat, bæði til at eta sjálvi og at selja. Og vit læra fólk at lesa og skriva, sigur Gimmi Olsen. Eitt annað hevur verið at lært fólk at verða lærarar, uttan at skula ganga
Churchill contra Palme Tá tú gerst poltikkari, so er tað gjarna tí, at fólk rundan um teg halda, at tú veruliga hevur nakað, sum tú vilt arbeiða fyri - at tú hevur eina góða søk. Tú ert ein persónur, sum vil [...] hoyra vit, at politikkarar siga, at hetta ella hatta ikki ber til, tí eitt ella annað forðar tí. Henda uppfunna ella imaginera forðingin er næstan personifiserað til ein óndan persón, sum bara leggur fótonglar [...] spurningurin, um tú brúkar viljan, sum Palme nevndi, ella tú velur løttu og vánaligu loysnina, sum Churchill so skemtiliga segði vera at finna eina hóskandi grundgeving fyri, at einki ella okkurt annað hendi
partin av okkara kroppi til gagn fyri heilsuna hjá tí einstaka, til gagns fyri vísindina og til gagns fyri okkara samfelag, sum í ógvuliga stóran mun hevur tørv á arbeiðsplássum til væl útbúgvin ung fólk [...] úrslitini verða altíð givin tær, um tú vilt hava tað. FarGen verkætlanin hevur vakt ans uttanlands, tí hetta er ein roynd at brúka ílegurnar hjá einum fólki bæði til gransking og til heilsutænastu. Heilsuverk í [...] um treytirnar. Treytirnar kunnu bæði vera flyting av vitan til Føroyar og/ ella beinleiðis gjald. Longu nú kann sigast, at Ílegusavnið hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, tí á Landssjú
meðan Javnaðarflokkurin hevur verið í andstøðu, er ein av meginorsøkunum til, at flokkurin hevur so stóra undirtøku nú. Andstøðan hevur verið virkin við alternativum uppskotum til uppskotini hjá samgonguni [...] tosa flokkin til rættis. – Ein orsøk til, at framgongdin hjá Javnaðarflokkinum ikki er størri, kann vera fiskivinnupolitikkurin. Tað tykist sum, at veljarin hevur enn størri tiltrúgv til politikkin, sum [...] Javnaðarflokkin aftur á føtur. Seinastu 12 mánaðirnar hevur Javnaðarflokkurin verið størstur í veljarakanningum. Men hvat er hent? Spurningurin hevur einki einfalt svar. Øðrvísi formaður Tað var skjótt