Jóannes Eidesgaard
----
Navnframi brestki forsætismálaráðharrin Winston Churchill, sum var ein framúr retorikkari, segði millum so mangt annað, at ein góður politikkari skal eiga evnini til at kunna siga, hvat fer at henda í morgin, í næstu viku, í næsta mánaða og næsta ár, men sum síðani hevur ein hóskandi grundgeving fyri, hví tað so ikki hendi, sum áður spátt.
Churchill contra Palme
Tá tú gerst poltikkari, so er tað gjarna tí, at fólk rundan um teg halda, at tú veruliga hevur nakað, sum tú vilt arbeiða fyri - at tú hevur eina góða søk. Tú ert ein persónur, sum vil broyta viðurskifti, tí tú hevur viljan og evnini til at flyta okkurt. Hetta var eisini tað, sum Palme segði um politikk. “Politikkur er at vilja”.
Tí kennist tað so svárt fyri politikkarar at síggja, at ein ætlan ikki vinnur frama. Sjálvt um tað ikki er lætt, so er bert eitt at gera, og tað er at stríðast uppaftur meira fyri sakini. Tað nyttar ikki at seta seg at kúra, og tað nyttar uppaftur minni at finna vánaligar grundgevingar fyri, hví einki hendir. Vinnur ein góð søk ikki undirtøku, so er ov illa taðað frammanundan. Kanska er málið ov illa lýst, og tí ikki búgvið.
So er spurningurin, um tú brúkar viljan, sum Palme nevndi, ella tú velur løttu og vánaligu loysnina, sum Churchill so skemtiliga segði vera at finna eina hóskandi grundgeving fyri, at einki ella okkurt annað hendi. Líkt er til, at tað seinna er vorðið alt meira vanligt.
Hvat frætta vit hiðani
Vit hava tosað upp í nógvar leypar um eitt nú kommunusamanlegging, fiskivinnunýskipan, skúlanýskipan og um nýggja pensjónsskipan, sum sjálvandi alt skuldi fremjast í breiðari semju millum allar flokkar. Tá hetta ikki hendir, so er líkt til, at okkara politikkarar taka løttu loysnina og finna hasa hóskandi grundgevingina, sum Churchill sipar til.
Tað nýggjasta, vit hava hoyrt, er, at vit ikki fáa eina fólkaskúlanýskipan, har skúlin skuldi leggjast út til kommunurnar, tí kommunureformurin av reinum kleyvarskapi fór í vaskið. Eg haldi nú ikki, at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar, men tað er minni áhugavert. Men tá landsstýrismaðurin í skúlamálum so gjarna vil leggja fólkaskúlan út til nakrar sterkar kommunur, og hann er partur av einari samgongu, sum hevur sett sær hetta sum mál, so virkar hann sera uppgevandi. Í staðin fyri at taka táttin upp saman við landsstýrismannin í kommunumálum, so velur hann stutt at geva kollsiglda kommunupolitikkinum skuldina fyri, at hann ikki kom á mál. Hetta er rættiliga symptomatisk fyri tíðina, vit liva í.
Eisini stendur alt hetta, sum bert verður til orð og als onga gerð hjá pørtum av samgonguni, í einari skríggjandi kontrast til “overnight-politikkin” hjá øðrum parti av samgonguni, sum uttan nakað hóvasták og uttan fyrireiking trumfar stórar reformar ígjøgnum.
How convinient
Føroyskur politikkur hevur serliga seinni árini dyrkað eitt serligt hugtak ella fyribrigdi fram, sum í einari handavending kann brúkast sum hóskandi undanførsla fyri, at einki hendir. Eg skilji væl, at tað er neyðugt við einari góðari undanførsla, tá ein sjálvur ikki heilt vil avdúka egnu ómegd. Javnt og samt hoyra vit, at politikkarar siga, at hetta ella hatta ikki ber til, tí eitt ella annað forðar tí. Henda uppfunna ella imaginera forðingin er næstan personifiserað til ein óndan persón, sum bara leggur fótonglar út. Ein uppfunnin óndur persónur, sum reikar runt á politiska pallinum og ger ónáðir.
Fjaldi fíggindin fær blást lív í næsarnar av júst teimum politikkarunum, sum seinni vilja brúka fíggindan sum undanførslu fyri, hví tað ikki hendi, sum áður fráboðað. Fíggindin fær skylduna, og politikkarin heldur seg sleppa undan at standa fram og siga, sum er. Men sjálvandi fjalir hetta ómegdina eins lítið, sum nýggju klæðini hjá keisaranum fjaldi.
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt bæði frá tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum, at eitt landsstýrisfólk sigur, at tíverri bar hetta ikki til, tí politiska skipanin vildi nakað annað. Stendur heilt illa til, so verður sagt, at Løgtingið tíverri ikki vil tað sama sum ein sjálvur. Men hvør mannar politisku skipanina, og hvør mannar meirilutan í Løgtinginum? Tað ger jú samgongan sjálv. Við øðrum orðum er forðingin ein sjálvur og skipanin, ein sjálvur er sentralur partur av. Tað má sigast at vera ein hóskandi undanførsla – “how convinient.”
Karmarnir loyva tí ikki
Nýggjasta fyribrigdið í teimum mongu undanførslunum er, at vit hoyra landsstýrisfólk siga, at tíverri fáa tey ikki gjørt hetta, tí hasir ólukku fíggjarkarmarnir forða tí. Tað er so lætt at standa fram sum ein vælmeinandi og hugskotsríkur politikkari, tá ein frammanundan veit, at alt verður skotið niður av fíggjarkørmunum. Men hvør eigur hasar karmarnar, sum er vorðin ein mantra í kjakinum.
Karmarnir eru skaptir og samtyktir av somu fólkum, sum síðan brúka teir sum undanførslu fyri, at tey ikki sleppa í gongd við tann góða politikkin. Ein egnir sjálvur við leskiligum agni fyri síðan at leggja snørið á dekkið, tí har vóru nakrir karmar, sum stygdu alt burtur.
Tað verður spennandi at frætta, hvat fer at henda við heildarætlanini fyri 700 mió. kr., sum skal steðga fráflytingini og eggja til tilflyting. Hetta er uttan iva størsta politiska málið hjá okkum, men eg vænti nú, at hasir karmarnir fara oftani at verða brúktir sum undanførsla fyri, at so lítið fer at henda. Livst so spyrst.
Meira visjón og minni uppgávulyndi
Ein kendur føroyskur politikkari segði einaferð, at eingin yvir og eingi við síðunar av Løgtinginum. Hettta er eisini rætt, men sama Løgting verður altíð stýrt av einum meiriluta, sum er tann til eina og hvørja tíð sitandi samgonga.
Væl vita vit, at upprunaligi týdningurin av latínska orðinum “ministari” er tænari. Onkuntíð siti eg við kensluna av, at nøkur av okkara landsstýrisfólkum taka latínska týdningin av orðinum í so hátíðarliga. Eitt er at tæna, men tað skal valdast. Ein kann ikki sum ráðharri ella ministari heilt kasta egnu meiningar og politikk fyri borð bert fyri at sleppa at sita í sessinum og siðan bert siga okkurt politiskt korrekt.
Mangan sita vit borgarar og næstan taka synd í, at eitt landsstýrisfólk meira ella minni verða fjøtrað av forðingum og fótonglum. Fríi viljin, ein sjálvur hevur, verður burturbeindur og í staðin koma politisku klisjéirnar.
Tá ein gerst ráðharri ella ministari, so eigur tað at vera tí, at tey rundan um halda, at viðkomandi kann nakað serligt. Vit kunnu ikki velja ráðharrar av val-taktiskum orsøkum, men tí vit halda, at viðkomandi er best skikkaður. Ein ráðharri er ein persónur, sum eigur evnini at vísa veg og rudda slóð fyri nýggjum hugsanum og tiltøkum. Eitt landsstýrisfólk skal skapa kjak um politikk og undirbyggja grundirnar fyri, hví júst tann ella tann loysnin er tann besta.
Gaman í skulu landsstýrisfólk halda seg til samtyktir í Løgtinginum, men aftur her er meirilutin í parlamentinum sami meiriluti, sum sama landsstýrisfólk er krumtappur í. Er tað neyðugt, so kann eitt dugnaligt landsstýrisfólk fáa broytt eina støðu í Løgtinginum. Men tað krevur skil og nakað av treiskni.
Betur gerst tað neyvan, um landsstýrisfólk alt ov nógv líkjast einum ávísum ministara í ensku satirusendingini “Yes Minister”, har ráðharrin sum tongul í brimi fult og heilt verður stýrdur av embætisverkinum. Tað síggja vit tíverri alt ov nógv av.