Minningarorð um Hjørdis Gullaksen

f. 08. oktober 1991, d. 07. desembur 2012

Fríggjadagin 07. desembur 2012 andaðist Hjørdis Gullaksen einans 21 ára gomul í einari syndarligari ferðsluvanlukku.
Góða Hjørdis, nú eru meira enn 4 mánaðir síðani tú fór frá okkum – saknurin gerst ikki minni sum tíðin gongur- eg siti bara spyrjandi, men fái einki svar. At tað virkuliga er soleiðis, at tú ikki kemur heim til okkum aftur, má eg bara góðtaka.Tað kemur mær hvønn dag til hugs, hvussu órættvíst lívið nú einaferð kann verða.
Eg slapp at kenna teg í 3 ár, eg var vermóður tín, men tað følist, sum eg altíð havi kent teg . Tú vart so opin, og vit tosaðu um alt, eg fekk altíð eitt erligt svar frá tær. Eg minnist so væl, tá ið eg sá teg fyrstu ferð. Eg visti av, at Leif kom saman við einari gentu, men eg var altíð ov sein at heilsa uppá, tú hevði altíð “sníkt” teg avstað áðrenn. Ein dagin eg hoyrdi teg í gongini, reyk eg út, nú eydnaðist tað mær at síggja hesa fittu gentu. Eg segði, at nú helt eg, at tíðin var komin, at vit báðar hittust. Tú gjørdist sera ovfarin og segði bara einki. Hendan løtan rann mær í huga, tá íð prestur prædikaði og las upp heilsanir frá vinfólkunum og flokkinum hjá tær, har tey lýstu títt opna og glaða sinn. Tú vart heldur ikki smæðin, men tað var nokk bert hesa fyrstu ferðina, at tað var eitt sindur “flovisligt” at heilsa uppá vermóður.
Løturnar saman vóru nógvar, ein serlig løta var, tá ið vit báðar vóru á konsert hjá Medinu í Vágsbotnið í juni 2012. Ikki allar 20 ára gamlar gentur høvdu tímað á konsert við vermóðurini, men tað tímdi tú, og vit hugnaðu okkum. Hetta sama kvøldið sóu vit fleiri við húgvum eftir lokið miðnámsprógv. Tú segði við meg,” um 2 ár gangi eg eisini við húgvu”, og tú strálaði av gleði. Tína HF-húgvu náddi tú ikki at fáa, men ein av tínum fittu vinkonum gav tær sína húgvu við til títt seinasta hvíldarstað.
Eg føli, at eg átti ein part av tær, eins og øll tey nærmastu hjá Leif - børnini fyri ikki at gloyma. Tá familjan hittist og tú ikki vart við - ella Leif kom á vitjan, bleiv beinanvegin spurt eftir tær, tú átti bara at vera har. Tú dugdi og tímdi so væl at fjasa við børnini og tað merktu tey beinanvegin, tá ið tey komu at kenna teg. Tað var so lætt at vera góð við teg, og tað sigi eg ikki bara, tí tú var mín verdóttir. Tú var altíð so hjálpsom, líkamikið hvat var, tók tú eina hond í.
Tú og Leif vóru ofta og vitjaðu í Mammulág, í kjallaranum hjá Karinu og Suna, har høvdu tit mangar góðar løtur saman, spældu spøl og ótu ein góðan bita, tað dámdi tykkum øllum sera væl. Uppiá hjá mammu og babba vóru tit eisini nógv, og hetta eru tey sera takksom fyri. Tosaði eg við mammu og okkurt skuldi ornast, segði hon, at kanska koma Leif og Hjørdis framvið, so ornar hon tað. Soleiðis er ikki longur, nú kemur Hjørdis ikki aftur á vitjan. So seint sum dagin fyri vanlukkuna hevði tú hjálpt mammu at hongt jólagardinurnar og jólapyntið upp, hetta tí at familjan skuldi møtast kvøldið eftir til ein døgurða í samband við, at mamma og babba høvdu brúdleypsdag. Hesin dagur bleiv tó ikki sum væntað, men ein sorgardagur ístaðin.
Tú vart ein KÍF- fjeppari um ein háls, gekk tað gott hjá KÍF var lagið framúr gott, men hinvegin var ringt lag, tá ið teir taptu. Tú kom tíverri ikki at uppliva, tá ið KÍF vann steypafinaluna fyri fyrstu ferð, men eg kann ímynda mær, hvussu errin tú hevði verið av teimum, eisini nú tá ið teir skulu spæla um finaluplássið í landskappingini. Tó hevur tú gjørt vart við teg, tí á grøvini hongur ein medalja frá steypavinnarunum, sera umhugsið av teimum.

Góði Leif hetta var ein ræðuligur sorgarleikur, at missa tína elskaðu Hjørdis. Endiliga hevði tú funnið ta røttu og tit bæði høvdu nógvar framtíðarætlanir, men við eitt var alt hetta burtur. Hjørdis gekk í Hoydølum, og so góður sum tú var við hana, vildi tú ikki søkja tær arbeiði uttanlands, tí hon mátti verða í Føroyum. Tit vóru altíð so góð, lógu og klemmaðust á sofuni - tit sóu so forelskaði út. Eg havi eisini mangan hugsað um, allir tímarnir tú hevur bíðað eftir Hjørdis. Tú vart so tolin við henni, tí Hjørdis hevði altíð góða tíð – um tað var ein býtúrur ella okkurt annað hon/tit skuldu. Tað vísir bara hvussu góður tú vart við hana. Eisini dámdi tykkum at fara í summarhúsið í Gásadali, í oktober mánað í fjør hjálptu tit til við heystinum, og tað dámdi Hjørdis sera væl. Hon segði, at næsta ár skuldi hon sjálv fletta ein seyð, alt skuldi roynast - soleiðis var Hjørdis.
Góða Marianna, Petur Gilbert, Flemming, Heidi, Elsa Maria og Olga, tit áttu eina fitta og góða dóttur og systur, sum elskaði- og helt nógv av tykkum. Ikki at gloyma tykkum báðar, Hallgrím og Fríði, fastir/mostir var so góð við tykkum, hon hugnaði sær, tá ið hon var saman við tykkum.
Hjørdis hevði sera nógv vinfólk og dugdi væl at taka sær stundir til tey, tey høvdu nógv at týða fyri hana. Guðsonin Høgna var hon eisini sera góð við og dámdi væl at fara á vitjan.
Góða Hjørdis, tú hevði ein sera breiðan vinarskara, og hetta sást aftur til jarðarferðina, aldrin havi eg sæð so nógv fólk til eina jarðarferð, og aldrin havi eg verið til eina so vakra jarðarferð – við vøkrum orðum frá presti, heilsanum, sangi og kórsangi.
Vit sita eftir í stórari sorg og biðja Guð styrkja okkum víðari í hesi sváru tíð.
Jesuspápi veri hjá tær.
-----
Marjun