Hví valdi tú at gerast koyrilærari?
Tað komst av, at ein í mínari familju skuldi hava koyrikort, og tað, tey lærdu, var ikki nóg gott eftir mínari meining.
Um tú kundi broytt eitt punkt í ferðslulógini, hvat hevði tað verið?
Eg vildi fegin broytt øll tey, ið mótsiga trygdini, tí tað eru alt ov mong støð, har lógin mótsigur sær sjkálvari. Til dømis tann illa lýdda skerpaða víkiskyldan, sum eingin í Føroyum skilir.
Hvussu er føryska ferðslumentanin?
Í tí stóra og heila er føryska ferðslumentanin ógvuliga góð, men tað eru onkrir ørvitisknokkar ímillum.
Hvt ger tú í frítíðini?
Nokk so nógv av mínari frítíð fer við at spæla fótbólt, og tað er eisini fyri at røra seg fysiskt.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Alt ov lítið, tíverri, alt ov lítið.
Tá tú ferðast uttanlands, er tú tá til aktiva feriu ella sólbað á strondini?
Sólbað á strondini er ikki akkurát eg, eg vænti, eg smelti; so tað verður meira til aktiva feriu hjá mær. Helst okkurt, har eg kann gera nakað sjálvur.
Hevur tú húsdjór?
Eg havi gæs og eg havi seyð, men um tú kanst kalla tað húsdjór, veit eg ikki.
Hvat er tín lívrættur?
Egin framleidd gás, helst jólaaftan.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Mest fótbólti, men eisini krimifilmum, tað er ógvuliga undirhaldandi.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Tað er country, tað er rokkur, eisini yvir í andaligan tónleik. Stutt sagt alt tað, ið er gott og kann frøa sinnið.
Fylgir tú við í útlendskum fótbólti?
Vit madrealistas fylgja eitt sindur við!
Hvat ger tú um 10 ár?
Vónandi tað sama, sum eg geri í dag. Um ikki okkurt heilt løgið hendir, heldur man fast við tað, man ger, tí talan er jú um eitt lívsstarv.