Jákup Olsen, pápi okkara, er føddur tann 23. apríl 1938 á vestara kamarinum uppi á loftinum í húsinum hjá Jákup Midjord á Øgrum. Pabba er sonur Miu og Karl Olsen, og eftir at pabba varð føddur, fluttu tey til Vágs í nýggj hús, sum standa úti í Toftalíð úti á ”Vendiplássinum”.
Lívið gekk sína gongd í Toftalíð, og húsini í grannalagnum vóru sum eitt, og børnini eins og tey vaksnu gingu inn til hvønn annan dagliga. Tey bond, ið har vórðu knýtt, vórðu knýtt fyri lívið. Heimið hjá ommuni og abbanum í Toftalíð stóð altíð opið, og var sum eitt heim fyri mong. Heimið var karmur um eitt ríkt mentanarlív, har alskurin fyri føroyskum kvæðaskaldskapi og fosturlandsrímum birtist. Hetta sæst aftur í teimum óteljandi skrivibókum, ið tú pabba avskrivaði kvæði og tættir í, og herav kemur tín framúr vakra hondskrift. Eisini er hetta ein av hornasteinum undir tínum yrkjaraevnum samantvinnað við, at tú hevur so mætar yrkjarar sum Poul Jóhannes táttayrkjarin og Poul F. sum nærmastu skyldmenn. Somuleiðis síggjast hesi evni aftur í tínum máta at rúnarbinda áhoyraran í tínari frásøgn, og tí var tað ikki so løgið, at valið fall á at útbúgva teg sum lærara.
Eftir loknan realskúla skuldi støða takast til, hvar leiðin skuldi ganga. Í 1957 fór tú pabba til Danmarkar, á Nørre Nissum seminarum, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Her bergtók tú, hesin føroyski unglingurin mangan vestjyda, við tínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti tú mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag í dag.
Á Nørre Nissum møtti tú mammu, sum eisini las til lærara har, og heim við sær frá Nørre Nissum tóku mamma og pabba ikki bert lesnaðin við sær, men nevnast kann úr rúgvuni eitt nú lærugreinina tilevning, sum ikki áður var lærugrein. Pabba helt skeið fyri føroysku lærarunum í hesi nýggi lærugrein og má sigast, at hendan lærugrein stendur eftir hann sum ein varði. Í hesum sambandi kann nevnast ein lítil søga, um Lougi Morell, sonur navnframu listarkvinnuna Rutt Smith. Í einum av evningartímunum gjørdi Lougi ein mammut úr papp-maché, og tá pabba helt skeið fyri lærarunum í Føroyum í tilevning, varð hesin sami mammutturin vístur fram sum modell. Hesin sami mammuttur stendur enn í stovuni í barnaheiminum hjá okkum í Vági.
Mamma og pabba komu heim og vórðu sett í starv við Vágs skúla. Tey vóru ung og virkisfús og fóru eldhuga til verka. Tit vóru eldsálir í tykkara virki, og tit bygdi skúlan upp innanífrá við nýggjari námsfrøði. Tit vóru sum ein nýggjur spíri, sum brátt fór at næla og veksa. Ein tann størsti minnisvarðin eftir tykkum er stásiligi Vágs Skúli, sum tú pappa stóð á odda fyri at fáa bygdan.
Í 1980 tekur tú pabba yvir politiska leiklutin hjá pápa tínum, tá hevði hann sitið í býráðnum í 16 ár og ikki stillaði uppaftur. Tú varð settur á listan og varð valdur. Tú sat í býráðnum í 20 ár. Í 1994 vart tú valdur á Føroya Løgting fyri Kristiliga Fólkaflokkin, sum fyrsti og einasti umdømisvaldi tingmaður floksins, líka frá flokkurin varð stovnaður miðskeiðis í farnu øld, tá Kjartan Mohr stovnaði flokkin. Sum tingmaður valdur fyri Suðuroynna í 1994, har fíggjarkervið í Føroyum ridlaði, setti tú tær sum mál at leggja lunnar undir eitt hvørt vinnuligt virksemi í tínari heimbygd. Eisini sum tingmaður gjørdi tú títt til at verja ogn Føroya fólks við millum annað at krevja, at øll frálandavinna og møguliga oljuvinna skuldi fara um føroyskan kaikant. Harumframt fekst tú tryggjað orðingina í oljulóggávuni, at ”oljan er ogn Føroya fólks”.
Heimanífrá hevði tú títt sjálvbjargnislyndi og hugsjónarliga viðføri, og hetta er sjónliggjørt og styrkt enn meira undir tíni lestrartíð á flatlondum. Tað er nokk her, at hugsjónin um einar sjálvbjargnar Føroyar komu inn í myndina. Tú skuldi tó eina langa leið í politiska landslagnum, áðrenn tú fann títt gróðrarfesti í Fólkaflokkinum, har tú óivað hugsjónarliga altið hevur hoyrt til. Við Fólkaflokkinum fekst tú samantvinnað tína borgarligu og liberalistisku hugsjón við tankanum um radikalt sjálvbjargni.
Á vinnuøkinum hevur tú eisini víst títt hegni og virkisfúsni. Tú hevur ikki havt minnið enn 4 bátar, Soleu, saman við verfaðirinum, Torra, saman við brøðrunum, Ottar og Kára og øðrum. Nótabátin, Saksaberg, saman við allari manningini og rækjubátin, Hvannaberg, saman við skiparanum. Her hava tú og mamma havt dirivið til at seta tykkara síðstu krónur í hesi vinnutól. Sjálvt um tað mangan sá svart út, høvdu tit dirvið til at vága. Her hava tit skapt nógv virksemi fyri Føroya land, og stendur hesin parturin eftir tykkum sum ein blómublettur. Vit systkin og mamma hava mangan troyttast inn á teg, um at tú ikki kann liva lívið, njóta lívið her og nú, ferðast, slappa av, men slíkt hevur bert fyri teg verið keðiligt. Tær dámar best at vera mitt í meldrinum, og har kenna lívsins puls. So vit kunnu siga, at tú ert ein lívsnjótari, men bara ikki soleiðis sum vit vanliga skilja hugtakið, og tískil hava vit kanska ikki altíð verið líka góð til at fylgt við tínum tankum í jagstarnini eftir nýggjum møguleikum og avbjóðingum. Tú hevur altíð sæð útum tað vanliga, og tí hevur tað eisini tikið tíð hjá okkum øðrum at fylgt við, men tú hevur tó altíð, tá ein tíð er fráliðin, megnað, at fáa okkum at síggja júst hesar møguleikar. Við hesum hevur tú somuleiðis lært okkum at síggja nýggjar møguleikar í lívinum og at søkja nýggjar avbjóðingar.
Nógv er at taka fatur í í einum hendingarríkum lívið, nú trífjórðingsøld er runnin, Lív titt hevur verið á tremur við nógvum góðum og avbjóðandi upplivingum, sum kundi verið áhugavert at tikið fram: Skúlasøgan, vinnulívssøgan, bóndasøgan, fiskarísøgan, mentanarsøgan og politiska søgan eru bert nøkur av teimum áhugaverdu viðurskiftum, tú hevur tikist við.
Tó er tað, sum liggur okkum nærmast á sinni, tey virðir, sum tú hevur staðið fyri, sum tú hevur lagt okkum í beinini. Tú hevur altíð verið okkara fyrimynd, tá ræður um at taka avgerðir á røttum grundarlagi. Tú vart altíð neyvur í tínum forarbeiðið, tú tókst altíð avgerðir, sum vóru grundaðar á rættvísi og framskygni.
Tað siðsøguliga hevur altíð fylgt nógv. Tey virðir, ið vórðu grundfest í barnaárunum hjá tær pabba eru borin víðari til okkum og okkara børn. Heimið á Vendiplássinum stóð altíð opið, har var høgt til loftið og vítt til veggja, hugsjónarliga og menniskjaliga rúmsátt, har øll vóru vælkomin og meiningar vórðu bornar fram. At tora at hugsa nýggir tankar, og dirvi at geva sínar meiningar til kennar, var virðismett. Ongantíð varð tikið dagar ímillum høgan ella lágan, og hesi kristnu, demokratisku virðir, tað at síggja tað virðismikla í tí einstaka, og at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at onnur skulu vera ímóti okkum, hevur verðið kjølfestið í hugaheiminum hjá okkum børnum. At verða sjálvbjargin grundað á tey kristnu virðini og ganga sína egnu leiðir - hvørt menniskja sær - soleiðis skulu vit skapa okkara land.
Omman og abbin hava sjálvsagt tikið virðir frá sínum og borið tey við sær. Eitt av teimum livir enn á mannamunni: “rætt skal verða rætt”, sum langabbi okkara, Óla Smið segði, tá hann avroknaði garðabrúgv við Gamla á Gørðunum. Henda rættvísis kensla er ein av hornasteinunum undir okkara uppaling.
Umframt alt hetta sum nú er nevnt, hevur tú verið og er ein pápi og abbi sum fáur. Fyri okkum børn hevur onki verið nóg gott. Altíð hevur tú viljað tað besta fyri okkum. Fyri okkum systkin hevur tú verið pressarin, sum stuðlaði okkum í at røkka okkara egnu málum. Tú rúmar so nógv, so nógvan kærleika, so stórt hjartarúm og so stóran vilja til at skapa. Tað, sum sermerkir teg, er, at tú ert málrættaður, loyalur, heilur og trúgvur móti tínum upphavi og tínum kæru, trúgvur móti tínari søgu, trúgvur móti teimum idealum, tú vaks upp við, og trúgvur móti teimum rótum, ið góvu tær megi. Hesi virði hevur tú eisini givið okkum í uppalingini, og eins og hjá tær sjálvum, so hava júst hesi virðini givið okkum børnum somu styrki og megi, sum tey góvu tær. Ogur hava nógv at vera takksom fyri og fara við hesum at siga takk fyri alt, tú hevur verið fyri okkum og ynskja tær mong góð ár framyvir saman við mammu.
Við tínum egnu orðum fara vit at enda okkara føðingardagskvøðu til tín.
Longsul
Mær leingist at hoyra eitt føroyskt orð,
og nýta tess kringlutu gøtu
ei hóvar mær røddir við fína borð,
mær leingist til føroyskar løtur.
Sum tann, ið kennir hvørt veingja-sús,
og veit hvussu alt har virkar
hann leiðist at búgva í høga hús,
best trívist har gólvið knirkar.
Jákup Olsen, New York,
tann 16/11-1996
Vit eru so góð við teg!
-----
Elsa Maria, Martin Karl og Annika










