Føroyar skulu vera grønar, allar sum tær eru!
Tað er visjónin hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi – og nú eisini íverksetara.
Tað er ein visjón hann hevur havt leingi og tá ið hann á sinni var uppi í politikki, har hann umboðaði Sambandsflokkin á Løgtingi og í landsstýrið, førdi hann mangan fram, hvussu stóran týdning tað hevur fyri føroyska samfelagið, at vit gera okkum leys av at brúka olju at hita hús og bygningar við og leggja um til varandi orku, ella grøna orku, sum tað ofta verður nevnt.
Í hesum sambandi hevur hann ført fram, at oljuprísurin er ein tikkandi bumba undir samfelagnum.
Bara árini frá 2009-2012, tvífaldaðist innflutningurin av olju til Føroya og í fjør var hann komin upp á heila 1,3 milliard.
Men skikkaðar forsagnir spáa, at hesi næstu sjey árini fer oljuprísurin aftur at tvífaldast og hendir tað, verður innflutningurin av olju til Føroya 2,6 milliardir longu í 2020.
Vøksturin stendst ikki av at vit brúka meiri olju, men einans av tí, at prísurin hækkar.
Gongdin í oljuprísinum og útlitini fyri framtíðina, fekk Magna Laksáfoss at stovna felagið Vitorka, saman við verkfrøðingunum Torkil Zachariassen og Thormann Kruse.
Eru á einum krossvegi
Magni Laksáfoss er sannførdur um, at hvat orkuveiting viðvíkur, standa vit á einum krossvegi og mugu velja, hvørja leið, vit ganga.
- Gongdin í oljuprísurin eigur at sannføra okkum um at vit eiga tí at brúka allar møguleikar at flyta okkum yvir til varandi orku.?
Spurningurin er so, hvørjar møguleikar, vit hava?
Tá ið tosað verður um grøna orku, verður ofta hugað um vindorku, vatnorku, sjóvarfalsorku, alduorku, sólorku, o.s.fr.
- Men veruleikin er, at nógvar av hesum orkukeldunum eru enn á royndarstigi og eru ikki mentar nóg mikið til at tær kunnu takast í brúk fyribils.
- Hvat vatnorku viðvíkur, hava vit longu tikið tey góðu økini, so har er ikki nógv meiri at fara eftir.
- Sólorka riggar væl, men í Føroyum er ikki nógv ljós og enn minni sól um veturin, og tað er akkurát tá, vit hava mest brúk fyri orku.
Magni Laksáfoss vísir eisini á,at nógv halda, at hitapumpur er grøn orka.
- Tað er ein keðilig misskiljing, tí hitapumpur eru IKKI grøn orka, tí tær brúka streym og sum støðan er nú, verður streymur fyri ein stóran part framleiddur við olju.
- So tey, sum leggja um til hitapumpu, gera ikki annað enn at flyta oljunýtsluna úr sínum egna tanga, yvir í oljutangan hjá SEV á Sundi.
Besta loysnin
Tí er Magni Laksáfoss sannførdur um, at sum støðan er nú, er vindorka einasta og besta loysnin til at hita hús og bygningar við, tí hetta er ein orkukelda, sum er væl roynd í verki.
- Samstundis hevur vindorka tann stóra fyrimun, at tað er mest av vindi um veturin, tá ið orkutørvurin eisini er nógv størst, so tað er næstan fullkomið samanfall ímillum orkuframleiðslu og orkutørv.
Tí er endamálið hjá teimum í Vitorku at menna vindorku í Føroyum.
- Men vindorka er óstøðug og kunsturin er tí, at fólk hava møguleika at framleiða orku, tá ið ið vindur er og at goyma orkuna, tá ið stilli er.
- Hitapumpur og elektriskir radiatorar krevja støðuga orku, tí tey eru ígongd fleiri ferðir um tíman, so í tí sambandi er vindorka ikki loysnin.
- Ætlanin við vindorkuni er sostatt, at hvørt húski hevur ein vatntanga í kjallaranum við einum hitalikamið í, akkurát sum í einum elektriskum ketli.
- Tá ið vindur er, verður orka gjørd og vatnið í tanganum verður hitað og tað verður so brúkt til heitt vatn og at hita húsini við.
Tummilsreglan er, at eini hús skulu hava ein vatntanga, sum tekur líka nógv vatn, sum tey annars brúka í olju um árið.
Tað merkir, at skal eitt húski heilt sleppa undan oljufýriningini, skal tangin verða einar 3000 litrar, sum er miðal oljunýtslan.
- Tað nøktar tørvin á heitum vatni og hita hjá einum húski í tríggjar dagar.
Eru húsini minni og betri bjálvað, kann tangin verða tilsvarandi minni.
Men skipanin við vindorku kann knýtast í oljufýringina, soleiðis at hon verður eitt slag av tiltaksskipan, so at fólk altíð kunnu vera vís í at hava hita í húsinum og heitt vatn, hóast eingin vindur er í nakrar dagar.
Tangin, og annar útbúnaður, fólk skulu útvega sær heima, kostar einar 30.00 - 40.000 krónur, men so ert tú sloppin heilt undan oljuni.
Tað ber eisini til at keypa minni og bíligari tangar, sum har tað ber til at sleppa partvís av við oljuna.
Almenna við
Magni Laksáfoss sigur, at hjá teimum í Vindorku var fyrsta avbjóðingin at finna eitt øki í Føroyum, sum var serliga væl hóskandi at seta tær fyrstu myllurnar upp fyri at fáa gongd á ætlanina.
Vindmyllurnar, ætlanin er seta upp eru rættiliga stórar, heili 3 megawatt, so tær eru yvir tríggjar ferðir so stórar sum tær, SEV ætlar at seta upp, tí tær eru 0,9 megavatt.
Magni Laksáfoss sigur, at fýra myllur av hesum slagi høvdu klárað at hita alla Klaksvíkina upp.
Har tað ber til, er ætlanin at veita orkuna ígjøgnum netið hjá SEV. Har tað ikki ber til, verða kaðalir lagdir í húsini.
Eitt tað besta økið at leggja til brots við eini vindmylluætlan, er Kirkjubøreyn, tí umframt vindin, er tað slætt og ongin turbulensur.
- Men tað, sum ger hetta plássið serstakliga væl hóskandi, er at tað er beint við Havnina, har nógvir, heilt stórur orkubrúkarar eru.
Hann hugsar um teir stóru bygningarnar hjá landinum og kommununi og í hesum sambandi, nevnir hann nýggja skúlan á Argjahamri, Fíggjarmálaráðið og aðrar stovnar á Argjum, og ikki minst Landssjúkrahúsið og alt, sum hartil hoyrir, umframt stovnarnar á Debesartrøð o.s.fr.
- Landssjúkrahúsið brúkar eina millión litrar av olju um árið, ella tað sama sum eini 350 sethús.
Fyri at fáa ein slíka íløgu í vindorku at forsvara seg, verður neyðugt at hon hevur eina ávísa stødd og tí hevur tað rættiliga stóran týdning, at landið og kommunurnar eru við.
Tí hava tey í Vitorku spurt landið og kommunurnar um tey eru áhugað í at knýta almennu bygningarnar nærhendis í eina vindorkuskipan, har kostnaðurin fyri orkuna er nakað minni enn tað, oljan kostar í løtuni.
- Men sum frálíður, so hvørt sum vindmylluparkin veksur, fáast eisini stórrakstrarfyrimunir burtur úr og tá eru góð útlit fyri, at prísurin helst at lækkað, samstundis sum forsagnirnar siga, at oljan fer at dýrka rættiliga nógv.
Magni Laksáfoss leggur dent á, at tey hava ikki biðið um almennan stuðul. Men hann nevnir, at hevði landið givið varandi orku sama stuðul, sum Danski landskassin letur fyri at leggja um til varandi orku, hevði vindorkan í Føroyum verðið upp aftur nógv bíligari enn oljan er nú.
Viðmæla ætlanini
Áðrenn tað almenna tekur støðu til eina slíka ætlan, hevur landsstýrið biðið Landsverk um eitt tilmæli og tað tilmælið er stovnurin komin við akkurát nú.
- Landsverk mælir til at at almennu bygningarnir binda í vindorkuskipanina, treytað av, at landið ikki skal ikki koma undir stórvegis útreiðslur av hesum og harafturat skal landið fáa trygd fyri einum føstum orkuprísi í eitt áramál, 10-20 ár.
Magni Laksáfoss sigur, tað er onki spøri í at ganga undir hesar treytirnar og nú eru samráðingar við myndugleikarnar um eina endaliga avtalu.
- Kommunan hevur ikki svarað, men ábendingar eru, at kommunan eisini er sinnað at binda í skipanina.
Magni laksáfoss vónar tískil, at ein avtala við landið og kommunurnar kann gerast rættiliga skjótt.
hann leggur afturat, at sum so hevur Vitorka onki ynski um at eiga og reka vindmyllur.
- Vindmyllur skulu í útboð og tað hevur Vitorka einki ímóti, tí vit hava ongan serligan áhuga í at vera heildarveitarar av útbúnaðinum.
Tvørtur ímóti sær hann eitt modell fyri sær, at onnur feløg seta myllurnar upp, men at Vitorka so verður eitt slag av hitafelagi, sum keypir orkuna frá vindmyllunum og stýrir henni inn í tangarnar hjá fólki.
- Men eru eingir veitarar sinnaðir at vera við, eru vit eisini til reiðar at seta myllurnar upp, sigur Magni Laksáfoss.
Ein stór avbjóðing hevur verið at seta eina stýring á skipanina, sum heldur eyga við,
nær vindmyllan ger orku og sum samstundis heldur eyga við hvørji hús hava tørv á orku.
- Tá ið ongin vindur er, verður heldur ongin orka, so tá skal vatntangin verða sløktur. Men er vatntangin hinvegin sløkt, tá ið nógvur vindur er, sleppur myllan ikki av við orkuna, og so brennur hon saman.
- Tí skal vindorkan stýrast neyvt, men tað er ein spurningur, sum er loystur, sigur Magni Laksáfoss.
Hann leggur kortini afturat, at skal Vitorka seta myllur upp, verður byrjað á Kirkjubøreyni, tí tað er eitt sera hóskandi pláss at fáa gongd á eina slíka ætlan.
4 milliardir
Magni Laksáfoss sigur, at teirra yvirskipaða endamál í Vitorku er, at allir bygningar, og øll hús í Føroyum, skulu verða hitað við vindorku.
Tað er ein verkætlan, sum kostar einar tvær milliardir, harav vindmyllurnar kosta 1,6 til 1,8 milliard tilsamans og vatntangar og annar útbúnaður kostar.
Men í longdini er endamálið eisini at útvega grøna orku til bilar og skip og tað er ein verkætlan, sum kostar tvær milliardir afturat.
So tilsamans er talan um eina verkætlan uppá fýra milliardir, ella gott tað.
Hvussu ætlanin at at veita grøna orku til bilar og skip vil hann ikki siga enn.
Men undir øllum umstøðum krevur tað eitt undirstøðukervi av orkustøðum kring landið, orka kann fyllast á bilar og skip.
Magni Laksáfoss sigur, at hann hevur fingið samstarvsavtalu við ein stóran, týskan samstarvsfelaga, sum eisini hevur verið í sambandi við peningastovnar, ið er sinnaðir at vera við til at fíggja slíkar tann partin av slíkum verkætlanum, sum vindmyllurnar kosta.
- Vindmyllurnar eru nógv størsti parturin av verkætlanini, tí tær eru 80% av allari íløguni.
- Fíggingin verður ikki nakar trupulleiki, tí taka føroyingar undir við at leggja um til grøna orku, eru fleiri bankar sinnaðir at vera við til at figgja verkætlanina, sigur Magni Laksáfoss.
Týski samstarvsfelagin vil ikki verða almannakunngjørdur fyrrenn tað er heilt greitt, at verkætlanin verður til veruleika.
- Teir vilja ikki vera nevndur í sambandi við eina verkætlan, sum kanska ikki verður til nakað, sigur Magni Laksáfoss.
Tí vil hann ikki siga, hvør tað er, men hann dylir ikki fyri, at talan er um tann best hugsandi samstarvsfelagan.
- Tað er ein samstarvsfelagi har tey eru serfrøðingar í stórum orkuverkætlanum. Tað er eisini eitt felag, sum hevur gott samband við veitarar og sum sostatt fær góðar prísir og somuleiðis hevur felagið gott samband við íleggjarar, sum kunnu vera við í ætlanini.
Nakað bjartskygd
Hinvegin ásannar Magni Laksáfoss, at tey hava verið nakað bjartskygd um hvussu skjótt samskiftið við almennu myndugleikarnir fór at taka.
- Vit hava ikki enn fingið tilsøgn frá tí almenna og kommununum, um almennu og kommunalu bygningarnir verða knýttir í ætlanina.
Og tað er neyðugt, áðrenn nakað kann setast í verk og tí hevur tað drigið út.
- Tað er neyðugt, at føroyskir myndugleikar binda seg til at knýta almennar bygningarn í vindorkuskipanina.
Tað er eisini neyðugt at finna føroyskar íleggjarar.
Magni Laksáfoss sigur, at taka føroyingar undir við at gera samfelagið grønt og binda seg til at knýta í eina vindorkuskipan, er ikki neyðugt at tað tekur meiri enn eini 10 ár at leggja alt um til vindorku.
- Hvussu langa tíð tað tekur, veldst alt um, væl føroyingar taka undir við ætlanini.
Magni Laksáfoss sigur, at verkætlanin á Kirkjubøreyni kostar 150 milliónir og í tí sambandi er neyðugt at fáa íleggjarar at seta 25 milliónir í ætlanina.
- Higartil hevur tað verri enn so eydnast. Men hendan partin av verkætlanini hava vit lagt á hillina og fara ikki at leita eftir íleggjarum av álvara, fyrrenn vit vit hava fingið avtalurnar við landið og kommunurnar í hús um at knýta almennu bygningarnar í vindorkuskipanina.
- Tá ið vit hava fingið tær avtalurnar, vita íleggjarar, hvat teir hava at halda seg til og hava nógv størri trygd fyri íløguni.
- Annars hava vit tilsøgn um útlendskar íleggjarar, men tað kann ikki byggja á útlendskar íleggjar einsamalt.
- Føroyingar mugu vísa í verki, at teir vilja leggja um til grøna orku og tískil er eisini neyðugt við munagóðum føroyskum íleggjarum, sigur Magni Laksáfoss.