Tey finnast allastaðni í gerandisdegnum, tey vandamiklu fluorevnini, sum ávirka okkara børn. Bæði klæðir, pizzabakkar, teflonpannur, matur og annað er nevniliga fylt av hesum skaðiigu evnunum, og tað í so stórt mát, at granskarar eru skelkaðir.
Ein granskingarbólkur frá Syddansk Universitet, sum hevur fylgt 431 føroyskum børnum, sum eru fødd umleið ár 2000, hevur júst kunngjørt síni úrslit í vísindaliga tíðarritinum »Environmental Healt«. Upprunaliga skuldi granskingin kortleggja ávirkanina av skaðiligu evnunum í tvøsti, men hon avdúkaði aðrar og nógv størri vandar. Niðurstøðan er greið: Fluorevnini eru sera skaðilig, og føroysku børnini hava millum 100 og 1000 ferðir ov nógv av evnunum í kroppinum.
Difteritis og stívkrampi
Fluorevnini, sum í høvuðsheitum verða nýtt fyri teirra vatnskíggjandi árin, seta immunverjuna hjá børnunum undir so stórt trýst, at serliga vaksinur móti stívkrampa og difteritis, sum er ein ring og smittandi hálssjúka, vikna munandi ella hava als eingi árin, um sjúkan rakar. Sjúkurnar kunnu vera lívshættisligar, og tær eru tí partur av barnakoppsetingunum, sum flestu børn fáa.
Philippe Grandjean er granskingarleiðari, og hann kallar hesi úrslitini fyri eina bumbu undir sjúkufyribyrgingini í samfelagnum.
- Vit vóru um at detta av stólinum, tá vit sóu, hvussu ógvusliga hesi evnini ávirka immunverjuna og vaksinurnar. Tígginda hvørt barn hevði antin als eingi mótevni móti stívkrampa og difteritis - ella eina so lítla nøgd, at tað ikki hevði hildið sjúkunum burtur, sigur hann.
Ikki fara í panikk
Grandjean vísir tó á, at tað ikki er orsøk at fara í panikk, tí hesar sjúkurnar eru sera spakar fyri tíðina. Øll sjúkutilfeldi verða skrásett, og einki bendir í løtuni á, at sjúkurnar fara at herja aftur nú, ella at tað eru fleiri, sum verða rakt av sjúkunum enn vanligt.
Sambært kanningum hjá Dansk Seruminstitur er nógv, sum bendir á, at kroppurin hevur aðrar hættir at berjast móti sjúkum, enn bara mótevnini. Tað kann vera ein orsøk til, at tað ikki eru fleiri sjúkudømi.
Ráðini eru tó framvegis at lata børnini koppseta, hóast vandi er fyri, at vaksinan viknar av fluorevnunum.
- Tað, sum er álvarsamt í hesum úrslitunum er, hvussu ógvusliga evnini ávirka okkara immunverju. Tí um immunverjan viknar av hesum evnunum, so hevur tað eisini eina ávirkan á vandan fyri øðrum sjúkum, so sum krabbameini, sigur Grandjean.
--------
Mørkini alt ov høg
Granskararnir hava funnið útav, at ásettu evropeisku minstumørkini fyri, hvussu nógv skal til av fluroevnunum, áðrenn tað hevur negativ árin á immunverjuna, eru alt ov lágt sett.
Phillipe Grandjean, granskingarleiðari, mælir tí til, at hesi mørkini verða lækkað alt fyri eitt, við teirri fylgju, at framleiðarar, sum nýta fluorevni skulu minka munandi um nøgdirnar.
- Vit hava sæð, at minstumørkini eru sett millum 100 og 1000 ferðir ov høgt. Man hevur ikki hildið, at hesi evnini vóru so skaðilig, men okkara og fleiri onnur granskingarúrslit vísa nakað annað.
----
Vit kenna enn ikki øll árinini
Xenia Trier, sum er kemiskur granskari á DTU er púra samd í, at minstumørkini fyri, nær fuorevnini hava neiliga ávirkan á kroppin og immunverjuna, eru alt ov høg.
Hon hevur eisini granskað nógv innan fluorevni, og hon heldur, at markið fyri, hvussu stórar nøgdir av fluorevnum kunnu vera í gerandisvørum, eigur at verða lækkað alt fyri eitt.
- Vit vita framvegis ikki nógv um, hvør størsta keldan til hesi evnini er. Er tað vatn, støv, tekstil, kosmetik, matvørur, teflon ella impregneringsevni, sum ávirka okkum mest? Vit vita, at hesi evnini savnast í fólki, náturuni og í djórum, og vit kenna ikki til fullnar øll tey skaðiligu árinini av evninum. Eg haldi avgjørt ikki, at vit eiga at bíða 10 ár, inntil vit gera nakað við tað, sigur Xenia Trier.
-----------
Hvat eru fluorevni?
Tey eru smørt, og tey gera okkara gerandisdag lættari. Tí finnast tey í hópatals geransdisvørum, sum vit dagliga eru í sambandi við. Høvuðsendamálið við fluorevnunum er nevniliga, at pannur, grýtur, møblar og klæðir kunnu vera vatn- og feittskíggjandi. Evnini verða eisini nýtt til papp og pappír, sum matur verður pakkaður inn í.
Men tað hava í seinastuni verið alsamt fleiri granskingarúrslit, sum vísa, at evnini eru skaðilig fyri bæði heilsu og umhvørvi. Granskarar eru serlliga bangnir fyri, at evnini ávirka hormonlagið - og nú er eisini prógvað, at tey ávirka immunverjuna og koppsetingar. Illgruni er eisini um, at evnini minka um sáðgóðskuna hjá monnum og barnførið hjá kvinnum, umframt at økja um vandan fyri bróstkrabba og at ávirka kolosterollagið í blóðinum.
--------------------
Hetta kanst tú gera:
* Nýta svanamerkt mat- og bakipappír, sum eingi fluorevni hevur í sær
* Eta minni av keyptum skundmati, tí hann er pakkaður inn í papp og pappír, sum er viðgjørt við fluorevnum.
* Ikki eta mat, sum liggur leingi í innpakninginum - ella mat, sum skal upphitast í innpakninginum.
* Ikki eta poppkorn til mikrobylgjuovnin. Ein granskingarætlan frá 2012 bendir á, at evnini flyta seg yvir á poppkornini.
* Eta færri av keyptum, innpakkaðum køkum. Baka heldur sjálv/ur og syrg fyri, at bolli, formur, bakipappír o.a., sum tú nýtir, er uttan fluorevni.
* Vel regnklæði og yvirklæði, sum ikki hava fluorevni. Spyr sølufólki, framleiðaran ella tað virkið, sum flytir vøruna inn.
* Velja eitt impregnerinsevni, sum ikki hevur fluorevni í.










