Høgrasnaringin styrkir Javnaðarflokkin

Javnaðarflokkurin hevði søguliga lítla undirtøku fyri tveimum árum síðani. Nú er hann størsti flokkur á tingi, sambært veljarakanningum. Óvæntaða høgrasnaringin, formansskiftið og innanhýsis friðurin eru meginorsøkirnar, halda politiskir viðmerkjarar

Uni Holm Johannesen
-----
Ábendingar høvdu verið leingi, men tann 15. desember 2010 varð ill­grunin váttaður, tá Sosialurin kom á gøtuna við feskari veljarakanning. Dómurin varð feldur. Í Kvíggjartúni á Argjum sat formaðurin, Jóannes Eidesgaard, við nýprentaða tíðinda­blaðnum, ásannandi at veljararnir góvu sínum flokki ein frammaná.
Flokkurin, hann stjórnaði, var í kreppu. Úrslitið talaði sítt greiða mál. Javnaðarflokkurin hevði mist fóta­festið. Undirtøkan var søgu­liga lág. Ikki síðani 1932 hevði Javn­aðar­flokkurin fingið so lítla und­irtøku, sum flokkurin hevði í hes­ari veljarakanningini. Bara 14,4 prosent ætlaðu sær at atkvøða fyri flokk­inum.
Ein flokkur í spønum, var heitið á oddagreinini í blaðnum henda seinnapartin.
– Fyri Javnaðarflokkin er kata­strofan so stór, at um flokkurin ikki ger onkrar grundleggjandi broyt­­­ingar her og nú, so kann hann tað sama pakka saman. Tað hev­ur so at siga bara gingið afturá hjá flokkinum, síðani Jóannes Eid­es­gaard tók við sum formaður, skriv­aði ábyrgdarblaðstjórin Eirik­ur Lind­enskov.
Kósin, sum Eid­es­gaard hevði sett, hevði elvt til mikla øsing í bak­land­inum. Floks­leiðslan fekk javn­­an av grovfílini. Tónin var harð­ur. Politiska kósin var fremm­­and. Javn­aðar­­flokkurin førdi ikki jav­n­aðar­­­politikk. Tað var trup­ult at síggja mun á Javn­aðar­­flokk­in­um og borgar­­ligu flokkunum. Eingin greið støða var tikin til ríkis­rættar­liga spurn­ingin. Flokk­urin hevði góðtikið privati­seringar og skattalættar, men gav sam­stund­is tekin um, at tað bar ikki til at varðveita støðið á vælferðar­sam­felagnum. Eitt nú varð stuðulin til heilivág skerdur, deild 1 á psyki­atrisku deild varð lat­in aftur vegna sparingar, og fyrilit varð ikki fyri vánaligu korununum hjá børnum og ungum við serligum tørvi.
Javnaðardansurin hevði mist stev­ið, og tað var trupult at sissa revs­andi røddirnar.
– Vit hava ikki dugað at selt okkara boðskap, var fáliga aftur­vend­­andi umberingin hjá floks­for­manninum, sum hevði hildið um stýrisvølin í Javnaðar­flokkinum í 15 ár.
Tað hevði áneyðir at venda rákin­um. Grundleggjandi broyt­­ingarnar komu eis­ini skjótt. Tveir mán­aðir seinni, fríggja­kvøldið 18. februar, var tíðinda­fundur á Hotel Hafnia. Har boðaði Jóannes Eidesgaard frá, at hann legði frá sær bæði sum floksformaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Avloysarin var 38 ára gamli Aksel V. Johannesen. Aksel kom sum eitt skot inn á polit­iska pallin í 2008. 30 ár eftir, at gamla javnaðarkempan, Vilhelm Jo­hannesen, varð til­nevnd­ur lands­­stýrismaður í millum ann­að heilsu­­málum, uttan at vera valdur tingmaður, tók sonurin við starv­in­um, somuleiðis uttan at vera valdur ting­maður. Trý ár seinni gjørdist hann formaður í flokk­inum. Tá batn­ar.
Eitt nýtt ættarlið. Og byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið. Tað vóru yvir­skriftirnar, tá Aksel V. Johanne­sen fór til verka. Hann elti ikki slóð­ina hjá sínum undanmanni. Javn­aðar­flokkurin skuldi nú halda rimmar­fast um sosialdemokratisku røturnar. Broytingarnar skuldu koma frá grasrótunum í flokkinum. Javnaðarflokkurin skuldi aftur til vinstru og á sambandsbógvin sum samríkisflokkur. Flokkurin skuldi hava samband við fakfelagsrørsluna, tí stættarstríðið var ikki av, sum Jóannes Eidesgaard hevði ført fram sjey ár frammanundan.
Tað vísti seg at taka væl styttri tíð enn væntað at fáa Javn­aðar­flokkin aftur á føtur. Sein­astu 12 mánaðirnar hevur Javn­aðar­flokk­urin verið størstur í veljara­kann­ingum. Men hvat er hent?
Spurningurin hevur einki einfalt svar.

Øðrvísi formaður
Tað var skjótt, at Aksel V. Johannesen vann sær viðurkenning. Hann er av góðum javnaðarbergi brotin, og vísti seg eisini at vera væl grundaður ideologiskt á vinstravonginum í eini tíð, tá Javnaðarflokkurin var í samleikakreppu. Dámligur og hóv­samur var hann í politiskum kjaki, og hann dugdi mest sum altíð at svara fyri seg, vóru skoðsmálini.
Í mong ár vóru annars greið tekin um, at fyrrverandi sjónvarps­maðurin John Johannessen fór at taka við sum javnaðarovasti eftir Jóannes Eidesgaard. 26 ára gamal var hann stóra stjørnuskotið á javn­aðar­listanum á løgtingsvalinum í 2004. Javnaðarkrúnprinsurin fekk tó ongantíð væntaða leiklutin. Hans­­ara máttur í flokkinum vik­n­aði við árunum.
Tá Jóannes takkaði fyri seg, varð skjótt greitt, hvør eftirmaðurin skuldi vera. Leygardagin 5. mars í 2011 varð Aksel V. Johannesen vald­ur til formann.
Sjey mánaðir seinni fekk Javn­aðarflokkurin einki serligt úrslit á løgtingsvalinum, hóast tað var væl frægari enn veljarakanningar bendu á mánaðir frammanundan. Tað eydnaðist heldur ikki flokk­in­um at sleppa í samgongu eft­ir minnilutasamgonguna við Sam­­bands­flokkin og Tjóðveldi. Luturin hjá flokkinum er nú í and­støðu, samstundis sum Kaj Leo Johanne­sen, løgmaður, og Fólka­flokkurin hava snarað sína politiska kumpass til høgru.
Jóannes Eidesgaard langaði út eftir báðum andstøðuleiðarunum í tíðargrein fyri einum ári síð­an. Teir minna mest um sunnu­dags­skúla­dreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti, var ábreiðslan hjá gamla formanninum av Tvøroyri.
Úr Havn var Aksel V. Johannesen skjótur at svara ákæruni. Sum per­sónar vóru hann og Jóannes Eides­gaard ymiskir. Hann ætlaði sær at vinna fram við skilagóðum sjónar­miðum. Hóvliga kom flokkurin eins langt, segði hann.
Men tað er ikki einasti mun­ur­in. Uni Arge, journalistur og rit­høv­undur, heldur, at við for­mansskift­inum framdi Javnaðarflokkurin eitt ættarliðsskifti, sum gav flokkinum ein nýggjan profil.
­– Jóannes var ein markantur for­maður, sum dugdi væl at bera síni sjónarmið fram, men tá hann ikki gjørdist løgmaður aftur, vikn­aðu bæði hann og flokkurin. Hann hevði tá rokkið sínum evsta máli at gerast løgmaður, og tørvur var á endurnýgging. Aksel fekk 1200 atkvøður á valinum í 2011, so per­sónliga hevur hann stórt álit mill­um veljararnar. Hann tosar greitt, tá hann finst at samgonguni, og vísir, at hann hevur tamarhald á teim­um politisku og búskaparligu sam­­anhangunum. Løtan hevur eisini verið honum lagalig, tí aldrin hevur so høgravendur politikkur verið førdur í Føroyum. Tað er ein gáva til ein sosialdemokratisan for­­mann, sum skal endurreisa sín flokk, sigur Uni Arge.

Høgrasnaringin
At ein óvæntað høgrasnaring er farin fram, meðan Javnaðarflokkurin hev­ur verið í andstøðu, er ein av meg­inorsøkunum til, at flokkurin hevur so stóra undirtøku nú. And­støðan hevur verið virkin við alternativum uppskotum til upp­skotini hjá samgonguni, men hevur talað fyri deyvum oyrum. Upp­skotini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava ikki rinið við hjá samgonguni. Løgtingið hevur av somu orsøk arbeitt í tveim­um bólkum.
Flatskatturin, forskattingin av pensjónum og avtøkan av Lands­bankanum eru bestu dømi um tað. Andstøðan hevur lovað, at ver­andi skattaskipan og avtøkan av Lands­bankanum eru bara fyribils. So skjótt henda samgongan er farin frá, verða hesar samtyktirnar broytt­ar aftur.
Stjórnmálafrøðingurin og jour­nalisturin Beinta Løwe heldur, at tað eru bæði borgarligi politikkurin hjá samgonguni,og politikkurin hjá Javnaðarflokkinum, sum eru or­søk til, at flokkurin stendur seg so væl í veljarakanningum nú. Fólk eru ovfarin av, at poli­tikk­ur­in hjá samgonguni er so borgar­lig­ur, sum hann er. Tað elvir í sjálv­um sær til, at veljarar flyta frá sam­gonguflokkunum til Javnaðar­flokk­in, sum verður eitt sjálvsagt alterna­tiv á vinstravonginum.
– Tað er politikkurin hjá sam­gong­­uni, sum fær Javnaðar­flokk­­­in at stíga fram sum ein javn­­­aðar­­flokkur, heldur enn Javn­aðar­­flokk­urin í sjálvum sær. Hin­vegin megnar Javn­aðarflokk­urin betur at gera vart við seg sum ein javn­aðar­flokk­ur nú enn í ABC-sam­gonguni, tá hann hevði ilt við at føra javnaðar­politikk, sigur Beinta Løwe.
Hon heldur ikki, at Javnaðar­flokk­urin er nýskapandi sammett við hinar flokkarnar. Aksel V. Jo­hannesen hevur markerað flokkin sum ein sambandssinnaðan flokk á vinstravonginum, og tað ger, at flokkurin fær eisini fatur á sam­­bands­veljarum, sum hella til vinstra­­­vongin, men ikki til loys­ing­ar­­vongin.
– Tær atkvøðurnar, ið Javnaðar­flokkurin misti til Sambandsflokkin á løgtingsvalinum seinast, eru farn­ar aftur til Javnaðarflokkin eftir valið, sigur Beinta Løwe, sum minnir á, at tað er munandi lættari hjá Javnaðarflokkinum at reka reinan og góðan flokspolitikk, tá flokkurin er í andstøðu. Flokstrúgvu orðini síggjast sjáldan í úrslitum, tí ávirkanin er lítil og eingin.
Av stóru andstøðuflokkunum er tað Tjóðveldi, sum hevur verið meira virkin og ágangandi, men Hoydal, Háfoss og hini hava ikki havt somu framgongd í veljarakanningum sum Javnaðarflokkurin. Stjórnmála­frøð­ingurin Hallbera West heldur, at Tjóðveldi sum flokkur er ikki eins greiður á vinstra-høgra ásanum, og tað er helst ein vansi í hesum borgarligu tíðum. Tjóðveldi hevur í sínum orðalagi fremst av øllum valt at raðfesta týdningin av sjálvræði og fullveldi.
– Fyrimunurin við hesum er, at Tjóðveldi er munandi greiðari á samband-loysing ásanum enn hinir flokkarnir. Vansin er, at tjóð­skaparmálið er ikki í sama mun á politisku dagskránni, og tað er tí ivasamt, um flokkurin kann ganga meira fram í hesum døgum. Politiska kjakið her og aðrastaðni snýr seg fyri tað mesta um fíggjar­kreppu og undirskot, sum ikki eru fremjandi fyri ambitiónir um fram­stig á sjálvstýriskós, sigur hon.

Vónbrotnir útisiglarar
Tað var við lyftum um broyt­ing­ar í skattaskipanini, at Javn­aðar­flokkurin brynjaði seg til løg­tings­valið í 2011. Tað var kortini ikki upp­skotið um skattalættan, men ætl­anin at áleggja útisiglarum ein skatt, sum fekk javnaðarveljarar upp úr stólinum. Eitt uppskot, sum stygdi nógvar veljarar. Men við sam­tyktini av flat­skattinum og for­skatt­ingini av pensjónum kom vinstra-høgra ásin aftur í mið­depilin, vísir Hallbera West á.
– Dagsskráin hóskar Javnaðar­flokkinum væl, og hann hevur gjørt nógv burtur úr sjónarmiðunum um skattamál og fíggjarmál. Fram­gongdin bendir eisini á, at Javn­­aðar­flokkurin hevur funnið sítt tilveru­grundarlag aftur eftir til­tiknu orðingina hjá Jóannesi Eides­gaard um, at stættastríðið er av, sigur hon.
Áleið ein mánað fyri løgtings­val­ið í 2011 samtykti Javnaðar­flokk­ur­in á landsstevnu, at flokk­urin fór at stríðast fyri at áseta eitt tilfeingisgjald fyri rættindini í fiskivinnuni. Henrik Old var skjótur at tala at. Hann segði seg undir ongum umstøðum taka und­ir við katastrofala fiski­vinnu­poli­tikkinum hjá flokkinum, sum hann málbar seg. Old varð eisini valdur á ting við boðskapinum at tosa flokkin til rættis.
– Ein orsøk til, at framgongdin hjá Javnaðarflokkinum ikki er størri, kann vera fiskivinnupolitikkurin. Tað tykist sum, at veljarin hevur enn størri tiltrúgv til politikkin, sum borgarligu flokkarnir – ella serliga Fólkaflokkurin – standa fyri á fiskivinnuøkinum. Vinstrahallu flokkarnir tykjast yvirhøvur at hava ilt við at sannføra veljararnar um tað skilagóða í sínum politisku ætlanum á fiskivinnuøkinum, sigur Hallbera West.
Hon leggur afturat, at verður hugs­að um vælferðarsamfelagið, hevur Javnaðarflokkurin eitt rætti­liga avmarkað klassiskt fokus á inntøkusíðuna, meðan polit­isk sjónarmið og ætlanir á útreiðslu­síð­uni vanta. Hetta er kortini ikki bara galdandi fyri Javnaðarflokkin, men føroysku flokkarnar sum heild.

Friðarligir buldrarar
Tingmanningin hjá Javnaðarflokk­in­um kann sigast at vera tví­býtt. Øðrumegin eru tað óskikki­ligu dreingirnir sunnan fyri mið­staðar­økið, 62 ára gamli rørsmiðurin Ger­hard Lognberg, 64 ára gamli fiski­skiparin Henrik Old, og 56 ára gamli bankamaðurin Kristin Michelsen. Hinumegin er tað yngra ættarliðið av akademikarum norðanfyri, 40 ára gamli løgfrøðingurin Aksel V. Johannesen, 41 ára gamla lærar­inn­an Rigmor Dam, og 53 ára gamla Eyðgunn Samuelsen, sum er út­búgvin samfelagsfrøðingur.
At tingmanningin mest sum gong­ur í tveimum, var orsøkin til, at fá mettu flokkin vera føran fyri at vera stjórnarberandi eftir valið. Tveir teirra høvdu longu fyri løg­tings­valið sett ófrávíkilig krøv. Henrik Old gjørdi vart við seg á fiski­vinnu­økinum. Kristin Michelsen segði seg ikki fara í samgongu, um farleiðin til Hvalbiar ikki varð bøtt, og um sjúkrahúsverkið fór undir felags leiðslu.
Kári Mikkelsen, journalistur og samskiftisráðgevi, heldur, at tað kundi verið ein politisk vanlukka fyri bæði Aksel V. Johannesen, sum var nývaldur formaður, og Javn­aðar­flokkin sjálvan, um flokk­urin var farin í samgongu. Í veru­leik­anum var møguleikin at sleppa í samgongu rættiliga lítil, tí borgarligi valsigurin var so sannførandi.
­– Flokkurin stóð veikur eftir eitt vánaligt løgtingsval. Leikluturin í einari møguligari samgongu hevði verið samsvarandi veikur. At Javn­aðarflokkurin fór í andstøðu var tað einasta rætta, tá hugsað verður um sjálvan flokkin, heldur hann.
Hallbera West heldur, at í al­menna rúminum hevur meira verið at hoyrt til politisku sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum, og minni um innanhýsis klandur í ting­bólk­inum.
– Tey flestu væntaðu tað øvugta eftir valið í 2011, tá Javnaðar­flokk­urin fekk tríggjar sonevndar ‘leysar kanónir’ valdar. Tað hoyrist ikki nógv um ósemjur í flokkinum, og teir tykjast ganga væl í takt. Um tað er so friðarligt aftan fyri leiktjøldini, veit eg ikki, men alment eru ongar eftirlýsingar eftir tingmonnum í útvarpinum, sum ein desperatur Javnaðarflokkur fyrr hevur gjørt, sigur Hallbera West sum dømi.
Í einum hevur Gerhard Lognberg tó vent formanninum bakið. Hann tekur ikki undir við avgerðini hjá formanninum at kvetta sambandið við Fólkaflokkin.

Sagt Fólkaflokkinum farvæl
Tað var í oktober í fjør, at Aksel V. Johannesen boðaði frá, at Javn­aðar­flokkurin fer ikki at samstarva við Fólkaflokkin, so leingi hann er formaður í flokkinum. Ein sam­gonga millum hesar báðar flokk­arnar er rætt og slætt útilokað hesa tíðina. At vinstraflokkar og høgra­flokkar ikki samstarva er vanligt í øðrum londum, men als ikki gerandiskostur í føroyskum politikki. Avgerðina grundaði javn­aðarovastin á, at hann kann ikki samstarva við ein flokk, sum rekur beinleiðis øvugtan politikk enn Javnaðarflokkurin.
Aksel V. Johannesen, sum ikki vil hoyra talan um at skipa reyð­an blokk við Tjóðveldi, hevur ikki avskrivað Sambandsflokkin. Hann hevur roynt at tekkjast sam­bandsveljarar í vónini, at Sam­bandsflokkurin kemur aftur á beint sum traditionellur sosial­liberalur flokkur, sum hann hev­ur málborið seg. Somuleiðis hev­ur Javnaðarflokkurin talað til møgu­ligar sjálvstýrisveljarar við sínum yvirtøkupolitikki.
Avgerðin at kvetta sambandið við Fólka­flokkin ger, at Javnaðar­flokk­urin er munandi veikari og meira avmarkaður við sam­ráð­ingar­borðið. Lagnan er nú í hondunum á Tjóðveldi ella Sam­bands­flokk­inum og onkrum av smáu flokk­unum, og tað ger støðuna hjá Javn­aðarflokkinum viðbrekna, heldur Kári Mikkelsen.
– Tað hóvar helst mongum, at Aksel hevur skúgvað Fólkaflokkin til viks. Tað kann kortini koma Javnaðarflokkinum væl og virðiliga aftur um brekku. Hjá Tjóðveldi er tað helst meira umráðandi at fáa eina sjálv­stýrissamgongu enn eina vinstra­venda samgongu við Javn­­aðar­­flokkin. Tað hevur Tjóð­­veldi týðiliga víst á. Tað er heldur ikki nøkur loyna í politiska um­hvørvinum, at eitt nú Henrik Old vil ikki vita av Tjóðveldi sum sam­gongu­felaga, sigur Kári Mikkelsen.
Hann veit heldur ikki, um Javn­­aðarflokkurin skal vænta sær stórvegis vælvild frá Sam­bands­­flokkinum. So leingi Kaj Leo Johannesen er formaður, og Fólka­flokkurin bjóðar honum løgmans­sessin, fer neyvan nakað at henda, uttan eitt valúrslit, sum broytir politisku javnvágina munandi.
– Javnaðarflokkurin stendur held­ur veikur, og kann gerast tann lítli í samgongusamráðingum, sjálvt um flokkurin fær ein ella tveir sessir afturat á næsta løgtingsvali, sigur Kári Mikkelsen.
Uni Arge heldur, at vinstravendu flokkarnir hava ein sjálvsagdan byr í løtuni. Málið um flatskattin hev­ur verið umstrítt, og tað hevur eydnast andstøðuni at sagt fólki, at meginparturin av skattalættanum fer í lummarnar hjá teimum hægst løntu. Andstøðan hevur víst á, at hallið í 2012 var 340 milliónir krónur, og hevði verið útivið 700 milliónir krónur uttan forskattingina av pen­sjónum.
– Ivaleyst stúra nógvir velj­ar­ar fyri, hvat fer at henda við væl­ferðarsamfelagnum. Tá pen­sjón­irnar hjá øllum verða brand­skatt­aðar fyri at fíggja ein skatta­lætta serliga til tey ríkastu, meðan tos­að verður áhaldandi um spar­ingar fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, loypur tú ótta á fólk. Tú elur fram eina órættvísiskenslu í samfelagnum. Fólk brúka sum minst og vita so, um nýggj stjórn kemur til, tí tey hava ikki álit á, at búskaparpolitikkurin hongur saman. Hetta er meginorsøkin til, at Javnaðarflokkurin gongur nógv fram í løtuni. Felagskassin bløðir fyri ein stokkutan skattalættahita hjá teimum best løntu. Hetta er tann besti og avgerandi trumfurin hjá vinstravonginum til næsta val, sigur hann.
Í morgin fer Aksel V. Johannesen at halda sína formansrøðu á lands­fundinum. Tað hevur eydnast honum at køvt grova ælið. Hýrurin er góður í Javnaðarflokkinum, sum nú fer at taka saman um gongdina seinastu tvey árini.
-----
Nýggj ting­manning

Stór útskifting var í ting­mann­­ing­ini hjá Javn­aðar­flokk­inum á løgtingsvalinum tann 29. oktober 2011. Gerhard Lognberg var tann ein­asti, sum varð afturvaldur. Jó­annes Eidesgaard og Katrin Dahl Jakobsen takkaðu fyri seg í poli­tikki, og John Jo­hannessen, Helena Dam á Neystabø og Hans Pauli Strøm rukku ikki inn um tinggátt.
Hesaferð vóru Eyðgunn Sam­uel­­sen, sum hevði verið varafólk í farnu tingsetu, Henrik Old, sum ikki bjóðaði seg fram á valinum í 2008, borg­arstjórin á Tvøroyri Krist­in Michelsen, Rigmor Dam og Aksel V. Johannesen vald.
------
Eftirlýsingin
Óskilið í Javnaðarflokkinum var helst í hædd­ini tann 7. januar í 2011, tá sjey frustrerað javn­aðar­fólk sendu út almenna eftir­­lýsing eftir Gerhardi Lognberg, løg­tings­­manni. Eftirlýsingin bar heitið »Kom til arbeiðis, Ger­hard!”
Ósemjan kom, tí Lognberg hevði sagt sína hugsan alment um politikkin hjá flokkinum, og tað tók ráðandi klikan, sum sand­oyartingmaðurin málbar seg, illa upp.
Eirikur Lindenskov, ábyrgd­arblaðstjóri á Sosialinum, var skjótur at viðmerkja støð­una.
– Tann stóri trupulleikin er bara tann, at Javnaðarflokkurin hevur mist sítt trúvirði. Flokk­urin er longu í sori í veljara­kann­ingum, og tá øll tey valdu fólkini í flokkinum bera seg soleiðis at, hvør skal so tora at velja flokkin?, spurdi hann.

------


Skaale skalaði síni gomlu
Á fólkatingsvalinum 15. september 2011 eydnaðist javnaðarmanninum Sjúrði Skaale at vinna sessin á Christiansborg frá manninum, hann hevði arbeitt fyri í 13 ár, Høgna Hoydal.
Vikurnar fyri fólkatingsvalið vóru baldrutar. Ósemjan millum Høgna Hoy­dal og Sjúrð Skaale um stjórnar­skipanar­uppskotið elvdi til, at hann tók seg úr flokk­in­­­um, hann hevði virkað fyri síð­an 1998. Tann 22. august fór hann upp í Javn­aðar­flokkin sum fremsta val­evni floksins til fólka­tings­valið. Fyri valið vissaði Aksel V. Johanne­sen um, at gamli tjóðveldismaðurin, sum í 10 ár hevði tosað um einar fræls­ar Føroyar, fór ikki at broyta poli­tikkin hjá Javnaðarflokkinum.
– Javnaðarflokkurin er ein sam­ríkis­flokkur, og teirri kósini víkja vit ikki frá. Tá tað er sagt, eru vit opnir fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka fleiri málsøkir. Tað skal bara gerast fíggjarliga ráðiligt, segði hann.