ígjøgnum hetta seinasta valskeiðið. - Javnvágin í einum møguligum framhaldandi samarbeiði er so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit í at halda fram, uttan at Tjóðveldi [...] niðurstøðuni í brævinum sigur Jógvan Arge, at tað hóvar honum lítið at fara í samgongu aftur við Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð undir teimum treytum, sum í løtuni liggja í kortunum. Eisini mælir hann floksfeløgum [...] Jógvan Arge. Í hesum sambandi vísir hann eitt nú á, at seinast flokkarnir báðir gjørdu av at skipa samgongu, fekk minni flokkurin leiðsluna. Hetta var, tá ið Heðin Mortensen bleiv borgarstjóri. Í niðurstøðuni
AP vóru teir samdir um, at Iran og Norðurkorea eiga ikki at hava kjarnorkuvápn. Tað er ikki greitt, hvat hendan semjan ber í sær, tí higartil hevur Russland hjálpt iranum at byggja ein kjarnorkureaktor [...] minti samstundis tíðindafólkini á, at tann demokratiska tilgongdin í Russlandi er ikki so gomul sum í nógvum øðrum londum. Á toppfundinum samdust teir báðir forsetarnir um at menna samstarvið ímóti kjarnor [...] ætlandi verður tikin í nýtslu um stutta tíð. Bush og Putin vóru eisini á einum máli um, at tað er neyðugt at forða fyri, at yvirgangsmenn fáa fatur á vandamiklum vápnum so sum rakettum. Í tí sam-bandi skrivaðu
dýrt, at hann júst komin til Føroya leygarkvøldið leyp á ein tollara á flogvøllinum í Vágum. Tá maðurin fekk at vita, at hann hevði alt ov nógvar tollfríar vørur í viðførinum, gjørdist hann í øðini og [...] løgreglustøðini visti í morgun at siga, at rætturin nú hevur gjørt av, at maðurin fær 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing. - Tá dómurin er sitin, verður maðurin vístur úr landinum og sleppur ikki aftur til Føroya [...] Á flogvøllinum í Vágum eru fleiri vakmyndatól, og her sást týðiliga, at atburðurin, sum eyturevropearin vísti, als ikki kann góðtakast móti starvsfólki í almennari tænastu. - Við tað, at fleiri vakmyndatól
tað er í lagi at fiska, um ávís verjutiltøk mótvegis stovninum verða sett í verk t. d. friðingar av ávísum økjum í ávísa tíð, og nær t. d. toskastovnurin er so illa fyri, at ikki er ráðiligt at troyta [...] verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfongi og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga«, kelda: www.logir.fo At vit eiga at veiða burðardygt [...] burðardygt fyri at lata nokk av hesum tilfongi víðari til okkara eftirkomarar er sjálvsagt. Í dag er tað eisini alt meira vanligt, at ein ikki fær nøktandi prís fyri veiðuna, um hon ikki er fingin til høldar
Aleris.dk ). Hetta ger at einans tey, ið hava ráð kunnu fáa eina abort. Hetta er ikki gott nokk! Øll, óansæð fíggjarstøðu, eiga at hava rætt til heilsurøkt. Av tí at tað er avbjóðandi at fara til Danmarkar [...] eggjar til, at ótryggar abortir vera framdar og sum ikki ynskir heilsurøkt. Tíðin er komin til at dagføra lógina, soleiðis at øll kunnu fáa eina trygga abort umvegis tað føroyska heilsuverkið. Í núverandi [...] risikera at ikki sleppa at fáa børn í framtíðini. Ótryggar, tí bíðitíðin og samrøður taka so langa tíð, at kvinnur og fólk við lívmøðrum, sum oftast noyðast til kirurgiska abort heldur enn medisinska. Ótryggar
stóran týdning hetta ikki kann fáa fyri aðrar føroyingar, sigur Magni Arge. Men hvussu ber tað til, at Atlantsflog hevur megnað at fáa hesa avtaluna í land ? hevur nakar hjálpt felagnum? ? Hetta er eina og [...] Atlantsflog var kappingarført í prísi, og so hevur felagið eisini sera royndar flogskiparar, sum eru vanir at flúgva í truplum veðurlíkindum, sigur hann. Magni Arge sigur, at hetta er ein sera stór uppgáva [...] Seinni verður møguliga talan um at flúgva til aðrar floghavnir í Mið- og Suðurnoreg eisini. Stian Vemmestad, sum er forstjóri hjá Aker Stord sigur, at tvinnar orsøkir vóru til, at Atlantsflog fekk sáttmálan:
gini í býnum, sigur sambært Reuters, at eldur er komin í tilsamans trý støð í býnum. Hetta fevnir um eitt íbúðarhús í Dniprovskyj-økinum. Sambært Tkachenko eru vraklutir frá dronum dotnir niður í fleiri [...] rakett- og dronuálopum í nátt. Hetta skrivar borgarstjórin í Kiyv, Vitali Klitschko, á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni AFP. Hann sigur, at í minsta lagi átta fólk fingu skaða í álopinum, sum hann [...] suðuri í Ukraina. Hetta veit AFP at siga. Fleiri fólk hava fingið skaða undir álopinum. Kiyv og fleiri aðrir býir í Ukraina hava javnan verið undir russiskum álopum, síðani Russland herjaði á landið í februar
átrúnaður inn í eitt kjak um bilóhapp? Átrúnaður!!! Jú, tað er tí, at nógvir ”kristnir” føroyingar hava úr gera við at rópa upp um kristindóm og siga øðrum fólki hvussu tey skulu bera seg at, um somu tíð [...] gjørt ein ógerning, sum eitt nú at renna á ein parkeraðan bil, fyri síðani at lata sum einki og koyra avstað – hetta er bæði ómoralskt og ólógligt. Eg havi nevniliga ikki minni enn 5 skaðar á mínum bili [...] ringja til hann og siga frá hendingini. Men tað er tíverri tey fáu, sum gera hetta. Átrúnaður??? Síðst í ’90 árunum og til í dag – við felagnum ”Gudloysi” sum tað nýggjasta ískoyti – hevur stórt fokus verið
hevur roynt at treiskast ímóti einum skaða í lítlutá, men hetta vikuskiftið skal hann halda frí, og væntandi gongur minst ein vika afturat, áðrenn hann kann spæla aftur. Eitt lítið brot í lítlutá forðar [...] forðar fyri, at Jónhard kann spæla sum vant. Hetta fekk eisini Jónhard at geva avboð til landsliðið, sum næsta vikuskiftið spælir dysti ímóti Póllandi. Landsliðvenjarin hevði 19 spælarar við í hópinum, og [...] hann ikki boðað frá, at hann hevur tikið nakran avloysara út fyri Jónhard. Borgar Kristiansen og Alexandur Johansen verða heldur ikki við Skála ímóti GÍ sunnudagin, og Pauli G. Hansen er heldur ikki heilt
koronukanningarnar í Havn skipaðar soleiðis, at tær lata upp kl. 17, og bíðirøðin verður steðgað klokkan 19. Orsøkin til hetta er, at fólk ikki skulu nýta ein heilan arbeiðsdag til at lata seg kanna, sigur [...] 17, so fara fólk at stilla seg í bíðirøð um 16 tíðina. Ansni er sett at ansa eftir bíðirøðini, og tá klokkan verður 19. verður bíðirøðin steðgað. Hetta merkir, at øll tey, ið standa í kø klokkan 19, verða [...] varastjóri á Landssjúkrahúsinum. – Í sjúkrahúsverkinum hava vit fleiri kanningarstøð. Í Klaksvík og í Suðuroy er opið um dagin, og í Havn hava vit so opið um kvøldið, soleiðis at tey, sum eru til arbeiðis, kunnu