Ivaleyst eru fleiri definitiónir av hesum hugtaki, skal stutt lýsa hugtakið samsvarandi míni fatan av hesi orðing.
Stutt kann sigast, at tá ið støddin á gýtingarstovninum er avgerandi fyri, hvussu nógv verður fiskað, er veiðan burðardygg. ICES hevur ásetingar um, nær stovnurin er soleiðis fyri, at ein kann fiska ávísa nøgd, nær tað er í lagi at fiska, um ávís verjutiltøk mótvegis stovninum verða sett í verk t. d. friðingar av ávísum økjum í ávísa tíð, og nær t. d. toskastovnurin er so illa fyri, at ikki er ráðiligt at troyta hann meir. Um vit fylgja hesum ásetingum, so hava vit eina lívfrøðiliga burðardygga veiðu.
Fyri at útgreina hetta nærri fari eg at endurgeva Skipannarnevndina tann 8. februar 1996: »Stovnsrøktarendamálið er rokkið, um gýtingarstovnurin er oman fyri ávísa minstustødd, og veiðutrýstið síðan er so, at umleið ein triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári«, kelda: www.frs.fo
At vit eiga at hava eina burðardygga veiðu er eisini ásett í lógini um vinnuligan fiskiskap: »Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfongi og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga«, kelda: www.logir.fo
At vit eiga at veiða burðardygt fyri at lata nokk av hesum tilfongi víðari til okkara eftirkomarar er sjálvsagt. Í dag er tað eisini alt meira vanligt, at ein ikki fær nøktandi prís fyri veiðuna, um hon ikki er fingin til høldar á ein burðardyggan hátt.
Vónandi er hetta eitt nøktandi svar.