Ukrainski høvuðsstaðurin, Kiyv, er undir russiskum rakett- og dronuálopum í nátt.
Hetta skrivar borgarstjórin í Kiyv, Vitali Klitschko, á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni AFP.
Hann sigur, at í minsta lagi átta fólk fingu skaða í álopinum, sum hann kallar "massivt". Tvey av teimum særdu eru flutt á sjúkrahús, meðan hini fáa viðgerð á staðnum.
Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarfyrisitingini í býnum, sigur sambært Reuters, at eldur er komin í tilsamans trý støð í býnum.
Hetta fevnir um eitt íbúðarhús í Dniprovskyj-økinum.
Sambært Tkachenko eru vraklutir frá dronum dotnir niður í fleiri økjum í Kiyv.
Ukrainska flogverjan ávarar sambært AFP um, at ballistiskar rakettir eru á veg móti høvuðsstaðnum.
Klitschko sigur, at loftverjuskipanir arbeiða við at svara álopinum aftur.
Russland hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar úr Ukraina í nátt.
Sambært ukrainskum myndugleikum doyðu tvey fólk fríggjadagin undir einum russiskum rakettálopi í havnabýnum Odessa, sum liggur har suðuri í Ukraina. Hetta veit AFP at siga. Fleiri fólk hava fingið skaða undir álopinum.
Kiyv og fleiri aðrir býir í Ukraina hava javnan verið undir russiskum álopum, síðani Russland herjaði á landið í februar 2022.
Í dag ræður Russland í umleið einum fimtaparti av Ukraina og sigur eisini, at økini formliga eru russisk. Hetta góðtaka hvørki Ukraina ella tey evropeisku sameindu.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur, síðani hann tók við í januar, stríðst fyri vápnahvíld og friðaravtalu í Ukraina.
Higartil hevur tað eydnast honum avmarkað at fáa partarnar at semjast um longri steðgir í stríðnum.
/Ritzau/