Jónhard givið avboð til landsliðið

Jónhard Frederiksberg hevur brotið lítlutá og má bíða eina viku ella tvær við at spæla. Skála manglar eisini aðrar spælarar til dystin ímóti GÍ, sum hevur allar tøkar uttan ein


Álopsspælarin Jónhard Frederiksberg hevur roynt at treiskast ímóti einum skaða í lítlutá, men hetta vikuskiftið skal hann halda frí, og væntandi gongur minst ein vika afturat, áðrenn hann kann spæla aftur. Eitt lítið brot í lítlutá forðar fyri, at Jónhard kann spæla sum vant.
Hetta fekk eisini Jónhard at geva avboð til landsliðið, sum næsta vikuskiftið spælir dysti ímóti Póllandi. Landsliðvenjarin hevði 19 spælarar við í hópinum, og enn hevur hann ikki boðað frá, at hann hevur tikið nakran avloysara út fyri Jónhard.
Borgar Kristiansen og Alexandur Johansen verða heldur ikki við Skála ímóti GÍ sunnudagin, og Pauli G. Hansen er heldur ikki heilt til reiðar, hóast hann er farin at venja spakuliga í vikuni.
Hjá GÍ hevur Hans Jørgen Djurhuus leikbann eftir reyða kortið ímóti NSÍ, meðan Áslakur R. Petersen, sum hevur havt ein skaða og var á beinkinum seinast, er heilt klárur aftur.