Arge trekkir í land

Jógvan Arge er argur inn á Javnaðarflokkin og Heðin Mortensen. Tí heitir hann á floksfelagar sínar um at endurskoða nýstovnaða samgongusamstarvið

Blekkið á samgonguskjalinum millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er ikki meira enn tornað, nú Jógvan Arge, sitandi varaborgmeistari, biður um time-out frá samgongusamstarvinum, sum eftir ætlan skuldi byrjað 1. januar. Hetta ger hann í lesarabrævi, prentað í blaðnum í dag.

Sambært Jógvan Arge, sitandi varaborgarstjóra, er orsøkin tann, at formaður Javnaðarfloksins á landsfundinum um vikuskifti talaði niðrandi um Tjóðveldi. Eisini fýlist Jógvan Arge á, at Heðin Mortensen tekur sær heiðurin av øllum avrikum, sum samgongan hevur fingið ígjøgnum hetta seinasta valskeiðið.

- Javnvágin í einum møguligum framhaldandi samarbeiði er so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit í at halda fram, uttan at Tjóðveldi fær tryggjað sær eina munandi betri balanseraða støðu mótvegis Javnaðarflokkinum og borgarstjóranum, sigur Jógvan Arge. Í hesum sambandi vísir hann eitt nú á, at seinast flokkarnir báðir gjørdu av at skipa samgongu, fekk minni flokkurin leiðsluna. Hetta var, tá ið Heðin Mortensen bleiv borgarstjóri.

Í niðurstøðuni í brævinum sigur Jógvan Arge, at tað hóvar honum lítið at fara í samgongu aftur við Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð undir teimum treytum, sum í løtuni liggja í kortunum. Eisini mælir hann floksfeløgum sínum um at taka samstarvið við Javnaðarflokkin býráðnum upp til nýggja umhugsan.