Tað vóru kortini ikki kjarnorkuvápn, sum stóðu ovast á dagsskránni, tá forsetarnir Bush og Putin hittust í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava. Amerikanskir embætismenn høvdu undan fundinum gjørt greitt, at Bush fór at fýlast á tey demokratisku viðurskiftini í Russlandi. Hetta kom eisini fram á tíðindafundinum, sum teir báðir høvdu aftaná, men har legði Putin dent á, at eftir hansara tykki er Russland eitt demokrat-iskt land. Hann minti samstundis tíðindafólkini á, at tann demokratiska tilgongdin í Russlandi er ikki so gomul sum í nógvum øðrum londum.
Á toppfundinum samdust teir báðir forsetarnir um at menna samstarvið ímóti kjarnorkuútbreiðslu. Sambært tíðindastovuni AP vóru teir samdir um, at Iran og Norðurkorea eiga ikki at hava kjarnorkuvápn. Tað er ikki greitt, hvat hendan semjan ber í sær, tí higartil hevur Russland hjálpt iranum at byggja ein kjarnorkureaktor, sum ætlandi verður tikin í nýtslu um stutta tíð.
Bush og Putin vóru eisini á einum máli um, at tað er neyðugt at forða fyri, at yvirgangsmenn fáa fatur á vandamiklum vápnum so sum rakettum. Í tí sam-bandi skrivaðu uttanríkisráðharrarnir Condoleezza Rice og Sergeij Ivanov undir ein sáttmála, sum sigur, at USA og Russland skulu forða fyri, at yvirgangsmenn fáa slík vápn. Londini skulu eisini forða fyri, at menningarlond fá fatur á brennievni, sum kann brúkast til kjarnorkureaktorar, skrivar AP.