Fekk 30 dagar treytaleyst fyri at leypa á tollara

30 dagar treytaleyst í geglið og síðan útvísing og innferðarforboð til Føroya í trý ár.

 

Tað kostaði einum tilkomnum eysturevropeiskum ferðamanni dýrt, at hann júst komin til Føroya leygarkvøldið leyp á ein tollara á flogvøllinum í Vágum. 

 

Tá maðurin fekk at vita, at hann hevði alt ov nógvar tollfríar vørur í viðførinum, gjørdist hann í øðini og leyp á tollaran. Løgreglan varð boðsend, og maðurin varð handtikin.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at rætturin nú hevur gjørt av, at maðurin fær 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.

 

- Tá dómurin er sitin, verður maðurin vístur úr landinum og sleppur ikki aftur til Føroya tey næstu trý árini.

 

Á flogvøllinum í Vágum eru fleiri vakmyndatól, og her sást týðiliga, at atburðurin, sum eyturevropearin vísti, als ikki kann góðtakast móti starvsfólki í almennari tænastu.

 

- Við tað, at fleiri vakmyndatól eru á flogvøllinum, er hetta mál lýst betur - og úr fleiri vinklum - enn mong onnur mál av slíkum slag, sigur vaktleiðarin.

 

Vaktleiðarin viðgongur, at maðurin hevði kenning, tá hann kom til Føroya. Hevði hann uppført seg á ein hóskandi hátt, er lítil ivi um, at málið um tollfríu vørurnar kundi verið loyst.

 

- Útlendski ferðamaðurin tók í tollaran á ein slíkan hátt sum slett ikki kann góðtakast, og hendingin kann ikki lýsast sum annað enn harðskapur, verður lagt aftrat.