Atlantsflog fingið stór-ordra í Noreg

Atlantsflog hevur fingið sáttmálan at flúgva starvsfólk hjá Aker Stord til og frá Alta í Norðurnoreg í sambandi við bygging av risa stórum gassverki fyri 45 milliardir krónur

FLÚGVING: ? Hetta er heilt fantastiskt og hevur sera stóran týdning fyri Atlantsflog, sigur Magni Arge, stjóri í føroyska flogfelagnum, sum í harðari kapping hevur vunnið sáttmálan um flúgvingina av starvsfólkum hjá Aker Stord.

Fýra feløg buðu upp á flúgvingina.

Tað er Statoil, sum skal byggja risa stóra gassverkið í Norðurnoreg. Verkið kostar tilsamans 45 milliardir krónur, og arbeiðið fer væntandi at taka tvey ár.

Luturin hjá Atlantsflogi verður at flúgva starvsfólk hjá Aker Stord, Aker Kværner Elektro, Kaefer IKM og Rosenberg Verft úr Stavanger og Stord til Alta. Seinni verður møguliga talan um at flúgva til aðrar floghavnir í Mið- og Suðurnoreg eisini.

Stian Vemmestad, sum er forstjóri hjá Aker Stord sigur, at tvinnar orsøkir vóru til, at Atlantsflog fekk sáttmálan:

? Atlantsflog var kappingarført í prísi, og so hevur felagið eisini sera royndar flogskiparar, sum eru vanir at flúgva í truplum veðurlíkindum, sigur hann.

Magni Arge sigur, at hetta er ein sera stór uppgáva, sum fær stóran týdning fyri Atlantsflog.

? Tá vit fáa eina slíka uppgávu, so kann man bara spyrja, hvussu stóran týdning hetta ikki kann fáa fyri aðrar føroyingar, sigur Magni Arge.

Men hvussu ber tað til, at Atlantsflog hevur megnað at fáa hesa avtaluna í land ? hevur nakar hjálpt felagnum?

? Hetta er eina og aleina eitt úrslit av tí miðvísa arbeiði, sum felagið hevur gjørt seinastu fimtan árini, sigur ein sera fegin Magni Arge, sum í morgun kann bera starvsfólkum sínum hesi gleðiligu tíðindi, ið fáa stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyska flogfelagnum.