Frameftir verða koronukanningarnar í Havn skipaðar soleiðis, at tær lata upp kl. 17, og bíðirøðin verður steðgað klokkan 19.
Orsøkin til hetta er, at fólk ikki skulu nýta ein heilan arbeiðsdag til at lata seg kanna, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
– Í sjúkrahúsverkinum hava vit fleiri kanningarstøð. Í Klaksvík og í Suðuroy er opið um dagin, og í Havn hava vit so opið um kvøldið, soleiðis at tey, sum eru til arbeiðis, kunnu lata seg kanna eftir arbeiðstíð.
– Vit hava fingið afturmeldingar um, at hví skal mann missa ein heilan arbeiðsdag og standa í kø, og so framvegis. Og vit hava valt at tillaga okkum til tað, sigur Margit Stórá.
Margit Stórá væntar, at nú kanningarnar lata upp klokkan 17, so fara fólk at stilla seg í bíðirøð um 16 tíðina. Ansni er sett at ansa eftir bíðirøðini, og tá klokkan verður 19. verður bíðirøðin steðgað. Hetta merkir, at øll tey, ið standa í kø klokkan 19, verða kannað. Onnur mugu bíða til dagin eftir.
– Vit vita, at tað tekur um tríggjar tímar, at koma gjøgnum bíðirøðina, og tí mugu vit steðga henni tá, sigur Margit Stórá.
Í gjár varð farið undir at gera koronukanningarnar á Eiragarði, og yvirhøvur eydnast økið væl til endamálið, sigur Margit Stórá og leggur aftrat, at um 80 bilar passa inn á økið. Tað verður tí eisini framhaldandi á Eiragarði, at koronukanningarnar verða gjørdar.