Pegasus í Klaksvík og nógvum øðrum góðum og kendum føroyskum tónleikarum, verið við í helst størstu fløguverkætlan í Føroyum nakrantíð. Talan er um eina íløgu uppá fleiri hundraðtúsund krónur. Í sambandi [...] sambandi við fløguútgávuna skuldi vera konsert í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Við á konsertini skuldi millum annað Eyðun Nolsøe luttaka, og eisini varð lovað fyri einum serligum Grand Prix dámi á, tá Pætur [...] høvi at síggja eitt nýtt sjónbandalag, sum er gjørt til ein av sangunum. Meira verður um konsertina í blaðnum týsdagin, og hvør veit? Kanska Føroyar hava fingið eitt popp-idol.
ættað úr Grønlandi, Íslandi ella Føroyum, og tey hava javnan samband við tey ymsu mentanarhúsini í Keypmannahavn. Harumframt hava fyrireikararnir heitt á listafólk, sum búgva í móðurlandinum, um at vera við [...] fólkið og tað landið, haðani tey eru ættað. Stevnan fer fram á ymsum støðum í býnum, men miðdepilin fyri stevnuna er Húsið í Magstræde. Har verður kunningartænastan, har fólk kunnu fáa upplýsingar um stevnuna [...] føroyingarhúsið og Jonshus, sum er tað íslendska mentanarhúsið, ið hava tikið stig til mentanarstevnuna í Keypmannahavn. Stevnan verður sett fríggjadagin 23. mai og endar 26. mai. Á stevnuni verður dentur lagdur
uppvaksin á Skifjord í Hyllestad, sum liggur við Sognefjord í Noregi. Hon býr nú í Fjorde í Sogn og Fjordane. Áður hevur hon havt framsýningar í sambandi við útbúgving sína í Bergen og í heimstaðnum. Málningarnir [...] á fleiri málninga- og tekniskeiðum í Danmark. Tey seinastu árini hevur hon mest arbeitt við klippmyndum. Hon hevur áður havt fleiri framsýningar í Danmark og í Føroyum. [...] Í gjár hósdagin 11. juli lat ein nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar Berit Waage Fidjestøl úr Noregi og Vigdis Sigmundsdóttir úr Havn, ið hava framsýning av akrylmálningum og
Í Íslandi var ein fundur millum starvsbrøðurnar, har evnið var samstarvið millum Ísland og Føroyar á búskapar-, fíggjar-, skatta- og avgjaldsøkinum. ? Greitt varð frá gongdini í búskapunum í londunum báðum [...] fíggjarpolitiskum tiltøkum, ið eru framd og eru í umbúna. Avtalað varð eisini at halda fram við samstarvinum um tollautomatisering, eins og avtalað varð at fáa í lag arbeiði at gera nærri samanberingar av føroysku [...] varð ein tíðindafundur hildin. ? Og ikki óvæntað vóru íslendsku fjølmiðlarnir serliga áhugaðir í gongdini í fullveldismálinum og oljuvinnuni. Á vitjanini vórðu eisini stundir til at leggja leiðina framvið
Føroyar, eftir at tey í eina góða viku hava verið í Frankaríki í sambandi við eitt nýtt sjónband, ið verður framleitt í løtuni. Ein triðingur av sjónbandinum er longu tikið upp í Føroyum, og nú eru so nakrar [...] nakrar myndir komnar í kassan afturat. Hesar myndir eru tiknar av Trølla Pæturi og hansara harkaliði, meðan tey leita eftir nøkrum jólamonnum í teim fronsku Alpunum. Eisini Erling Politistur er við á tí nýggja [...] einki um. Ætlanin er, at sjónbandið skal verða víst í teim føroysku biografunum tann 1. oktobur, og tann 1. novembur verður sjónbandið at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.
skúlanevndirnar halda hetta verða óheppið, tí Egon Øregaard hevði í hyggju at fáa børnini aftur í skúla. ? Í okkara eygum læsir skúlaráðið í Havn støðuna enn fastari, tí endamál og skylda okkara er at skipa [...] Formansskapurin fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum heldur, at skúlaráðið í Havn læsir verkfalsstøðuna enn fastari, nú skúlaráðið ikki tekur undir við áheitanini til løgtingið. Leygardagin [...] leggja upp í verkfallið hjá lærarunum, so børnini sleppa aftur til arbeiðis. Eisini formaðurin fyri skúlaráðið í Havn tók undir við hesum skrivi. Seinni vísti tað seg, at tað var ikki meiriluti í skúlaráðnum
møguleika at hoyra manskór í dupultstovu Tvøroyrar skúla. Tá syngur Tórshavnar Manskór nakrar sangir til tiltak, ið nevndin fyri 1000-ára haldinum av kristnanini av Føroyum skipar fyri. Seinni leygardagin [...] leygardagin - kl. 19.00 - hevur Tórshavnar Manskór kirkjukonsert í Vági. Í fjør summar var Tórshavnar Manskór runt oyggjarnar á sangferð, men rakk ikki Suðuroynni tá. Hetta er tí gott høvið hjá kórinum at bera [...] uttanlandsferð í summar, og hevur tí lagt skránna soleiðis, at tað umframt at umboða eldri og nýggjari føroyskan kórtónleik, eisini ynskir at framføra eina norðurlendska sangskrá. Leiðari í Tórshavnar Manskóri
Á laksa-døgunum, sum í farnu viku vóru í Trondheimi spáddi Lars Liabø, at prísirnir í ár í miðal fara at liggja 1 krónu omanfyri árið í fjør. Lars Liabø frá Kontali, gerð hagtøl og kanningar innan aling [...] aling og hann var fyri stuttum í Føroyum og helt ein fyrilestur. Fáður kennir meira til gongdina innan alingina enn hann, so tá Lars spáar um gongdina, plagar hald at vera í, skrivar Vinnuhúsið. 2 kr. hægri [...] 2000 fara at liggja um 2 kr hægri enn í fjør, meðan prísgongdin seinra hálvár verður meira lík 1999. Eisini metir hann, at sølan av laksi kann økjast út yvir prísin. Í Noreg hevur gongdin verið, at alararnir
eru umboðar á listanum, har Brasil sum vanligt er í topp. Føroyska støðan á listanum er betrað við 13 plássum síðan árslok í fjør, men eitt skifti í ár, vóru Føroyar enn longri uppi á listanum. Ein partur [...] Liechtenstein, San Marino og Andorra. Kekkia, sum Føroyar vóru í bólki saman við í seinastu undankapping, hevur endurvunnið sítt pláss sum nummar 2 í heiminum, Frakland er nummar 3, Spania 4 og Týskland 5. Fremsta [...] rokniháttin fyri listan, og nýggi roknihátturin vísti seg at koma Føroyum væl við. Føroyar eru sum vanligt frammanfyri hinar smáu fótbóltstjóðirnar í Europa. Aftanfyri Føroyar eru Malta, Luxembourg, Liechtenstein
er um fólk alla staðni í Føroyum. Atlants Kolvetni er partur av oljusamtakinum The Faroese Partnership saman við Amerada Hess, Norsk Hyrdo, Dong og Lasmo. Felagið luttekur virkið í teimum fyrireikingum, [...] Vilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur, at teir eru væl nøgdir við úrslitið. Ikki minst tí at tað eru rættiliga mong fólk umframt smærri og størri virki, sum hava sett pengar í felagið. Eisini er tað [...] sum verða gjørdar undan 1. útbjóðing. Stjórin í felagnum luttekur á fundum í teimum ymsu arbeiðsbólk-unum, sum hava við Føroyaøkið at gera - á jøvnum føti við umboðini úr hinum feløgunum. Vilhelm Petersen