Á laksa-døgunum, sum í farnu viku vóru í Trondheimi spáddi Lars Liabø, at prísirnir í ár í miðal fara at liggja 1 krónu omanfyri árið í fjør.
Lars Liabø frá Kontali, gerð hagtøl og kanningar innan aling og hann var fyri stuttum í Føroyum og helt ein fyrilestur. Fáður kennir meira til gongdina innan alingina enn hann, so tá Lars spáar um gongdina, plagar hald at vera í, skrivar Vinnuhúsið.
2 kr. hægri
Lars Liabø væntar, at prísirnir 1. hálvár 2000 fara at liggja um 2 kr hægri enn í fjør, meðan prísgongdin seinra hálvár verður meira lík 1999. Eisini metir hann, at sølan av laksi kann økjast út yvir prísin.
Í Noreg hevur gongdin verið, at alararnir hava havt størri inntøkumarginalar, meðan sølufyritøkurnar hava havt minkandi inntøkur pr. kg. Í 1999 var inntøkumarginalurin hjá sølufyritøkunum 1,96 Nkr pr. kg, meðan hann var 2,18 árið fyri.