Tórshavnar Manskór til Suðuroyar í vikuskiftinum

Tórshavnar Manskór syngur til tiltak á Tvøroyri leygardagin í sambandi við at túsund ár eru liðin, síðani Føroyar vórðu kristnaðar. Seinni leygardagin hevur kórið kirkjukonsert í Vági.

Leygardagin 15 apríl kl. 16.00 hava suðuroyingar møguleika at hoyra manskór í dupultstovu Tvøroyrar skúla. Tá syngur Tórshavnar Manskór nakrar sangir til tiltak, ið nevndin fyri 1000-ára haldinum av kristnanini av Føroyum skipar fyri.

Seinni leygardagin - kl. 19.00 - hevur Tórshavnar Manskór kirkjukonsert í Vági.

Í fjør summar var Tórshavnar Manskór runt oyggjarnar á sangferð, men rakk ikki Suðuroynni tá. Hetta er tí gott høvið hjá kórinum at bera fram ein part av sangskrá kórsins. Skráin er fjølbroytt, har av meginparturin er føroyskur. Tó syngur kórið eisini danskt, íslendskt, svenskt, norskt og russiskt á hesum sinni. Tað er nevnliga soleiðis, at kórið fyrireikar seg til uttanlandsferð í summar, og hevur tí lagt skránna soleiðis, at tað umframt at umboða eldri og nýggjari føroyskan kórtónleik, eisini ynskir at framføra eina norðurlendska sangskrá.

Leiðari í Tórshavnar Manskóri er Bjarni Restorff, og hevur verið tað síðani stovnan í 1986.