Mentan í Útnorði

Síðst í hesum mánaðinum verður stór mentanarstevna í Keypmannahavn, sum fer at snúgva sum um Útnorður

Tað eru grønlendingahúsið, føroyingarhúsið og Jonshus, sum er tað íslendska mentanarhúsið, ið hava tikið stig til mentanarstevnuna í Keypmannahavn. Stevnan verður sett fríggjadagin 23. mai og endar 26. mai.
Á stevnuni verður dentur lagdur á arbeiði hjá listafólki og øðrum persónum, sum eru virknir innan mentanarlívið. Felags fyri tey øll er, at tey eru ættað úr Grønlandi, Íslandi ella Føroyum, og tey hava javnan samband við tey ymsu mentanarhúsini í Keypmannahavn. Harumframt hava fyrireikararnir heitt á listafólk, sum búgva í móðurlandinum, um at vera við á stevnuni, so hon gerst enn meira áhugaverd.
Fyrireikararnir fara at skipa fyri fleiri tiltøkum, sum eyðkenna fólkið og tað landið, haðani tey eru ættað.
Stevnan fer fram á ymsum støðum í býnum, men miðdepilin fyri stevnuna er Húsið í Magstræde. Har verður kunningartænastan, har fólk kunnu fáa upplýsingar um stevnuna. Meira fæst at vita á heimasíðuni www.nordatlant.dk.