Brandur bíðar í mánalýsinum

Fløgan hjá Brandi Enni, Waiting in the Moonlight, kom út í gjár. Á fløguni eru 13 løg, har talan er um reinan, melidiøsan popptónleik

Útgáva: Nú er hon endiliga komin. Tann nógv umtalaða fløgan hjá tólv ára gamla Brandur Enni. Tey, sum hava bíðað eftir henni, kunnu fegnast um lættan popptónleik av besta slag.
Sjálvt um hann bert er tólv ára gamal, so hevur hann saman við Studio Pegasus í Klaksvík og nógvum øðrum góðum og kendum føroyskum tónleikarum, verið við í helst størstu fløguverkætlan í Føroyum nakrantíð. Talan er um eina íløgu uppá fleiri hundraðtúsund krónur.
Í sambandi við fløguútgávuna skuldi vera konsert í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Við á konsertini skuldi millum annað Eyðun Nolsøe luttaka, og eisini varð lovað fyri einum serligum Grand Prix dámi á, tá Pætur og Tóra við Keldu skuldu koma á pallin. Eisini var høvi at síggja eitt nýtt sjónbandalag, sum er gjørt til ein av sangunum. Meira verður um konsertina í blaðnum týsdagin, og hvør veit? Kanska Føroyar hava fingið eitt popp-idol.