Skúlaráðið í Havn læsir støðuna fastari

Formansskapurin fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum heldur, at skúlaráðið í Havn læsir verkfalsstøðuna enn fastari, nú skúlaráðið ikki tekur undir við áheitanini til løgtingið.

Formansskapurin fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum heldur, at skúlaráðið í Havn læsir verkfalsstøðuna enn fastari, nú skúlaráðið ikki tekur undir við áheitanini til løgtingið.

Leygardagin sendu allar skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar løgtinginum skriv, har tey bóðu tingið leggja upp í verkfallið hjá lærarunum, so børnini sleppa aftur til arbeiðis.

Eisini formaðurin fyri skúlaráðið í Havn tók undir við hesum skrivi.

Seinni vísti tað seg, at tað var ikki meiriluti í skúlaráðnum fyri hesum skrivi, og tí tók Egon Øregaard seg aftur sum formaður fyri ráðið.

Hinar skúlanevndirnar halda hetta verða óheppið, tí Egon Øregaard hevði í hyggju at fáa børnini aftur í skúla.

? Í okkara eygum læsir skúlaráðið í Havn støðuna enn fastari, tí endamál og skylda okkara er at skipa fyri undirvísing og ikki forða fyri, at hon verður framd, siga skúlanevndirnar.

Formansskapurin fyri skúlanevndirnar heitir á partarnar um at hugsa um avleiðingarnar av stríðnum.

ek