Føroyar í stað

Fótbóltur: Á ársins seinasta styrkislista hjá altjóða fótbóltssambandinum FIFA standa Føroyar í stað sum nummar 112 í heiminum.

202 fótbóltstjóðir eru umboðar á listanum, har Brasil sum vanligt er í topp.

Føroyska støðan á listanum er betrað við 13 plássum síðan árslok í fjør, men eitt skifti í ár, vóru Føroyar enn longri uppi á listanum. Ein partur av framgongdini skyldast, at FIFA hevur umlagt rokniháttin fyri listan, og nýggi roknihátturin vísti seg at koma Føroyum væl við.

Føroyar eru sum vanligt frammanfyri hinar smáu fótbóltstjóðirnar í Europa. Aftanfyri Føroyar eru Malta, Luxembourg, Liechtenstein, San Marino og Andorra.

Kekkia, sum Føroyar vóru í bólki saman við í seinastu undankapping, hevur endurvunnið sítt pláss sum nummar 2 í heiminum, Frakland er nummar 3, Spania 4 og Týskland 5.

Fremsta norðurland er Noreg, sum er nummar 7 á listanum. Danir hava tikið seg fram eftir góðu úrslitini seinastu dystirnar, og teir eru nú nummar 11. Svøríki er nummar 16, Ísland nummar 43 og Finland nummar 56.

ek