Í gjár hósdagin 11. juli lat ein nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar Berit Waage Fidjestøl úr Noregi og Vigdis Sigmundsdóttir úr Havn, ið hava framsýning av akrylmálningum og klippi. Framsýningin er opin allar dagar til sunnudagin frá klokkan 14 til 18.
Berit er fødd og uppvaksin á Skifjord í Hyllestad, sum liggur við Sognefjord í Noregi. Hon býr nú í Fjorde í Sogn og Fjordane. Áður hevur hon havt framsýningar í sambandi við útbúgving sína í Bergen og í heimstaðnum.
Málningarnir hjá Berit Waage eru oftast akryl og olja á lørifti ella akryl á pappír. Hon fær mest íblástur frá náttúruímyndum.
Vigdis Sigmundsdóttir er útbúgvin sjúkrasystir og innrættingararkitektur. Hon hevur eisini luttikið á fleiri málninga- og tekniskeiðum í Danmark. Tey seinastu árini hevur hon mest arbeitt við klippmyndum. Hon hevur áður havt fleiri framsýningar í Danmark og í Føroyum.