Í Íslandi var ein fundur millum starvsbrøðurnar, har evnið var samstarvið millum Ísland og Føroyar á búskapar-, fíggjar-, skatta- og avgjaldsøkinum.
? Greitt varð frá gongdini í búskapunum í londunum báðum og frá fíggjarpolitiskum tiltøkum, ið eru framd og eru í umbúna. Avtalað varð eisini at halda fram við samstarvinum um tollautomatisering, eins og avtalað varð at fáa í lag arbeiði at gera nærri samanberingar av føroysku og íslendsku búskapunum, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur eisini, at aftan á fundin varð ein tíðindafundur hildin.
? Og ikki óvæntað vóru íslendsku fjølmiðlarnir serliga áhugaðir í gongdini í fullveldismálinum og oljuvinnuni.
Á vitjanini vórðu eisini stundir til at leggja leiðina framvið Gullfoss og Geysir, og vitjað varð eisini á íslendsku stórfyritøkunum Marel og DeCode. Fyrstnevnda fyritøka framleiðir framkomna fiskivinnuútgerð til fiskaídnaðin kring knøttin, eisini í Føroyum, og DeCode er ikki minni kend fyritøka einamest fyri sína gransking innan arvaligar sjúkur.