verður í Klaksvík, har bæði KÍ og HB hava stóran tørv á trimum stigum. Í Fuglafirði vitjar B68 hjá ÍF. Skála vitjar við Margáir og í við Løkin í Runavík spæla NSÍ og AB. KÍ-HB 1-0 20 min 0-0: Tað gongur javnt [...] rangstøðu. ÍF-B68 1-2 4 min 1-0: Bogi Løkin hevur lagt ÍF á odda. Eftir uppspæl í høgru kom Bogi at standa púra leysur, og hann var púrasta tryggur. 20 min 1-0: ÍF hevur spælið og trýstið. Fleiri góðir møguleikar [...] hava togast við Poul Ingason. Hitin er øgiligur, og tað kókar bæði á og uttan fyri vøllin. So er dysturin í Klaksvík av. Hann endaði við teprum heimasigri, og so hevur KÍ fyri fyrstu ferð í níggju ár vunnið
beint við virkið, og arbeiðið er um at verða liðugt. Tunlarnir verða tiknir í nýtslu í juli 2016. - Gólvvíddir í tunlunum er 10.000 fermetrar, longdin á hvørjum tunli er 250 metrar, og breiddin er 16 metrar [...] Virksemið hjá Havsbrún hevur verið stórt seinastu nógvu árini, og tí hevur verið neyðugt við stórum goymsluhølum. Havsbrún hevur tí í fleiri umførum bygt nýggjar goymslubygningar. - Á heysti 2015 fóru [...] fóru vit undir at byggja tveir nýggjar goymslutunlar. Støddin er 250 x 16 metrar hvør, og haraftrat eru tvær inngongdir á góðar 100 metrar. Tunlarnir skulu brúkast til at goyma mjøl í. Tað veit Havsbrún at
dystin millum Ungarn og Kroatia í bólki D í HM-hondbóltskappingini í kvøld, tí bæði liðini eru mett ímillum tey bestu. Men dysturin bleiv als ikki so spennandi sum væntað. Teir fyrstu 10 minuttirnar gekk javnt [...] javnt á, men so fóru kroatar undan, og í hálvleikinum vóru teir frammanfyri við 16 málum ímóti 11. Kroatar sleptu ongantíð takinum, og tá teir 60 minuttirnir vóru farnir, høvdu teir vunnið 30-21. Eitt [...] fronsku heimsmeistararnir, at teir eru ikki at spæla við. Í hálvleikinum vóru fransmenn á odda 12-5, og teir vunnu at enda dystin við 27 málum ímóti 22.
heimara enda á Velbastaðvegnum og á Argjavegi við síðugøtum út til bátahylin. Kommunan hevur nú í tríggjar vikur havt trupulleikar við koliformum bakterium í drekkivatninum, og sambært vatnmeistaranum hevur [...] lata klor í vatnið, sigur Tórshavnar kommuna. Byrjað verður mikumorgun kl. 10.00. – Hetta kann ávirka vatnið við gulligum liti og ringum smakki, sigur kommunan. Kunnað verður, tá ið vatnið aftur er reint [...] hevur dálkingarkeldan flutt seg í skipanini. Vatnið er reint, tá tað fer úr brunninum í Havnadali, og tí er tað ikki ein møguleiki at taka vatn úr Villingardali ístaðin, tí vatnið hevði sostatt eisini vorðið
Tann 10. august byrja teir donsku skúlarnir aftur aftan á summarfrítíðina, og læknar og onnur stúra nú fyri, at dagurin kann gerast byrjanin til, at Influensa A fer at gera um seg av álvara. Lars Østergaard [...] DR-kringvarpið, at tá børnini koma aftur í skúla, koma tey nógv tættari hvør øðrum enn í summarfrítíðini, og tað ger smittuvandan so mikið størri. -Avleiðingarnar fara væntandi at vísa seg um einar tríggjar ella [...] Østergaard við DR. Hann sigur tað ikki vera óhugsandi, at fjórða hvørt skúlabarn í Danmark fær krímið. Eins og aðrir serfrøðingar vísir hann á, at tað eru serliga fólk á ungum aldri, sum fáa Influensa A ella svínakrím
dundurskot í netið til 1-0. Tá ein tími var leiktur gjørdi Drogheda sjálvmál, og so var Sligo Rovers veruliga á sigurskós. Men Drogheda megnaði at skora tvær ferðir innan fimm minuttir, og so mátti Sligo Rovers [...] nummar sjey í deildini við 30 stigum. HER ber til at síggja málið hjá Stefani og hini hæddarpunktini frá dystinum millum Drogheda og Sligo Rovers: ##med2##
Sambært Reuters og Al Jazeera eru nøvnini á gíslunum, Eliya Cohen, Omer Shem Tov, Tal Shoham, Omer Wenkert, Hisham al-Sayed og Avera Mengisto. Reuters veit at siga, at Hisham al-Sayed og Avera Mengisto [...] fóru til Gaza fyri umleið 10 árum síðan, men sum ongantíð komu aftur. - Avera Mengisto, sum er føddur í Etiopia, fór til Gaza í september í 2014. Hann varð avhoyrdur av Hamas og hevur síðan verið saknaður
ngin av millum- og realskúlanæmingum, sum Jórun Dánjalsdóttir hevur tikið stig til, er opin í dag til klokkan 20. Síðani er eisini opið fríggjadagin og leygardagin frá kl. 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan [...] stórur, men her eins og til onnur tiltøk á ólavsøku, hava verið færri vitjandi, enn roknað varð við. Eitt sera stórt arbeiði er gjørt fyri at savna myndir av teimum, sum gingu í millum- og realskúla árini 1916 [...] 1916 til 66. Jórun hevur leitað fram hundraðtals myndir og gjørt eitt stórt arbeiði at finna fram til nøvnini á teimum mongu túsund, sum hava traðkað skúlaskógvarnar á hesum søguliga stað.
prosent eru sendir heim við løn, og 10 prosent hava fingið størv í aðrari vinnu. Teir flogskiparar, sum framvegis hava arbeiði, siga, at teirra arbeiðstreytir eru versnaðar, og fyri summar hevur talan verið [...] Flogvinnan er í djúpari kreppu orsakað av koronusmittuni. Flogfeløg um allan heim eru ávirkað, og tað hevur við sær, at stórt tal av starvsfólki í vinnuni eru send heim. FlightGlobal skrivar, at ein kanning
olju, meðan bert 12 prosent verða framleidd av vatni og 10 prosent av vindi. Henda gongdin hevur víst seg at vera alla tíðina, síðan kavin hevur ligið, og er tað alt annað enn gott fyri hagtølini, tá veturin [...] eru minni umhvørvisvinarligar enn vanligt, tá el orkan alíkavæl verður framleidd av dálkandi oljuni. Og sum veðurvánirnar eru í løtuni, er ikki líkt til at kavin fer vekk aftur í bræði.