Eftir áhaldandi trupulleika við bakterium í drekkivatninum er avgjørt at klora vatnið í heimara enda á Velbastaðvegnum og á Argjavegi við síðugøtum út til bátahylin.
Kommunan hevur nú í tríggjar vikur havt trupulleikar við koliformum bakterium í drekkivatninum, og sambært vatnmeistaranum hevur dálkingarkeldan flutt seg í skipanini.
Vatnið er reint, tá tað fer úr brunninum í Havnadali, og tí er tað ikki ein møguleiki at taka vatn úr Villingardali ístaðin, tí vatnið hevði sostatt eisini vorðið skitið í skipanini.
Tí verður nú farið undir at lata klor í vatnið, sigur Tórshavnar kommuna.
Byrjað verður mikumorgun kl. 10.00.
– Hetta kann ávirka vatnið við gulligum liti og ringum smakki, sigur kommunan.
Kunnað verður, tá ið vatnið aftur er reint.
##med2##