20.000 tons í nýggjari goymslu

Virksemið hjá Havsbrún hevur verið stórt seinastu nógvu árini, og hetta hevur sett stór krøv til goymslukapasitetin.

 

Virksemið hjá Havsbrún hevur verið stórt seinastu nógvu árini, og tí hevur verið neyðugt við stórum goymsluhølum. Havsbrún hevur tí í fleiri umførum bygt nýggjar goymslubygningar.

 

- Á heysti  2015 fóru vit  undir at byggja tveir nýggjar goymslutunlar. Støddin er 250 x 16 metrar hvør, og haraftrat eru tvær inngongdir á góðar 100 metrar. Tunlarnir skulu brúkast til at goyma mjøl í.

 

Tað veit Havsbrún at siga. Lagt verður aftrat, at sprongt hevur verið inn í fjallið beint við virkið, og arbeiðið er um at verða liðugt. Tunlarnir verða tiknir í nýtslu í juli 2016.

 

- Gólvvíddir í tunlunum er 10.000 fermetrar, longdin á hvørjum tunli er 250 metrar, og breiddin er 16 metrar. Goymslukapasiteturin er 20.000 tons, sigur Havsbrún í Fuglafirði.