Hóast ólavsøkan er av, so ber kortini til at fara til fleiri av ólavsøkutiltøkunum, eitt nú í kommunuskúlanum í Havn. Stóra myndaframsýningin av millum- og realskúlanæmingum, sum Jórun Dánjalsdóttir hevur tikið stig til, er opin í dag til klokkan 20. Síðani er eisini opið fríggjadagin og leygardagin frá kl. 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan 15 til 20.
Jórun sigur við Portalin, at áhugin fyri at síggja gomlu myndirnar hevur verið stórur, men her eins og til onnur tiltøk á ólavsøku, hava verið færri vitjandi, enn roknað varð við. Eitt sera stórt arbeiði er gjørt fyri at savna myndir av teimum, sum gingu í millum- og realskúla árini 1916 til 66. Jórun hevur leitað fram hundraðtals myndir og gjørt eitt stórt arbeiði at finna fram til nøvnini á teimum mongu túsund, sum hava traðkað skúlaskógvarnar á hesum søguliga stað.