Stór helvt av flogskiparum flýgur ikki longur

Nýggj kanning vísir, at 57 prosent av flogskiparum kring heimin eru ikki longur á flogi

Flogvinnan er í djúpari kreppu orsakað av koronusmittuni. Flogfeløg um allan heim eru ávirkað, og tað hevur við sær, at stórt tal av starvsfólki í vinnuni eru send heim.

FlightGlobal skrivar, at ein kanning hjá GOOSE Recruitment vísir, at 57 prosent av flogskiparum kring heimin flúgva ikki í løtuni.

30 prosent av flogskiparum eru arbeiðsleysir, 17 prosent eru sendir heim við løn, og 10 prosent hava fingið størv í aðrari vinnu. Teir flogskiparar, sum framvegis hava arbeiði, siga, at teirra arbeiðstreytir eru versnaðar, og fyri summar hevur talan verið um stóra lønarniðurgongd.

82 prosent av teimum arbeiðsleysu flogskiparunum siga, at teir eru reiðar at taka arbeiði fyri minni løn, enn teir eru vanir við.

2.600 flogskiparar úr ymiskum londum vóru við í kanningini, har teir svaraðu 30 spurningum um teirra støðu. Kanningin umfataði ikki onnur starvsfólk í flogvinnuni, sum eisini eru hart takt av koronustøðuni.