Stefan Radosavljevic skoraði aftur fyri Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Sligo Rovers spældi javnleik 2-2 móti Drogheda á útivølli.
Tá 24 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki hamraði Stefan eitt dundurskot í netið til 1-0.
Tá ein tími var leiktur gjørdi Drogheda sjálvmál, og so var Sligo Rovers veruliga á sigurskós.
Men Drogheda megnaði at skora tvær ferðir innan fimm minuttir, og so mátti Sligo Rovers taka til takkar við einum javnleiki.
Stefan var skiftur út tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var Sligo Rovers á odda 2-1.
Sligo Rovers er nummar sjey í deildini við 30 stigum.
HER ber til at síggja málið hjá Stefani og hini hæddarpunktini frá dystinum millum Drogheda og Sligo Rovers:
##med2##











