Krútsterkir kroatar

Spenningurin var stórur upp undir dystin millum Ungarn og Kroatia í bólki D í HM-hondbóltskappingini í kvøld, tí bæði liðini eru mett ímillum tey bestu.

Men dysturin bleiv als ikki so spennandi sum væntað. Teir fyrstu 10 minuttirnar gekk javnt á, men so fóru kroatar undan, og í hálvleikinum vóru teir frammanfyri við 16 málum ímóti 11. Kroatar sleptu ongantíð takinum, og tá teir 60 minuttirnir vóru farnir, høvdu teir vunnið 30-21.

Eitt annað av teimum bestu liðunum, Frakland, var eisini í dysti í kvøld. Mótstøðuliðið var Brasil, men longu tíðliga í dystinum vísu teir fronsku heimsmeistararnir, at teir eru ikki at spæla við. Í hálvleikinum vóru fransmenn á odda 12-5, og teir vunnu at enda dystin við 27 málum ímóti 22.