Bæði oddaliðini taptu

KÍ gjørdi annan dystin á rað av við oddalið

Allir dystirnir í 22. umfarinum av Effo-deildini verða spældir klokkan 15 í dag

 

Í Gundadali vitja steypavinnararnir úr Víkingi hjá oddaliðnum, B36. Klassikarin i føroyskum fótbólti verður í Klaksvík, har bæði KÍ og HB hava stóran tørv á trimum stigum. Í Fuglafirði vitjar B68 hjá ÍF. Skála vitjar við Margáir og í við Løkin í Runavík spæla NSÍ og AB.

 

KÍ-HB 1-0

20 min 0-0: Tað gongur javnt á í Klaksvík, har HB er á vitjan. Størsta møguleikan hevur HB havt, eftir at Meinhardt Joensen misti lættan bólt, men verjuspælari bjargaði á sjálvari málstrikuni.

38 min 0-0: Tvær ferðir hevur bólturin verið í KÍ-málinum. Men í báðum førinum hava dómararnir kolldømt málið. HB er liðið, sum hevur sett seg á dystin.

45 min 0-0: HB hevur verið omaná fyrstu trý korterini, men hóast fleiri fríspørk og hornaspørk, so hava gestirnir ikki fingið hol á.

60 min 0-0: HB heldur fram í somu øði eftir steðgin. Teir trýsta klaksvíkingar í botn, og eitt nú hevur Andrew av Fløtum havt góða roynd.

70 min 0-0: Tað er framvegis HB, sum trýstir, men teir hava ikki megnað at umsett greiðu yvirvágina til teir heilt stóru møguleikarnar.

72 min: So er mál í Klaksvík. Hjalgrím Elttør lyfti av brotsteigarmarkinum bóltin upp um Teit Matras Gestsson, sum stóð nakað uttarliga.

83 min 1-0: HB roynir at trýsta, men hetta gevur eisini møguleikar til KÍ. Innskifti Bárður Heinesen hevur í tveimum førum havt gyltan møguleika at økja, men fyrru ferðina fór skotið uppum, og seinni ferðina endaði royndin beint á málverjanum.

85 min: Tað er HB, sum roynir at trýsta, men myndin er framvegis tann sama. Nógv ferð er á, og spenningurin er øgiligur, men liðini hava ilt við at spæla seg til opnar møguleikar.

90 min 1-0: Dramatikkurin er øgiligur í Klaksvík. Nú hevur Bárður J. Heinesen fingið reytt kort eftir at hava togast við Poul Ingason. Hitin er øgiligur, og tað kókar bæði á og uttan fyri vøllin.

So er dysturin í Klaksvík av. Hann endaði við teprum heimasigri, og so hevur KÍ fyri fyrstu ferð í níggju ár vunnið heimadyst móti HB.

 

EB/Streymur-Skála 2-1

17 min: Mál! Hans Pauli Samuelsen royndi seg skoti av brotsteigarmarkinum, og bólturin sang í meskunum. Skála hevur annars verið væl við í dystinum, og longu eftir einum minutti høvdu teir góðan møguleika.

26 min 1-1: Skála hevði fríspark, sum varð sent innfyri, og har var Ahmed Keita hægstur og stútaði bóltin í netið.

35 min 1-1: Jóhannus Hansen er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er Leif Niclasen komin á vøllin.

42 1-1: Skála er skerdir, tí Jákup Johansen er rikin av vøllinum. Eftir øllum at døma hevur dómarin mett, at Jákup nýtti álbogarnar dekan ov nógv í nærdysti við Leif Niclasen.

65 min 2-1: So hevur EB/Streymur aftur lagt seg á odda. Eftir trunkaspæl helt málverjin ikki skotroynd, og so var Arnbjørn Hansen knappur á returinum.

90 3-1: Í yvirtíðini staðfesti Hans Pauli Samuelsen sigurin hjá heimaliðnum.

 

NSÍ-AB 3-1

15 min: Tað er framvegis málleyst. Klæmint Olsen hevur havt ein góðan møguleika, sum tó varð misnýttur, og eina aðru ferð var bólturin í AB-málinum, men málið varð kolldømt.

35 min 2-0: Fyrst stútaði Klæmint A. Olsen bóltin í netið, og lítla løtu seinni økti sami Klæmint við brotssparki. AB hevur annars sitið væl á dystinum, men nú er mótbrekkan tung.

42 2-1: So hevur AB minkað um munin. Bárður Olsen sendi frísparksinnlegg úr 40 metrum, og bólturin sigldi allan vegin í málið.

60 min 3-1: So hevur Klæmint A. Olsen skotið hattrick. Andy Olsen kom ígjøgnum í høgru, og so var Klæmint aftur á rætta plássinum.

65 min 3-1: Klæmint hevur aftur havt bóltin í netinum, men hesa ferð varð málið kolldømt fyri rangstøðu.

 

ÍF-B68 1-2

4 min 1-0: Bogi Løkin hevur lagt ÍF á odda. Eftir uppspæl í høgru kom Bogi at standa púra leysur, og hann var púrasta tryggur.

20 min 1-0: ÍF hevur spælið og trýstið. Fleiri góðir møguleikar hava verið, men enn er bert tað eina málið komið í dystinum.

40 min 1-0: Spælið er á leið tað sama, og tað er framvegis ÍF, sum hevur tamarhald á dystinum.

65 min 1-1: So er javnleikur í Fuglafirði. Dánjal á Lakjuni varð dømur at gera brotsspark, og tað setti André Olsen trygt í netið.

68 min 1-2: So er B68 á odda. Hesa ferð sleit Camara seg leysan av heimaverjuni, og so kundi hann senda bóltin í netið.

 

B36-Víkingur 0-2

7 min: Talan hevur verið um hampuliga varliga byrjan, og enn eiga áskoðararnir fyrsta málmøguleikan tilgóðar. Bæði liðini hava í einum tveimum førum roynt seg við innleggum, sum tó ikki eru vorðin vandamikil.

17 min: B36 hevði brotsspark. Tað tóktist, sum varð brotssparkið dømt móti Geza Turi, sum fór út eftir innleggi. Lukasz Cieslewicz tók sær av brotssparkinum, men hann sendi í stólparótina høgru megin Geza.

21 min 0-0: Erling Jacobsen fær gult kort fyri at steðga Adeshina Lawal.

28 min 0-0: Róaldur Jakobsen er farin skaddur av vøllinum. Miðvallarin hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum, og eftir eina tackling á miðvøllinum gjørdi skaðin aftur um seg. Í hansara stað er komin Árni G. Nielsen.

32 min 0-0: Alex Mellemgaard var um reppið at senda hornaspark beinleiðis í málið.

34 min 0-0: Í tveimum førum hevur Víkingur nú ligið framvið. Serliga hevði Hallur Hansson góðan møguleika, men Tórður Thomsen fekk bjargað.

42 0-1: Finnur Justinussen breyt ígjøgnum í høgru, og hóast vinkulin var spískur, so langaði hann bóltin framvið Tórði Thomsen.

44 min 0-1: Tað er lívligt í Gundadali, og fyri tað nógva er tað Víkingur, sum hóttur. Beint nú hevði Sølvi Vatnhamar rimmar fluktara eftir hornaspark, men skotið varð blokerað.

46 0-1: Adeshina Lawal fór um koll í brotsteiginum í fyrsta álopinum eftir steðgin, men dómarin valdi ikki at bríksla fyri brotssparki.

48 0-1: Vertirnir eru nú meira bragdligir, enn teir vóru stóran part av fyrra hálvleiki. Júst nú hevði Lawal fína skotroynd, sum fór við síðurnar av málinum.

55 min 0-2: So hevur Finnur Justinussen aftur gjørt um seg. Víkingur kontraði í høgru síðu. Bólturin varð lagdur yvir til Finn Justinussen, sum legði bóltin til rættis, áðrenn hann meddaði til í meskarnar.

57 min: Heðin Hansen er komin á vøllin fyri Hans Jørgen Djurhuus.

60 min 0-2: Hørður Askham hevur sæð beinleiðis reytt, eftir at hann var í nærdysti við Hall Hansson. Beint undan hesum hevði Súni Olsen drønskot á tvørtræið.

64 min 0-2: Finnur Justinussen hevði risa møguleika at skjóta sítt hattrick, men einsamallur við Tórði Thomsen sendi hann bóltin skeivu megin stólpan. B36 hevur sent Andrias Eriksen og Rasmus Dan Sørensen á vøllin ístaðin fyri Hanus Thorleifsson og Rógva Poulsen.

67 min 0-2: Lukasz Cieslewicz, sum nú er fluttur heilt fram, var um reppið at sleppa púrasta leysur, men kroystur av Sølva Vatnhamar fekk hann ikki nóg gott skot á.

75 min: Tað tykist, sum er dysturin farin púrasta í tómgongd, og Víkingur hevur fult tamarhald á. Magnus Jarnskor er komin á vøllin fyri Filip Djordjevic.

82 min 0-2: Júst innskifti Magnus Jarnskor sendi bóltin í netið, eftir at Finnur Justinussen fyrst hevði roynt seg við skoti. Men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.

87 min 0-2: Víkingur hevur í fleiri umførum hótt við at økja um leiðsluna, men Tórður Thomsen hevur verið sannur brandur í B36-málinum. Sámal Jakup Joensen er komin á vøllin fyri Hanus Jacobsen.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Rógvi Poulsen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic -Hallur Hansson – Finnur Justinussen