tað enska orðið fyri »Vestara áarbakka« og hví «at kunna« ikki hevði nakran navnhátt á enskum. Tú las bøkur so sum »Á skatturin, skatturin« og »Dávur í Tjørnuvík«. Tú var sera opin og segði alt akkurát [...] aldri at gloyma teg. Takk fyri alt. Sov gott, elskaði eingil, til vit síggjast aftur. Vit elska teg. Heilsan Turið, Nora Maria, Vár, Sissal og Hanna I'm sorry for all the words I'm sorry for all the words I
tær. At tú komst at uppliva so nógv gott, hóast heilsan til seinast bilaði. Minnist væl, tá tú ikki orkaði so væl at ganga, tú segði, at tú ikki kundi fara á møti við skutara, tí so fóru øll at flenna. Men [...] Men tú var áhaldandi, tú gekk trúliga í kirkju og á møti hvønn sunnudag, og um tú ikki var, spurdu tey eftir tær, tí har átti tú ar vera. Tú sang eisini við Húsakorinum, men orkaði ikki so væl at syngja [...] syngja, so tað bleiv stutt tíð har. Hvørja fer vit fóru suður á Blákross Caféina at syngja, var tú við; sum áhoyrari til seinast. Tú dámdi væl sang. Bert eina viku áðrenn tú andaðist, segði eg við Vibeku, at
65 ára gomul. Hon flutti til Havnar sum ung, nam sær útbúgving og arbeiddi sum læknaskrivari í 28 ár á Landssjúkrahúsinum. Síðan flutti hon til Danmarkar, har hon og Brandur búðu í 3 ár. Tey komu síðan heim [...] styrki til at liva víðari. Eg vil hervið lýsa frið yvir mína elskaðu systir. Fuglafjørður 31. august Heilsan Tórhallur
dagurin, ið vit báðir skuldu vera saman her á fold. Fyri okkum var klokkan 10 ein sunnumorgum ikki tann besta tíðin at fara undan fjaðrunum. Men nakað serligt var á vási. Klokkan 11.55 byrjaði ein fótbóltsdystur [...] til at »feira« úrslitið. Undarligt er at hugsa sær, at tá ið vit skiltust á kvøldi, at vit ikki aftur skuldu skifta orð her á fold. Eisini fer tað at kennast løgið at fara í Gundadal til dystirnar hjá [...] Við hesu fáu og fátæku orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin, Høgna á Borg. Hallur PS: Høgni! B36 vann 2-0 á KÍ leygardagin, ikki so gali ha? Helt at eg skuldi siga tær tað ;) Vit síggjast
Sama ár byrjaði so ein long yrkisleið á Dagblaðnum, har hann øll árini var ein av berandi kreftunum á redaktiónini, umframt at hann í eini tvey ár var blaðstjóri á blaðnum fyrst í 90-unum. Eitt skifti fór [...] svaraði hann stutt og greitt: Tá heilsan er góð! Nógv meira enn tað legði hann ikki í at tosa um seg sjálvan og sína støðu. Óla Jákup var føddur tann 27. mai í 1956 og vaks upp á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini [...] hann sum fáur, og honum lá á hjarta at røkja føroyska málið væl og virðiliga, samstundis sum hann var kønur í øðrum málum við, kanska serliga norðurlendskum málum og enskum. Á ráðhúsinum minnast vit hann
fleiri ferðir verið við eftir okkum, tá vit eru komin heim í feriu. Ja, tú offraði teg, sjálvt um heilsan hjá tær hevði betri av, at tú hvíldi teg. Tín 85 ára føðingardag, høvdu vit stóra gleði at halda [...] hættaði tær at koma til Kepmannahavnar, sjálvt um tú mangan hevði sagt, at tú ongantíð ætlaði tær aftur á flog við tín góða vilja ? man hevur eina meining inntil man hevur fingið eina aðra. Hetta eru alt u [...] verið, at hon kom at uppliva teg longri, men soleiðis vildi ikki til. Nú fer hon bert at minnast teg á tann hátt, sum vit koma at fortelja henni um teg. Tað er nógv gott at fortelja, so hon vil eisini fáa
altíð ringja og fáa góð ráð, ella bara eitt skemtingarsamt prát um tær ymisku upplivingar, ið komu á leiðini. Saknurin er stórur, nú tú ikki ert millum okkara meira, eitt tómrúm, sum eingin kann fylla [...] við tær, somuleiðis tey góðu minni, ið eftir teg liggja. Ærað veri minnið um ommu mina við eini heilsan úr 1. Tessalonikubr. 4.13 »Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við
Vit ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku á diamantbrúdleypsdegnum. Takk fyri alt, tit hava verið fyri okkum. Tað er ringt at finna orð, sum kunnu lýsa, hvussu góð tit hava verið við okkum øll, ommu- [...] minnast vit allar biltúrarnar, vit hava verið við tær. Hjartans takk fyri alt. Jesus verið hjá tykkum. Heilsan, Ragnhild og Andrias.
Vit vilja bara senda tykkum eina heilsan. Vit eru ótrúliga glaðar fyri at hava tykkum til grannar. Síðan vit vóru heilt lítlar hava vit elska at runnið niðan til tykkum, og tit eru altíð líka blíð, tá [...] dámar eisini ógvuliga væl at ferðast og er uttanlanda so at siga hvørt ár, og er eisini næstan hvørt ár á Zarepta og hjálpir til. Abbin tú hevur eisini nokk at gera, ansar eftur seyðinum, hønunum og hinum djórunum
bond eru sera sterk, og at kærleikin ber av øllum. Góðu mamma og pápi, hjartaliga tillukku á gullbrúdleypsdegnum, og vónandi fáa tit ein góðan og hugnaligan dag saman við familjuni. ------- Kærar heilsur [...] gullbrúdleyp. Tey møttust sum ung, eitt vakurt summarkvøld, í dansistovuni Gleimi í Miðvági. Pápi gekk á maskinmeistaraskúla í Danmark, og hann var komin upp í summarferiu. Tey gjørdust góð, blivu trúlovað [...] vælkomin. Brúdleypið var sera gott og væleydnað. Gott veður, góður matur og nógv fólk. Døgurðin var á loftinum í gamla elverkinum, og aftaná var boðið til kaffi heima hjá foreldrunum hjá pápa, og seinni