Til minnis um pápa mín

Johannes í Garðinum. f. 28.11.1923 - d. 14.01.2006

Ja góði pabba, nú eru tað tveir mánaðir síðan tú legði árarnar inn, tí nú orkaði tú ikki meira, tú var troyttur og forpíndur. Men nú hevur tú fingið frið, har ongin pína er, heima í himmalinum.
 
Pabba var ein maður av fáum orðum, men tú visti altíð hvar tú hevði hann, sum prestur so gott segði tað í prædiku síni. »Der findes mennesker, der kan i tavsheden give omverden ligeså megen kærlighed som os andre, der taler hele tiden«. »Vi husker, elsker og kommer til at savne de tavse mennesker i ligeså høj grad som de støjende«.
 
Pabba elskaði síni abbabørn og fylgdi væl við í teirra gerandisdegi og altíð signaði pabba abbabørnini, tá tey komu á vitjan. Hann hevði umsorgan fyri øllum og setti altíð seg sjálvan síðst. Kundi hann givið hjarta úr sær, so gjørdi hann tað. Sjálvt um pabba var illa sjúkur tey seinastu árini, við nógvari pínu, hoyrdi tú hann aldri gremja seg, ja pabba var sera tolin.
 
Mamma var um babba heima, inntil hann kravdi serkøna hjálp og mátti á Røktarheim, men har untist honum ikki leingi at verða.
 
Pabba var sjómaður heila sítt lív, har hann var raskur og avhildin. Men nú orkaði pabba ikki at rógva meira, og bað Gud um at taka seg heim. So nú hevur pabba lagt árarnar inn í síðstu havnina.
 
Pabba eg hugsi um teg hvønn dag, og mær leingist eftir tær, men eg veit at vit síggjast aftur.
Hvíl í friði.
 
Dóttur tín
 
 
Til minnis um mín kæra abba
Johannes í Gerðinum
 
Minnini á meg ganga 
sessurin tómur er
hugurin løtu manga
fram fyri meg nú ber:
Løtur á tínum knæi 
fløvandi, mennandi orð,
tú eins og omman bæði
signaðu mær hvørt spor.
 
Aðrar, tá í tín lógva
tí mína barnahond
legði - eg kendi flógva 
leiddust um dreymalond.
Søgu tú manga segði
legði mær eina við:
Maður bert virðing hevði,
sum framdi fedrasið.
 
Nú tú á gyltum strondum
frískur og ferðigur fer,
sloppin frá pínum vondum 
stjørnur í krúnu ber.
Sakni mítt sinn man hýsa
hugur fer víðan veg,
hervið eg  abbi  vil lýsa
frið yvi rminnið um teg.
 
Rani