Til ommu og abba á diamantbrúdleypsdegnum

Góða omma og abbi!

Vit ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku á diamantbrúdleypsdegnum. Takk fyri alt, tit hava verið fyri okkum.
Tað er ringt at finna orð, sum kunnu lýsa, hvussu góð tit hava verið við okkum øll, ommu- og abbabørnini.
Tykkara heim hevur altíð verið opið fyri okkum øllum, og vit hava kent okkum so væl hjá tykkum.
Omma, altíð klár við einum drekkamunni og einum góðum bita. So áhugað í øllum, ið vit gera, og umsorganarfull.
Abbi, stillur við fáum orðum, klókur og góðsligur. Serliga væl minnast vit allar biltúrarnar, vit hava verið við tær.
Hjartans takk fyri alt. Jesus verið hjá tykkum.

Heilsan, Ragnhild og Andrias.